til útbygging á staðnum, sigur Jóhann Hendrik Dahl. Vararektarin leggur aftrat, at talan verður ikki um eina bíliga loysn, tí gamlir bygningar kosta nógv at gera í stand. Skuffaðir Jóhann Hendrik Dahl sigur [...] vit fáa ein nýggjan skúla. Men henda ætlanin verður so hvørt útsett, sigur Jóhann Hendrik Dahl, inspektørur og vararektari á studentaskúlanum í Hoydølum. Skúlin er niðurslitin og líkur slettis ikki nútímans [...] nógv fleiri næmingar og krøvini til undirvísingina vaksa og broytast støðugt. Tað er risastórur tørvur á serstovum. Vit mugu hava ein nýggjan skúla, so einfalt er tað, sigur vararektarin í Hoydølum. Fáa
Føðingar 25. apríl fingu Gunnvør á Norði, Miðvági, og Jóhan P. Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 28. apríl fingu Annbritt Brynjolvsdóttir, Hoyvík, og Jan Thomsen, Klaksvík [...] Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 5. mai fingu Sóley Einarsson, Lamba, og Jóhan á Lava Sundskarð, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3450 gr. 6. mai fingu Eyðbritt [...] Wardum, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3350 gr. 7. mai fingu Fía Ellingsgaard og Jóhan Fossdalsá, Nesi, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3750 gr. 8. mai fingu Sonja og Finn Steinhólm
uppum høvd. So var kappingin avgjørd. Ovurfegnir Tað var ein sera fegin Sámal Jóhannes Hansen, sum Sosialurin fekk fatur á eftir kappingina. Sum heild vóru teir báðir føroyingarnir meira enn væl nøgdir [...] Samstundis sum kvinnurnar kappaðust um at gerast Miss Galaxy, kempaðu aðrar kempur ein annan dyst á pallinum. Tað hevði eydnast fyrireikarunum at fáa heimsins sterkasta par til Føroyar at kappast ímóti [...] sekkin beindan burtur og vann sostatt fyrstu kappingina. Næsta kappingina var at halda einum sjónvarpi á 50 kilo uppi so leingi sum gjørligt. Hesa kappingina vunnu finnarnir sannførandi, tá føroyingarnir góvust
lagkaku sunnumorgunin 7. desember frá klokkan 9.30. Klokkan 11 verður degnagudstænasta, og kórið hjá Jóhann fer at syngja. Sjóvar kommuna veit at siga, at sunnudagsskúli verður í kirkjuhúsinum, meðan gudstænastan
Gleðin sløknað Ilt er á morgni Aftur at vakna Hví hetta hendi Ikki vit skilja Lívsglæman kámað Alt ov tíðliga Men tó vit vita At Guð hin kæri Teg fevnir og elskar Í himmalsins garði Hvíl í friði -------------- [...] látur og tínar skemtiligu speisku viðmerkingar. Eg minnist sum barn, at eg gleddi meg til tú komst á vitjan. Eg helt altíð tú vart so hugnaligur at vera saman við, og so vart tú so sera stuttligur. Tú
illa fyri í so máta. Tað er ikki langt frá, at Jørgen Thomsen, sáli var seinasti veruligi verkamaður á tingi. Hann mátti eisini fara úr sínum borgarliga starvi. Skiparar og stjórar hava tað lættari. So hækkan [...] triðja súlan í samsýningini til tingmenn. Hetta skal takast av sigur tingformaðurin. Hann er gamal í garði, so hann veit, hvat hann tosar um, so lat okkum vóna hetta er rætt, men spurningurin er so, um fo [...] velja frá. Ja vit hava borgarstjóra, lækna, fólkatingslimir, varaskúlastjóra, skúlatænara, starvsmenn á ymsum støði, posthúsleiðara, entreprenørar osfr. Jú, jú hetta kann verða spennandi. Frá hesum stað skal
eg sum ein annar Rip van Winkle sovið eitt løgtingsval burtur? Og ikki gjørt mína skyldu? Ikki verið á valið.... Men so byrjar at klárna so frætt sum nú einaferð ber til. Hetta snýr seg um eina tilvildarliga [...] nakað annað. Vit kunnu fyri at gera tað nemmari, kalla tað post-demokratiið (hevur einki við Berg í Garði at gera). Skjótt verður als ikki neyðugt at halda val 4. hvørt ár. Veljarakanningarnar ordna para [...] uppskot um fjølmiðlanevndirnar ? okkara fólkavaldu verða koyrdir .....ella koyra seg sjálvar/sjálv... út á eitt síðuspor. Teir sterkastu pressiónsbólkarnir fara í framtíðini at stýra sokallaðu 4. statsmaktini
Høgni Mohr Á síðu 20 í Sosalinum hin 29. apríl í ár, skjýtur Jóhan Hendrik Winther Poulsen upp, at løgtingsmenn koma á skeið í føroyskum. Hugskot hansara spratt, tá hann sá nakrar málsliga ivasamar en [...] sjálvan duga eins væl at tosa, sum teir ið hava myndað málpolitikkin her á landi seinastu árini. ? Eg havi verið í hornatøkum við Jóhan Hendrik Winther Poulsen fyrr, sigur Dan Reinert Petersen og slær fast [...] eitt sum Jóhan Hendrik og aðrir hava tikið upp úr íslendskum. Hetta royna eisini embætismenn at knæseta í føroyskum máli, men eg veit at hetta er óføroyskt, tí tað hevur ikki meira enn 100 ár á baki í Føroyum
vísir eisini, á, at nógv fýlast á, at heimahjálpin ikki hevur srundir til ein kaffimunn saman við brúkaranum. - Men skal hon tað, spyr hann. Ein reyður tráður í kjakinum er, at starvsfólk á eldraøkinum hava [...] Seinastu tíðina hevur Sosialurin og www.in.fo varpað ljós á umstøðurnar í eldrarøktini. Í tí sambandi er nógv komið fram um, at starvsfólk á ellis- og røktarheimum, og í heimatænastuni, hava ikki stundir [...] tey gomlu og óhjálpnu, tí tey hava illa nokk stundir til ta grundleggjandi røktina. Jóhan Christiansen er borgarstjóri á Eysturkommunu, og formaður í stýrinum fyri Nánd, sum er eldrasamstarvið ímillum E
Berlin vunnu á útivølli stórsigur 36-26 á Potsdam. Í steðginum vóru var Füchse á odda 21-16. Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir. Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli [...] Ígjár vóru Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt fyri stórtapi 24-33 (13-15) móti oddaliðnum, Melsungen. Jóhan skoraði tvey mál í dystinum. THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu [...] útivølli stórsigur 31-22 á Lemgo. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Hannover á odda við bert tveimum málum, 15-13. Vilhelm fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Vilhelm