, sum seldi teldur, telefaks og aðrar KT-tænastur. Fyritøkan fekk navnið Nagata Data. Áhugin var komin nøkur ár frammanundan, tá babba fekk eina teldu í húsið, sum hugtók meg frá fyrsta degi. Í níggjunda [...] Avgerðin varð tikin um at flyta til USA, og Christian og Elin fóru við tveimum børnum – sum í dag eru vorðin fýra í tali – og átta pappeskjum tvørtur um Atlantshavið. Christian legði eina langtíðar strategi [...] rnir forbjóða føroyingum at bryggja sterkt, hóast tað er loyvi at keypa og drekka sterkt. Ella tá vit yvirtaka elligamlar danskar lógir og sleppa síðani endanum, hóast bæði danir og restin av heiminum
ikki, og eftir sum vit hava skilt, so hevur FS Vágar vunnið tey trý stigini. Vágaliðið hevur síðani síðstu støðutalvu gjørt eitt orduligt skarvslop. Teir hava fingið seks stig, eru farnir av 9. og fram [...] fram á 5. plássið, og teir eru burtur úr øllum vanda fyri niðurflyting. Fyri næstniðasta plássið er tað av týdningi, at dysturin millum KÍ og TB, sum var útsettur hesa ferð, verður spældur. Liðið, ið endar [...] fløtu verjuni og javnaði til 2?2. Sjey minuttir inn í 2. hálvleik sendi Høgni Zachariassen, sum var komin inn stutt frammanundan, horna úr høgru og til handara stólpa, har Jógvan Arnfinn Jacobsen legði ÍF
hevði, tí eingir næmingalistar eru til skjals. Á skúlamynd frá 1921 eru 27 børn. Táið hon gavst at undirvísa í 1934 var Amalia 68 ár. Tá var nýggi katolikkaskúlin komin. Hann dró so nógvar næmingar, at [...] parti endaðu vit brævskrivingina til Poul Müller, sum doyði í 1901. Tá var eingin ábending um, at Amalia og Johan ikki ætlaðu at blíva verandi í Grønlandi nakað væl afturat. Men longu í 1902 eru tey aftur [...] aftur í Føroyum. Eyguni eru farin at bila hjá Johan, og kanska heilsan eisini, tí longu í 1907 er Johan deyður. Tá fór Amalia at fáa sær privatskúla, sum nógvir vóru í Havn seinast í 19. øld og fyrrapartin
at ferðast. Norður eftir fara tær við “Ruth” til Oyrar. Haðani verður gingið til Gjáar. Á ferðini eru tær í fylgi við eini skipsmanning, sum skuldi sama veg. Heim aftur skuldu tær fara eitt fríggjakvøld [...] Teir vóru 40 oyru fyri rugbreyð og 20 oyru fyri franskbreyð. Millum vørurnar í handlinum, sum ikki eru kendar í dag, vóru sukurtoppar. Teir vóru kanska dupult so stórir sum eitt krúss, og teir máttu høggast [...] Heinesen, og var av honum í eini stuttsøgu umrødd sum ”min romantiske bedstemor”. Hesir Restorfarar eru allir umrøddir í røðini Hendur ið Sleptu. Anna sum fotografur Anna hevði fyri eina unga gentu tá í
rembingar og spenningar hava havt árin á, hvussu leikur er farin. Leikirnir í Athen eru einki undantak. Hetta eru fyrstu leikirnir síðani 11. september í 2001. Áður hava tað verið tjóðir og felagsskapir [...] heimspolitikkurin og heimsskipanin hava havt árin á olympisku leikirnar eru tað so mong dømi um. Tað er eisini komið fyri, at kuril er komin á í danska ríkinum í sambandi við olympisku leikirnar. Góða tíðarskeiðið [...] Jóannes Hansen Í olympisku leikunum eru alt kegl og allir spenningar beindir av vegnum. Tá ræður tað um at luttaka og í sunnari kapping at telvast um, hvør er skjótastur, drúgvastur, sterkastur og snildastur
Musikkmenn kundu kanska havt kallað hetta eitt tjóðskaparligt tema við variatiónum. Og variatiónirnar eru so nógvar í verkinum, at tær fáa illa verið fleiri. Tað er tí helst klókt at lesa yvirskriftir og [...] m í hesum bókum, sum Petur Jacob hevur skrivað. Innihald Og hvat stendur so í hesi bók? Kapitlini eru nógv, bæði sum høvuðskapittul og undirevni, so sum nevnt var omanfyri. Ógjørligt er í viðfangi sum [...] a ritgerð um torvið og allan tann kurlturform, sum arbeiðið við torvinum var. Sum fyrsta kapittul eru ikki færri enn einar 55 síður um torvið. Tað er bæði spennandi og lívgandi lestur hjá teimum, ið sum
norðanfyri Skotland brast rættiliga á av landsynningi og ringari aldu. Róðrið oyðilegðist, seglini skrædnaðu, og stórmasturin og hálvi mesanmasturin brotnaðu. Pumpurnar riggaðu ikki ov væl. Tá vóru teir komnir [...] hetta sokallaða roysnisbragdið hjá Beskytteren. Frágreiðingin var, at Beskytteren var henda dagin komin inn á Havnina eftir koli og provianti eftir í eina viku ikki at hava havt samband við land. Teir høvdu [...] vóru umborð á barkini. Tað, sum undrar Tingakross, er, at einki verður nevnt um, hví hesir føroyingar eru umborð. Sleipingin var framvegis trupul orsakað av ringa veðrinum. Tað gjørdi tað ikki lættari, at
Vit høvdu í ólavsøkublaðnum í 2007 eina samrøðu við Diin. Hetta var í samband við, at hann hevði koyrt bil, til hann var 98 ára gamal. Vit hava so ikki enn hoyrt um nakran líka gamlan bilførara. Bert hetta [...] Brynhild og Jóna. Brynhild býr í Danmark, meðan hinar búgva í Føroyum. Abbabørnini eru 10, og langabbabørnini eru 23, so væl er komið burtur úr! Tað verður ynskt Diinum hjartaliga tillukku við teimum [...] eisini tað, sum hendi í gjár, og hann fylgir sera væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum. Vit fara at tríva nakað aftur í greinina frá 2007 og koma annars inn á onnur viðurskifti, sum Diurin kann
hevur ræði á. 40 ár eru liðin, síðani føroyska fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar. Góð 20 ár eru liðin, síðani galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap varð sett í gildi. Og 10 ár eru liðin, síðani Løgtingið [...] ásettar í kunngerð. Heimildirnar at skipa fiskiskapin eru í § 28 og § 34 í lógaruppskotinum. Hesar heimildir eru í høvuðsheitum, tær somu, ið eru í gomlu lógini. Tað vil m.a. siga, at karmarnir og fyr [...] kann bjóða út rættindi at veiða. Mørkini eru sett við atliti at, at toska- og hýsustovnarnir eru søguliga lágir, og at eini smidligari tillaging hjá teimum, sum eru í vinnu í dag. Um heildarkvotan fyri tosk
Hon ynskir at siga frá sínari søga fyri at hjálpa øðrum. Fyri at verja hana og familju hennara hava vit valt at nýta dulnevni. Stovan kennist fjálg at koma inn í frá kuldanum. Kertuljósini skapa eitt reyðligt [...] sindur ringt við at vísa sínar kenslur, eins og eg havi havt tað. Til dømis grætur hon aldrin, um onnur eru til staðar. Heldur ikki framman fyri mær. Eg hugsi onkuntíð, at hon líkist mær. Hon vil altíð vera [...] syrgt fyri at halda eitt ávíst støði. Eg havi havt ráð til at liva, sum eg havi gjørt. Nú var eg komin so langt út, at eg var givin við at arbeiða og kundi, snøgt sagt, ikki sjálv syrgja fyri mínum livihátti