øllum teimum, ið eru knýtt at sambandinum, eru treytaleyst positiv, tá um føroysk evni og møguleikar ræður. Sannføring teirra um, at føroyskur hondbóltur kann kappast ímillum tey stóru, man hugtaka tey [...] ella hjálparfólk annars. Hóast B71 fyrst og fremst er kent fyri fótbólt, fevnir felagið hartil eisini um flogbólt, hondbólt og futsal. Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna - við smáum spjaddum bygdum - hevur [...] ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning felagið hevur. Tað sigur kanska nakað um savnandi megina, at hóast fólkatalið á Sandoynni er lágt, samanborið við onnur øki í landinum, hevur
kennir Heilsuhjálparafelag Føroya, nú ið vit ota okkum longur og longur inn í árið 2024. Í dag høvdu vit nevniliga aðalfund um alskyns álvarsmál. Hendan yvirlýsing okkara er sprottin úr fundinum, sum var [...] Politiskt varð lovað, at frá mai mánaði verður arbeiðsvikan hálvan tíma styttri. Men enn er einki uppskot um hetta komið í løgtingið. Vit trúgva ikki, at vikan verður stytt. Sama politiska skipan gjørdi ein søguligan [...] sambandi við lønarlyftið. Sambært lyftinum áttu limir okkara at fingið fleiri hundrað krónur afturat um mánaðin. Men fíggjarmálaráðið framdi ein roknifeil. Og feilurin bleiv ikki rættaður. Vit trúgva, at
regluliga, so sigast kann at okkara samband er altíð ”on line”. Tað sum verður sagt um tey í Innistovu, kann eisini sigast um hini húsini har norðuri. Blíðskapurin í Innistovu hevur alla tíðina verið frá hjartanum [...] Jógvan. Eg kom fyrstu ferð til Trøllanesar í 1977, júst fyri 30 árum síðani. Síðan tá er neyvan farið árið burtur ímillum, og fleiri ár havi eg verið fleiri ferðir norðuri á Nesi. Annars práta vit saman í [...] heima hjá teimum. Tað sum liggur fremst hjá Jógvan er ættin, og tað er tiltikið hvussu nógv hann veit um ætt. Tú skal bert nevna eitt navn, so kennir hann ættina hjá teimum flestu hundraðtals ár aftur í tíðina
hevði undan vikuskiftinum skift venjara, men talan var í fyrstu atløgu ikki um venjaraeffektina, sum tað plagar at verða tosað um. Tróndur søkti grannarnar Í oyggjauppgerðini í Sørvági hevði heimaliðið vindin [...] úrslitini í fýra teimum fyrstu umførunum í ár benda á, at Rúni Nolsøe hevur góðar møguleikar annað árið á rað at vera venjari hjá øðrum liðnum, sum fer at flyta upp. ÍF misti leiðsluna Hesa ferð hevði B68 [...] hálvleiki inntil Jan C. Dam noyddist at taka seg aftur. Tað órógvaði, og Ingi Ole-Jacobsen minkaði um munin eftir innlegg úr vinstru frá Jóan Peturi á Stongum. Heimaliðið ressaðist rættuliga við, men teir
Fimleikafelag og Støkk kunnu tó ikki rættiliga slappa av enn, tí um ein lítlan mánaða fara tær til Spania, har tær fara at vera við í kappingini um heimsmeistaraskapin. [...] fimleikarunum. Kappingarnar vóru sera javnar, serliga millum Havnar Fimleikafelag og Støkk, sum skiftust um at enda á fyrsta og øðrum plássi. Støkk vann gentukappingina Kappingarnar vóru fyri pinkur, smágentur [...] januar, og tá vunnu pinkurnar hjá Havnar Fimleikafelag tepurt við einans 0,01 stigi, so ilt var at gita um úrslitið. Tá ið avtornaði, vóru pinkurnar hjá Støkk bestar, og vunnu føroyameistarheitið á Havnar
hildið, at fyrst er neyðugt at telva ein dyst móti Kramnik áðrenn talan kann verða um, at Kasparov kemur inn í myndina aftur. Um pensioneraða legendan yvirhøvur er áhuga, er ein onnur søk. Venjarin hjá Topalov [...] Svidler máttu tá geva skarvin yvir. Vældámdur heimsmeistari Tað eru bert góð og rósandi orð ein hoyrir um okkara nýggja heimsmeistara. Allir talvjournalistar og telvarar eru í øllum førum glað fyri sigur Topalovs [...] novembur 2006 sum eitt gott og realistiskt tíðspunkt til ein ultimativan HM-dyst. Spurningurin er so um altjóða talvsamgongan FIDE og Kramnik eisini síggja ljóst uppá hendan møguleika. Fyrra helvtin avgjørdi
mátti á sjúkrahús. Tá teir fullu jólamenninir hildu seg hava gjørt nóg mikið um seg í handilsgøtuni, royndu teir at sleppa umborð á eitt farmaskip, sum lá og lossaði. Eisini her royndu trygdarmenn at forða [...] lítið hækkaðar samanborið við hini ES-londini. Hagstovan hjá ES, Eurostat, sigur, at tað seinasta árið er lønarlagið í Danmark hækkað 2,3 prosent, og tað er tann triðlægsta hækkingin í øllum teimum [...] indiánskum uppruna, og hann er tann fyrsti indiánin, sum er valdur til forseta í Bolivia, sjálvt um 75 prosent av fólkinum eru av teimum trimum stóru indiánaættunum quechua, aymara og guaraní. Sjálvur
kvotu eystanfyri. Hann vísir á, at 12 norsk línuskip hava havt loyvi at veiða undir Føroyum í senn um árið, og tað heldur felagið Línuskip er alt ov nógv. - Nú línuskipaflotin í bólki 3 er vorðin so stórur [...] Manningarparturin hjá okkum í fjør liggur um 280.000 krónur, meðan teir, sum sigla við flakatrolarunum og nótaskipunum, hava ein manningarpart, sum liggur um 450 og yvir 800.000 krónur. Tí duga vit ikki [...] djúpa vatnið undir Føroyum í gýtingartíðini hevði givið okkum meira enn hesar 2 miljónir krónurnar, um norskir línubátar tá ikki lógu á hesum leiðum og troyttu okkara grunnar. Hann heldur eisini, at norðmenn
eingin ivi er um, at tær aftur í ár ætla sær at koma heimaftur við gullinum. Vantandi royndir Liðið hesuferð er ungt, og nógvar broytingar eru frá seinastu Oyggjaleikum. Spurningurin er tí, um teir ungu [...] Halltóra frá. Venjarin, Álvur Hansen, hevur roynt at kunna seg um sterkasta mótstøðuliðið, men tað er torført at finna upplýsingar og tilfar um liðið. Tapandi finalisturin frá 2003, ið var Gotland, er ikki [...] kvinnudeildini, tá KÍ ikki hevur fingið nakra mótstøðu seinastu árini, og tað kann koma okkum aftur um brekku, sigur Halltóra. Trupulleikin er, at tað gerast ov fáir harðir dystir, sum hóast alt er tann
tað tykist sum um, at tað eru nógv fleiri leikarar at velja ímillum nú, sigur Henrik Larsen. Føroyski landsliðsleikarin fegnast eisini um, at menn tykjast væl fyri so tíðliga upp á árið, og tað man óivað [...] Um góðar tvær vikur fer føroyska fótbóltslandsliðið á sína árligu venjingarlegu í La Manga í Spania. Um vikuskiftið vóru 30 mans savnaðir til venjing í Havn, og nú hevur Henrik Larsen so gjørt av, hvørjir [...] av yngri leikarum hava hinvegin fingið møguleikan. Henrik Larsen sigur, at talan í veruleikanum er um eitt styrkt føroyskt U23-landslið, ið fer til Spania. - Eg havi gjørt av, at fleiri av teimum "gomlu"