mikudagin kom eldur í ein av bláu bussunum hjá Bygdaleiðum. Bussurin var júst komin til Viðareiðis, tá førarin gjørdist varugur við, at eldur var í motorinum. ? Eg veit ikki, hví eldur kom í. Helst hevur onkur [...] onkur leki verið í motorinum, tí olja var á vegnum aftan fyri bussin, sigur Olivar Askham, sum koyrdi bussin. Sløkti við skúmi Eingi ferðafólk var í bussinum, tá eldur kom í. ? Eg fór út við einum eldsløkkjara [...] sprændi pulvur inn í motorrúmið. Síðani lat eg motorlúkuna aftur, og tað vísti seg at verða nóg mikið til at sløkkja eldin, greiðir Olivar frá. Helst hevur onkur eksplosión verið í motorinum, tí lutir
serliga í byrjanini av kappingarárinum. Skráin hjá kvinnunum sær ananrs soleiðis út, at Sóljan og Stjørnan spæla í Klaksvík, Kyndil og Tjaldur í Havn meðan VB og VÍF av røttum skulu dystast í Vági. Hesin [...] Allar helst í eini vón, at spennignurin í kappingini skal halda sær sum longst, og at sterku liðini eru so væl fyri, sum til ber, tá avgerandi dystirnir verða leiktir. Ikki tí, kappingarárið í fjør varð [...] avgjørt fyrr enn í seinasta dystinum. Hetta hevur tó við sær, at vit á pappírinum hava nakrar »bleytar« dystir fyrstu umførini. Bleytir er kanska í so nógv sagt, tí einki er at ivast í, at tey á pappírinum
blokeraðir í gjár vóru allir skúlarnir í Havn og í Klaksvík, teir báðir skúlarnir á Tvøroyri, umframt skúlin á Strondum, Felagsskúlin á Oyrabakka og Meginskúlan á Sandi. Ann Lis Sverradóttir, sum er í samsk [...] Nú er verkfallið hjá lærarunum harnað og í gjár forðaðu teir sáttmálasettu lærararnir skúlagongdini í nógvum av teimum stóru skúlunum kring landið. Tíðliga í gjáramorgunin møttu teir sáttmálasettu lærararnir [...] lærarunum, sigur, at tað er ikki óhugsandi at fleiri tiltøk verða sett í verk í næstu viku, um ikki okkurt hendur. ? Vit eru ikki nóg nógv í tali til at vit fáa blokerað allar skúlarnar, so vit hava valt teir
Mánamorgunin hoyrdu fólk við Eystaru vág í Havn aftur kenda brummið frá Ternuni I, sum hendan dagin aftur varð sett í sigling millum Havnina og Skálafjørðin. Av tí at løgtingið hevur samtykt við lóg at [...] varð niðurløgd tann 11. september 1998. Snarbussurin, sum varð settur í rutu tá av Skálafjørðinum til Havnar, koyrir árið út. Við í lógaruppskotinum, sum varð samtykt, var eisini, at Smyril skuldi sigla [...] úr Vági klokkan 15:30. Í vetur verður sostatt bara ein túrur leygardag. Men mikudag verða tveir túrar millum Suðuroynna og Havnina. Hósdag verður siglt av Havnini klokkan 14:00 í staðin fyri klokkan 10:00
sjómansskúlanum í Havn. Seinni varð hann stjóri á sjómansskúlanum í Klaksvík. Hetta starvið røkti hann til hann fór frá vegna aldur. Fráfarin gjørdist hann sera virkin í forminnisfelagnum í Gøtu. Hann legði [...] Á veg inn á Gøtuvík fór hann á land í áttamannafari sínum nakað innanvert Mjóvanes. Staðið verður nevnt úti undir Lambarætt Funnu líkið leygarmorgunin Løgreglan í Runavík fær fyrstu fráboðanina um tilburðin [...] legði nógva orku í kenda forminnisbýlingin í Norðagøtu, har m.a. Gøtutróndur sigst hava búð. Um summarið plagdi Frans at vísa ferðafólki gomlu húsini, og hegnisliga greiða teimum frá søgum, ið hava samband
sum seinastu 10 árini hevur búð í Klaksvík, haðani konan er ættað. – Nú eg havi búð í Føroyum í 10 ár og havi fingið familju her, kenni eg tað, sum eg havi fest røtur í føroyska samfelagnum. Eg kenni meg [...] David Im. Í Sosialinum um vikuskiftið kann longri samrøða við David Im lesast. Samrøðan er partur av greinarøð um tilflytarar í Føroyum. Umleið 15 prosent av fólkunum, sum búgva í Føroyum, eru fødd í øðrum [...] smádrongur, og hann hevur búð í seks ymiskum londum. Foreldrini eru trúboðarar og hava virkað í ymiskum londum. Hetta hevði við sær, at eisini David hevur verið á ferð og búð í fleiri londum. Hann hevur fleiri
verða) verður so avgjørt í dystinum millum Fleyr og TB 21. januar. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalunar, sum verða leiktar í Badmintonhøllini í Klaksvík á stóra hálvfinaludegnum [...] stigum ímóti Fleyr í síðsta dystinum í bólkinum um eina viku. Vinnur annaðhvørt KÍF ella TB 3-2 í morgin, so er hópin av matematiskum møguleikum fyri øll trý liðini í bólkinum at koma í hálvfinaluna, og [...] Ternan, leygardagin 14. januar kl. 15:00 Á Giljanesi í dag kann Ternan taka eitt stórt fet móti hálvfinaluni í steypakappingini, um trý stig fást í skjáttuna eftir dystin ímóti Drátti, sum ikki hevur annað
Fýra dystir vóru leiktir í Betrideildini í dag. Við Djúpumýru í Klaksvík hildu verandi FM-vinnarar, KÍ stásið við líka við 7-1 stórsigri á uppflytarunum, TB. Páll A. Klettskarð legði fyri hetta kappingarárið [...] fýra mál. Í Gundadali í Havn leyp B68 hvøkk á HB, men heimaliðið fótaði sær skjótt og skorað trý mál upp á 18 minuttir, og vunnu at enda 4-1. EB/Streymur vann 2-0 á AB í Hólmanum á Eiði, og í Sarpugerði [...] ein trivaligan 3-0 sigur á Víkingi, har Atli Gregersen brendi eitt brotsspark, ið Mathias H. Lamhauge í B36-málinum bjargaði. Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá 1. umfari: 07 Vestur-ÍF 1-0 (0-0) 1-0
gekk væl at sleppa framat og klokkan gott seks í morgun vóru allir høvuðsvegirnir opnir aftur, tað eru vegirnir ímillum Klaksvík og Havnina, úr Havnini vestur í Vágar, og vestan fyri Havnina. Nú eru teir so [...] kavarok, ella jarðrok. Vit fingu eina góða byrjan í morgum, og hetta er ein góður morgun at arbeiða í, sigur hann. Serliga á Gjáarvegnum, og øðrum vegum uppi í fjøllunum, er sera nógvur kavi, sigur Mortan Olsen [...] er tað hált í støðum um alt landið, so hann heitir á bilførarar um at koyra varliga. Hann sigur, at eftir forsagnunum, verður eitt fýs aftur í kvøld, men tað verður ikki av sama kalibur sum í gjárkvøldið
Klakstein setti í 6. minutti hol á, tá ið hon royndi seg við langskoti, og í 19. minutti økti Rebekka Benhakoura um munin til 2-0, tá ið hon var leys mitt fyri málinum. Í báðum førum í fyrra hálvleiki [...] økti Sara Samson Lamhauge um munin til 4-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Hjørdis Rasmusdóttir, sum minkaði um munin til 4-1. Í Klaksvík endaði tað við 5-0 KÍ sigri ímóti B36. Hálvleiksstøðan var [...] leygardagin 7. oktober, tá ið steypafinalan í kvinnufótbólti er sett at vera. Men longu nú bendir alt á, at tað vera NSÍ og KÍ, sum fara at spæla ta finaluna. Í dag hava fyrru hálvfinalurnar verið. Seinnu