við lutakasti vinnarin. Tvey fegin fólk, Suni og konan Hella, siga, at hettar passaði sum fótur í hosu, tí tey eru júst í ferð við at byggja nýggj hús á Hvítanesi, og har skulu tey sjálvandi brúka ein køk [...] høvdu gott eyga á Tvis-køkunum. – Sera nógvar uppskriftir komu inn í Føroyum, og vit gleðast um, at at ein føroyingur gjørdist vinnari, siga tey hjá Bygma Balsev í Hoyvík. [...] vinningurin er ein køkur fyri 50.000 krónur. Kappingin var í øllum Tvishandlum í norðanlondum. Fyri at taka lut í kappingini, skuldi kundin inn í ein tvishandil og lata eina matuppskrift. Hetta gjørdi Suni
Tað er nokk ikki rætt at siga, at kavi er sum lundi á jólanátt, men tað skerst ikki burtur, at tað er ikki tann sami kavin nú sum fyrr. Tað er tó ikki so illa vorðið, at føroysk børn ikki síggja kava longur [...] vaknaðu, vóru bøur og hagi hvít, og mong vóru børnini, sum gjørdu skjótt av og sluppu sær út í kavan at skreiða og spæla. Hesar myndirnar eru tiknar í Nólsoy í morgun, og tað er Evy T. Nielsen, sum hevur
sum fer at prædika, og øll eru hjartaliga vælkomin. Í samband við hátíðarhaldið er ætlanin eisini at kunna bygdarfólkið um støðuna við umbyggingini av kirkjuni. In.fo kann leggja aftrat, at fyritøkan [...] løtuni stendur í hálvum gekki, ætlar kirkjuráðið kortini ikki, at dagurin skal fara aftur við borðinum. Kirkjuráðið hevur nevniliga gjørt av at hátíðarhalda dagin, og hetta verður við gudstænastu og efti
steðg frá fótbóltinum. Tá lá tað líkasum í luftini, at talan helst fór at verða um ein fyribils steðg, og í gjárkvøldið kundi Norðlýsið so vátta, at Atli verður partur av liðnum hjá KÍ í 2015. Har verður [...] Klaksvík, eftir at hann fyrst hevði verið uttanlands, og síðani hevði spælt hálvtannað ár við B36. Seinnu kappingarhálvu í fjør var Atli tó ikki partur av liðnum hjá KÍ, og boðini vóru, at hann hevði tikið
Farið verður nú beinanvegin undir arbeiðið at gera Karlamagnusarbreyt ferðslutrygga. Býráðið samtykti hóskvøldið at taka av einum tilboði frá Maskinkoyring Pf. Umsitingin hevur latið gera samlaða kost [...] Maskinkoyring Pf metir umsitingin, at útstykkingararbeiðið kann gerast fyri kr. 2.697.226,-, tá allar útreiðslur eru íroknaðar. Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til at taka av lægsta tilboðnum frá [...] frá Maskinkoyring P/f áljóðandi kr. 2.155.070,00 og at gera samlaða arbeiðið fyri kr. 2.697.226,- tá MVG, prosjektering, fakeftirlit v.m. er íroknað. Málið varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið, so farið
Elsa um heiðurin, men hon kundi samstundis staðfesta, at hon verður í burðarfarloyvi tað mesta av komandi kappingari, men at hon avgjørt væntaði, at hetta bert verður eitt farloyvi og ikki eitt stopp fyri [...] glósurnar, sum verða sendar eftir fótbóltsdómarum, tá dystir verða spældir. Ofta verður sagt, at tað krevur sín mann at døma dystir, men tað kann so sanniliga eisini krevja sína kvinnu. Hjá kvinnum varð tað í
Hetta var orsøkin til, at hann í 2010 søkti starvið sum havnarmeistari í Runavík. Hann var so sannførdur í síni avgerð at gevast við politikkinum, at hann undir ongum umstøðum ætlaði at stilla upp til komandi [...] komandi løgtingsval. Fekk hann ikki starvið sum havnarmeistari, umhugsaði skiparin at fara til sjós aftur. Tórbjørn Jacobsen fekk starvið og hevur røkt tað síðani. Hann er tó farin upp í politikkin aftur
Danmark at fara undir verkætlanir í meðan tey eru lesandi. Tað sigur Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe úr DropBucket, sum er sett í eina tvístøðu at velja í millum lesnað og fyritøku, nú tað ikki longur fer at bera [...] bera til at lesa hálva tíð. Útbúgvingarnýskipanin, sum í næstum verður sett í verk í Danmark, hevur eisini skapt rok í Danmark. Síðani klokkan 16 fyrradagin, hava lesandi á universitetinum í Keypmannahavn [...] Danmark. Fleiri enn 1.300 føroyingar eru lesandi í Danmark sambært STUDNA, so tað er ikki óhugsandi, at danska nýskipanin eisini rakar føroysk lesandi. Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna
og hevur til endamáls at stuðla og menna hvønn einstakan soleiðis, at øll hava eitt virkið arbeiðslív. - Á jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir, og tú hevur møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur [...] Tað merkir, at jólasølan letur upp í dag, 19. november, klokkan 14. Á jólasøluni verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir og peningurin, sum kemur inn, fer til at keypa tilfar
avdúkaður hjá KÍ enn. Men nú ljóðar, at fleiri profilar kunnu vera á veg til stolta felagið úr Klaksvík. Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at KÍ er áhugað í at knýta landsliðsleikararnar Jóan Símun [...] Edmundsson og Jónas Tór Næs afturat hópinum, meðan nýggi KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur sum ynski at fáa Evrard Blé til miðvøllin hjá KÍ. Evard Blé spældi í B36 undir Mikkjal Thomassen í seinnu hálvu [...] miðvallari. Enn er talan tó bert um leysasøgur, men tað gongur helst ikki long tíð, áðrenn KÍ fer at avdúka onkran nýggjan leikara.