m nakað norðari, eisini skamt frá føroyska markinum, at bora ein avmarkingarbrunn á Camboleiðini. ??Tað er tí rættiliga áhugavert at merkja sær, at tað um nøkunlunda somu tíð verða boraðir tveir brunnar [...] italska oljufelagið, ENI og tað føroyska Faroe Petroleum, sum standa til at bora tann næsta brunnin á føroyskum øki. Ætlanin var, at boripallurin skuldi bora í Føroyum longu í mars men vegna seinking hevur [...] um møguleikarnar fyri at finna olju, men umboð fyri onnur oljufeløg, sum kenna til økið men sum ikki eru við í loyvinum, hava úttalað seg rættiliga bjartskygt um møguleikarnar at finna olju og gass í nettupp
hetta er heilt eftir samgonguskjalinum. Hinvegin kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu løgmaður hugsar sær, at yvirtøkurnar, ella blokkniðurskurðurin, skal fíggjast. Hetta er kanska ein villutrúar- [...] røðan, aðalmál hjá einum og hvørjum samfelag, fólki og tjóð. Málið er miðvíst at fáa ein sjálvberandi búskap, soleiðis at vit gerast fíggjarliga óheft og skapa einar sjálvbjargnar Føroyar. Her kunnu ivaleyst [...] undir við løgmanni, hóast ein skuldi hildið, at sjálvberandi búskapur er amboðið og ikki málið fyri einum sjálvbjargnum samfelag. Sjálvbjargnið skal vinnast við at hildið verður fram við yvirtøkunum og hetta
seta nøvn á teir fyrstu ellivu, so bendir alt á, at onkur teirra fyri fyrstu ferð sleppur at byrja inni. - Tað verður ikki fyrr enn seinnapartin í dag, at eg seti liðið endaliga. Men í nógvar mátar er talan [...] venjingar við sínum monnum, og hann kann fegnast um, at eingir skaðar gera um seg í hópinum. Vána vøllur Størsta høvuðbrýggið hjá landsliðsvenjaranum er kanska, at vøllurin í Tallin ikki er nakað serliga góður [...] viðført, at vøllurin er illa farin. Og tað er í øllum førum nakað, sum vit mugu laga okkara spæl eftir. Eitt nú verður press-spælið á miðvøllinum sera týdningarmikið, tí roknast kann við, at talan verður
Janus Kamban gjørdist undangongumaður at menna og fremja føroyska list og at stuðla yrkisligu myndlistini. Hann var við til at stovna Listafelagið í 1941 og millum fremstu stuðlar, tá Listaskálin, seinni [...] vanligum menniskjum hevjar hann hesi evni til stóra list. Vit loyva okkum at gera hesi orð til okkara og mongu munnu vera samd í, at við Janusi er ein av okkara mætastu mentamonnum farin í søguna. Janus var [...] ungum listafólkum. Hann var samstundis tann einstaklingur í síni tíð, ið best dugdi at fáa áskoðaran, almenningin at fata týdningin av góðari list. Hansara serstaki hugburður, hansara humor og hansara
til Maria seinasta summar andaðist eftir stutta sjúkralegu. Vit ynskja at skriva nøkur orð til minnis um Mariu, og hvat hon hevði at týða fyri okkum. Vit hava kent Mariu altíð, men tá hon kom inn í okkara [...] øllum. Tá Maria og Dávur byrjaðu at koma saman, sóu vit eina stóra broyting hjá honum, og gleddust vit hansara vegna. Maria hevði eitt lætt lyndi og var sera stuttlig at vera saman við. Tey giftust, sum [...] við heimabakaðum, tá ein kom at vitja. Eitt annað vit eru sera takksom fyri, er hvussu væl familjan hjá Mariu tók ímóti honum, og hvussu góð tey eru við hann. Tað er svárt at siga farvæl við Mariu, og vit
nevnast, at hjá Inni hava tey ikki merkt so stórt prísfall á bygd, sum tølini vísa, greiðir Bjarni Olsen, stjóri í Eik, frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at hann ikki væntar, at prísirnir fara at falla so [...] í fjør, er, at prísurin fyrsta ársfjórðing í ár hevur háttað sær, sum tey flestu høvdu væntað, tí prísurin í størri bygdunum er minkaður einum fjórðingi seinasta árið, so vit kunnu siga, at húsini í størri [...] Men hinvegin kunnu vit rokna við, at prísirnir falla eitt sindur meira, um búskaparliga gongdin versnar. Prísurin ikki avgerandi Tó er Bjarni Olsen sannførdur um, at ein lækking av prísunum á sethúsunum
langt, tá tað kemur at gera eitt høli til, men tá tað ræður um at keypa útgerð kann ein koma langt. Og tað er tað, ið Bogi Andreasen hevur gjørt. Heilar 160.000 krónur eru brúktar uppá at fáa framúr góða [...] , segði hann um dýru keypini, ið eru framd. At peningurin verður nýttur til útgerð, merkir at tónleikararnir, ið viðvirkaðu á Asfalt fáa nakað afturfyri. At eitt spælistað er har, veitir ein heilt nýggjan [...] tiltakið verður longu komandi leygardag, tá møguligt verður at hoyra eittnú Kára P og Boys in a Band, sum ein part av Psykiatridegnum. Til ber annars at síggja skránna fyri húsið á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini
sjálvt um hon kanska at síggja til meira at kalla sær út, sum ein tú bara kanst stuttleika tær við, so eru upplýsingarnir í bókini á høgum stigi. Útgevarin hevur lagt seg eftir at gera eina bók um eitt [...] mangt og hvat at vita um, hvussu ferðin byrjar, tá ið tú hevur stungið okkurt leskiligt í munnin. Farið verður ikki fram við mýkindum, men alt verður lagt opið fram um spýtt og slev, um at pissa og prumpa [...] ein tílíkan hátt, at tú gerst klókari og hevur tað stuttligt samstundis. Hon er góð hjálp hjá t. d. lærara, sum kann brúka hana í undirvísing, og hon er eisini stuttlig og lærandi at hava heima við hús
verjupartin Stóra styrkin hjá VB liðnum hevur hetta árið verið, at teir hava verið sera væl skipaðir í verjupartinum. Talan er um so at siga sama fólk, sum hevur mannað verjupartin í drúgt áramál. Nakað [...] r kenna hvønn annan somikið væl, og duga sera væl at lesa, hvat annar parturin ger í ymsu støðunum á vøllinum. Framman fyri miðverjuna hava teir so at siga alt árið havt ein uppruddara á miðvøllinum, og [...] Cieslewicz hava í ár verið førir fyri at givið øllum landsins verjum alstórar trupulleikar. Leygardagin vóru tað júst teir báðir, sum við tveimum málum syrgdu fyri, at meistaraheitið í fyrstu deild hjá monnum
ginum, og í hesum døgum frættist av Toftum, at ein leikari úr Bosnia fer at royndarvenja við B68. Tað ber sjálvandi eisini til, at okkurt annað felað fer at styrkja sær hópin við fremmandari arbeiðsmegi [...] Talið av útlendskum spælarum í 1.deild er økt støðugt seinni árini, og eftir at tað fyri einum ári síðani varð samtykt at økja loyvda hámarkstalið, hendi aftur eitt skarvslop. Í 1999 spældu 26 útlendingar [...] talið nakrantíð. Tá kappingin í ár byrjaði, bendi lítið á, at útlendingametið frá 1999 skuldi verða sligið, og talið av fremmandum leikarum fór at gerast uppaftur hægri. 22 útlendingar spældu við í 1.umfari