LÍF-TB 7-3 (3-1) TB smokkaði leygardagin burtur ímillum í stíðnum fyri at vinna næstfremsta plássið í 2. deild og harvið møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. TB hevur kappast við LÍF um hetta [...] ivi um, hvør stóð seg betri. Heimaliðið fekk ein kvøkk, tá Einar Petersen, eftir at LÍF málverjin hevði kiksað í roynd at sparka burtur, lobbaði í tóma málið. Men í næsta minuttinum var aftur javnt. Kristian [...] , kom út ímóti, valdi Tomek at trilla tvørturum til landsmannin Mirek, og so var 2-1. Tríggir minuttir manglaðu av fyrra umfarinum, tá Tomek við nærra stólpan fekk loyvi at stúta hornasparksinnlegg úr
úr Danmark. Hesir høvdu høvi at síggja stovnin Inni á Gøtu. - Hesar kvinnurnar vóru sera hugtiknar av, hvussu rúmligur stovnurin er, at so væl er fingið burtur úr, og av, at tveir pedagogar hava verið við [...] barnaansingarøkinum verður at byggja ein nýggjan stovn í Vesturbýnum. Økið er funnið, men enn eru brúkaraviðurskiftini ikki avgreidd. - Vit miða ímóti at fara í holt við at projektera ein nýggjan stovn [...] Ætlanin var, at stovnurin skuldi takast í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani, men millum annað av ólagaliga veðrinum í vetur, hevur tíðarætlanin ikki hildið. Okkurt smávegis er eisini eftir at gera, serliga
so galið at verða heima í eina tíð, tá ið vit fáa dreingirnar heim. Tað verður ein stór kollvelting í lívinum hjá okkum frá eingi børn at hava átt og til at eiga trý. Eg dugi ikki rættiliga at ímynda mær [...] tað fer at verða, sigur Dia. Sum gamalt er hava tey ikki gjørt nakrar fyrireikingar heima til børnini koma, einki keypt og einki broytt. - Vit hava vitað líka síðani Jónfríð gjørdist við barn, at vit fóru [...] fóru at fáa tríburðar, men vit hava einki keypt av nøkrum - uttan eitt seyðaskinn, eg keypti mánadagin at leggja teir allar á, sigur Dia. Hvussu leingi Jónfríð skal liggja á Føðideildini, vita tey ikki enn
gt og djarvt tiltak, ið hevði uppiborið at komið í hvørja sjónvarpsstovu í Føroyum, hugsar ein um, at fólk uttanfyri Havnina hava kanska ikki sett seg føran at fara longu leiðina og kanska vóru eisini [...] ymisk og tó". At sameina Hanus Johansen og Aldubáruna nærkast einum hugskoti, ið bert eitt ljóst høvd kann fáa. Solisturin og fólkasangarin Hanus, ið fegin tekur til sín yrkjarar, ið tora at erta góðborgaran [...] eisini tey, ið ikki fingu atgongumerki. Tað frættist tó, at Útvarpið gjørdi upptøkur og er tað at fegnast um, hvørt hesar enda við útgávu ella útvarpssending. Á alduryggi Hanus er trubadururin, ein tann besti
kunnu vit føroyingar ikki krevja, at NATO-støðin verður burturbeind. Men nú vísa hesir báðir friðargranskararnir á, at skermarnir á Sornfelli hava einki við NATO-støðina at gera, teir eru reint amerikanskir [...] NATO, segði danska stjórnin seg ikki vila loyva, at nakar fremmandur setti upp herstøð á donskum landaøki. Danir hava øll hesi 25 árini sagt okkum, at Føroyar eru partur av danska kongaríkinum, sum er [...] kriv frá hervaldinum í sambandi við at rustaðu skermarnir nú skuldu pilkast niður. Tá tosaði blaðið við Herluf D. Hougesen, oberst í mjórkadali. Hesin bedýraði , at alt sum var og hevði verið uppi á Sornfelli
kirkjugarðinum, at hann var í høgum metum ímillum systkin síni. Lívið hjá Jens var fjølbroytt, hann fekst við so mangt. Sjómaður, skipaeigari, reiðari, timburmaður og stjóri, bert fyri at nevna nakað. Hann [...] Hann var hugsjónarmaðurin, ígongdsetarin og undangongumaðurin, ið tordi at vága, uttan at hugsa um egnan vinning og egnan tørv. Tí man tað hava verið honum beiskur biti, tá lívsverk hansara, flakavirkið [...] nú á øðrum hondum, men ikki skerst burtur, at hetta var lívsverkið hjá Jens Norðberg og stendur eftir hann sum ein varði alla tíð. Tað kundi verið so mangt at sagt um henda mann, sum var so fjøltáttaður
ðara, ið sá seg noyddan at hava eina grein 13 um samgonguni skuldi verða lív lagað. Við undantakið av verkamannafylkingini mynda somu flokkar landsstýri ídag, og sigast má, at sjáldan ella ongantíð fyrr [...] við hundraðtals av starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal [...] samgongan hevur staðið fyri, vísir okkum enn einaferð, at borgarligu flokkarnir ikki bara her á landi, men í øllum norðanlondum eru eitt sera gott dømi um, at reinur borgarligur politikkur bert er ein hvørvisjón
fotografur, sigur, at tað er eitt dreymastað at arbeiða í Føroyum. Fimlurin ?Dansurin³ er stórfilmur eftir norðurlendskum viðurskiftum. Hann varir í 90 minuttir og kostar umleið 12 mió. krónur at gera. Frumsýningin [...] er tað Elis Poulsen, sum hevur fingið uppgávuna at virka sum loka-framleiðari. Hann skal síggja til at hóskiligur ?pallur³ er til upptøkurnar, eins og at leita fram føroyskar leikarar og statistar, sum [...] gingið væl í hond, seinastu dagarnar, av tí at veðurlagið hevur verið við filmsliðnum. Fríggjadag fyrrapart var filmsliðið umborð á ?Jóhonnu³, har ætlanin var at taka upp úti á Lónni í Saksun, men tá viðraði
trupult at finna vinnaran, og eftir at vit høvdu talt atkvøðurnar hjá dómarunum, vóru bert heilt fá stig millum allar luttakararnar. Møguleiki er framvegis hjá tí, sum var næstbest á Tvøroyri, at sleppa [...] Vágarnar at hava innleiðandi kappingina har, men kappingin, sum skuldi vera í Klaksvík, er nú avlýst. 6. desember er ætlanin at hava innleiðandi kappingina á Kambsdali, og tað verður eftir øllum at døma eitt [...] skjótt, sum tað er gjørligt, at leggja skránna fyri restina av kappingina fasta. Tað eru nógv viðurskiftið, sum skulu passa saman, men vit arbeiða í løtuni miðvíst fyri at fáa alt uppá pláss, sigur Páll
hugdu at brotnum rútum. Tey vístu fram, hvørjum mest varð stolið av, úr handlum í SMS. Eisini høvdu tey vitjan av løgregluni. Av tí at 6. flokkur skal spæla sjónleik á jólum, nýttu tey høvi til at byrja [...] høvdu um ferðslu. Tey lærdu m.a. at ganga úti í ferðsluni og høvdu súkluroynd í fimleikarhølluni. Løgreglan var og vitjaði, og greiddi teimum frá, hvussu ein skal bera seg at úti í ferðsluni. Eisini høvdu [...] byrja venjingina. Tey avgjørdu at spæla ein sangleik, av tí, at tað eru fleiri góðar røddir í flokkunum. Tey fingu eisini málað bakgrund til leikin. 7. og 8. flokkur høvdu um rúsdrekka, fjølmiðlar, Havnina