Móttøka Í gjár var stór móttøka og hátíðarhald á fyrrverandi Fiskirannsóknarstovuni, sum hin 1. apríl í ár hevði fimmti ár á baki. Nógv fólk var samankomið í Nóatúni 1, blómur og gávur vórðu handaðar, [...] Nýggja búmerkið er rundleitt, bláligt í erva og grønligt í neðra. Ímyndin er nakrir fiskar, sum svimja í havinum, summir størri, aðrir smærri. Tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard [...] undir sítt virksemi hin 1. apríl í 1959. Hjalti í Jákupsstovu vísti á stóra týdningin av tí arbeiði, sum Jákup Sverri Joensen saman við øðrum og seinni í sínum starvi í Føroyum hevði gjørt innan havrannsóknir
fiskiveiðieftirliti í bløðunum, men í dag hava okkara lesarar høvi at síggja nakrar myndir av einum slíkum tilvildarligum eftirliti, sum Tjaldrið gjørdi í desember mánaða í fjør. 3-4 fólk avstað - Tá vit soleiðis [...] fara á eftirlitsvitjan, fara vanliga trý fólk í gummibátin. Ein liggur við bátinum, meðan tvey fólk fara umborð á skipið. Um kanningarnar eru meira umfatandi, og nógv skal skrivast og skásetast, eitt nú fiskasløg [...] Okkara partur er eftirlitsarbeiði og at skráseta, hvussu støðan er. Í okkara verð er einki sum eitur, at viðurskifti eru næstan í lagi. Antin eru tey í lagi, og reglurnar verða fylgdar – ella eru tey tað
talan fall á, at fiskiskapsframsýning skuldi verða í Keypmannahavn í juli sama ár. Johan helt tá fyri, at Føroyingar áttu at vera uppi í har. Kristjan í Dali var beinan vegin fúsur og kundi haft hug at farið [...] Ólavsøkumorgun 1912 lá motorbáturin hjá Krisjani í Dali við tjaldursmerkinum blaktrandi frá mastrartoppinum. Menninir, sum gingu sær oman í handilin í Vágsbotni at fáa sær eina øl at byrja ólavsøkuna [...] hevði verið um stórhavið og luttikið í fiskiskapsframsýning í Keypmannahavn. “So lati eg ein motorbát gera” Ein sunnudag um várið 1912 sótu teir úti hjá Kristjani í Dali og tosaðu um ymiskt. Johan Restorff
fingið ein so ovurstóran brotasjógv. Alt í skipinum uttan sjálv maskinan fór í sor og slongdist yvir í stýriborð. Tað sama var við saltinum í lastini, sum var farið út í læborðið, og Langanes legðist á liðuna [...] hevur uttan iva hildið hetta vera eina spennandi avbjóðing í mun til sluppfiskaríið. So var at fáa fatur í Berint. Hann var og vitjaði gentuna í Havn. Hetta var Poulina, dóttir Isalinu og Knút Petersen, skómakara [...] viðvíkir. Jóan Jakku seldi Haffarið í 1922 til Marionnu Nielsen í Vestmanna. Skipið fórst í 1943 við Orknoyggjarnar, men manningin varð bjargað. Aftur við Marshall Í 1917 fór Dánjal til Íslands við Marshall
ahúsið í Reykjavík hava tey í sambandi við stevnuna savnað tað besta og mest spennandi, sum sniðgevar í Útnorði framleiða í løtuni, og sum vera mann, var meginparturin úr Íslandi, men Barbara í Gongini [...] Barbara í Gongini, Anna Kristin Bæk, Malan á Lofti og aðrar búgva í Keypmannahavn, Jóhanna av Steinum og Elisa Heinesen (og sikkurt aðrar) búgva í London, Svanhild Strøm býr í Norra, Beinta Poulsen í Svøríki [...] ikki veit tað, so eru Føroyar - ella í hvussu so er føroyskir sniðgevar - við at vera rættiliga væl kendir í londunum kring okkum. Fara vit bara nøkur fá ár aftur í tíðina, var eingin føroyskur sniðgevi
ein “epoka” í Havn er endað. Vit bæði kendust sum gøtufólk í Havn, sum eisini búði stutt frá hvørjum øðrum í miðbýnum. Ofta kundi okkurt vera at spyrja um, bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti [...] systkinabørn bert í faðirættini. Hvat var meira náttúrligt, tá ið tey komu til Havnar enn at fara inn til skyldkonuna í Horni? Fleiri hava eisini búð hjá teimum, meðan tey hava gingið í skúla í Havn. Her komu [...] við sær til Havnar. Hon giftist við Johannes í Horni, og tey búsettust í gomlu Hornahúsunum í Tróndargøtu. Her búði eisini verforeldrini Elspa og Dánjal í Horni, sum vóru ein ímynd av teimum gomlu hav
dyggiliga taptu fyri ísraelska herinum í bardøgunum í miðeystri í 1948, 1956 og 1967. Wingate sum bjargingarmaður Orde Wingate kom sum kapteynur í bretska herinum til Palestina í 1936. Um hetta mundið gjørdu arabiskar [...] fyri hermegina) í Ísrael undir frælsisstríðnum í 1948. Moshe Dayan sigur í endurminningum sínum, at tað var Wingate fyri at takka, at arabisku herdeildirnar – hóast fleiri ferðir størri í tali av hermonnum [...] mark í sínum ídni fyri jødarnar, og hann varð sendur heimaftur til Bretlands í 1939. Í passi hansara varð stemplað, at Wingate var bannaður at fáa innferðarloyvi til Palestina nakrantíð aftur. Í 1941 varð
átti hann tað, sum rak á land. Jóannes í Funningsstovu var í hesum veðrinum komin á redina í Havn við skipinum Marshall, sum hann júst hevði keypt. Fólkið var farið í land. Ódnin kom so knappliga, at tað [...] stovnaðu skiparafelagið í 1896, og hann sat í nevndini í fleiri ár. Hann var eisini við í Oyggjafelagnum saman við Søren Müller, og áttu teir nógv skip. Jóannes hevði ført Streymoynna í átta ár, áðrenn hann [...] Acorn tann vanlukkuliga túrin í 1928, tá ið eldur kom í í lugarinum orsakað av karbiddunkum, sum sjógvur kom at. Sjey mans brendu tá í hel. Henda hending er fyrr umrødd í Miðvikuni. Teir fiskaðu 60 skippund
fyri, at tað var sum á ólavsøku, og sipaði helst til midnáttarsangin á Vaglinum í Havn, tá fólk, eins og á Ráðhúsplássinum í gjárkvøldið, stóðu so tætt, at tað hvørki bar til at koma til høgru ella vinstru [...] 1000 fólkini komu tó at bíða í nærum hálvan fjórða tíma, tí klokkan nærkaðist hálvgum átta, áðrenn fjøldin fekk stjørnurnar at síggja og hoyra. Hoyra er tó kanska í so nógv sagt, tí fyrstu sekundini av [...] ið vinnur X-Factor 2009. Í gjárkvøldið varð hitað upp til stóra finalukvøldið. 60.000 áhoyrarar bíðaðu spentir, tá klokkan gjørdist sjey. Longu klokkan fýra vóru eini 1000 fólk savnað á Ráðhúsplássinum
fyri, at tað var sum á ólavsøku, og sipaði helst til midnáttarsangin á Vaglinum í Havn, tá fólk, eins og á Ráðhúsplássinum í gjárkvøldið, stóðu so tætt, at tað hvørki bar til at koma til høgru ella vinstru [...] 1000 fólkini komu tó at bíða í nærum hálvan fjórða tíma, tí klokkan nærkaðist hálvgum átta, áðrenn fjøldin fekk stjørnurnar at síggja og hoyra. Hoyra er tó kanska í so nógv sagt, tí fyrstu sekundini av [...] ið vinnur X-Factor 2009. Í gjárkvøldið varð hitað upp til stóra finalukvøldið. 60.000 áhoyrarar bíðaðu spentir, tá klokkan gjørdist sjey. Longu klokkan fýra vóru eini 1000 fólk savnað á Ráðhúsplássinum