Løgtingsfólk eru fastlønt og fáa løn sum tænastumenn uttan at vera tænastumenn. Tey fáa eisini pensjón sum tænastumenn. Men tey hava betri treytir, enn tænastumenn hava, í og við at tey eftir bara 16 árum [...] formansskapurin í tinginum hevur ligið á málinum síðani. Fyrst við Jógvan á Lakjuni sum formanni, síðani við Páll á Reynatúgvu sum formanni, og aftur við Jógvan á Lakjuni sum formanni. Tá Bjørt Samuelsen [...] arbeiðsbólkinum sita Jógvan Amonsson, formaður, Maria á Dul og Gunn Ellefsen. Í morgin klokkan 12.30 verður álitið lagt fram fyri tingfólkum. Og klokkan13.30 verður tíðindafundur í Løgtinginum, har arbe
vóru tað fýra í verjuni, og Virgar Jónsson, sum higartil hevur verið vongverji í vinstru, var í dag fyrst verjukendur sentralur miðvallari og síðani framrættaður, tá ið hann og Emil Weihe Joensen býttu [...] um, og EB/Streymur er framvegis millum tey, sum stríðast fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Í dag tóku heimamenninir við Margáir stórt stig rætta vegin. Skála var gestur við Margáir, og skálamenn [...] var gestur undir Mýruhjalla. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur sjey stig, og at tað eru fýra stig aftur til B68 og ÍF, sum eru undir strikuni. Leygarkvøldið fer EB/Streymur at spæla á Svangaskarði
hagani, nú hann gongur á Handilsháskúlanum í Århus. Hann er nú komin til Føroyar í summarfrí og verður her til fyrst í september, tá skúlin byrjar aftur. - Tað er gott at vera í Føroyum, sigur hann. Nógva tíð [...] væl í Føroyum er møguleikin at arbeiða í bátinum, og ikki minst, tá hann sleppur á flot. Í bátahylinum eru góðar umstøður hjá bátunum at liggja kyrt. Og her er so at siga altíð onkur í onkrum báti. - Jú [...] Jú, her fær ein altíð eitt prát um útróður og veður, sigur John Allan. Viðlíkahald Seinnapartin týsdagin var av allar fagrasta veðri, og tá fór John Allan sjálvandi ein túr í bátin. Ein bátur sum hevur
varð væl móttikin og spældi uppá tað besta higartil. Og Brandur Enni var odda við óføru rødd síni. Sunnudag spældi bólkurin úr Suðuroynni innan guðstænastu í St. Columbia Church og á skránni var eitt [...] Hetlandi og hann fegnaðist um og var stak áhugaður í hesum mentanarsamskiftinum millum londini bæði. Sameind tónleikaoyggj Føroyska ferðalagið hevur minnini eftir frá einum túri, ið riggaði væl, og har vitjað [...] vitjað varð hjá fryntligum og blíðum vertsfólkum Ferðina løgdu foreldrabólkurin og forkvinnan har, Eileen Michelsen, og tónleikalærarin Ulf Nordlund tilrættis. Eftirmetingin er, at tónleikabólkurin Suðuroy
Bjørk var meldað til bólkin, Gentur 16-17 ár, og sigast má, at tað gekk framúr væl. Gull á 3.000 metrum Leygardagin rann Bjørk í finaluni á 3.000 metra-teininum, og her gjørdi gentan úr Bragdinum eitt veruligt [...] uppá teir 3.000 metrarnar, og var tað nóg mikið til at vinna gull. Bjørk rann taktiskt klókt. Var ikki í fremstu røð í byrjanini, men át seg so spakuliga inn á førarafeltið, og ímóti endanum hevði hon lagt [...] lagt seg á odda í feltinum. Fyrst komin á fremsta plássið slepti Bjørk ikki endanum, og rann seg til tað stóru gullmedaljuna. Silvurvinnarin Marie Munk Jacobsen úr Aarhus 1900 var meir enn fimm sekund aftanfyri
sambandið ímillum Briatore og Alonso, so hevur McLaren tveir av sterkastu koyrarunum í formel 1 í Montoya og Räikkönen, hvør av hesum fær sekkin aftan á 2006 er ikki gott at vita, og heldur ikki avgjørt enn [...] Red Bull. Newey hevur teknað allar vinnandi bilarnar hjá McLaren tey seinastu nógvu árini, og tey bæði árini fyrst í hesi øld, tá hann ikki teknaði McLaren bilarnar gekk rættiliga illa hjá liðnum. [...] Fernando Alonso er heimsmeistari í formel 1 og hevur, í øllum førum so vítt, sum okkum er kunnugt, liðstjóran í Renault liðnum Flavio Briatore sum umboðsmann, hetta kann tó vera broytt, uttan, at vit hava
vóru. Góði vinur og granni! Títt vinarliga og góðsliga brosandi andlit verður ikki longur at síggja. Vit vistu, at tú vart illa sjúkur, og hvønn veg tað bar; og nú tú nærum var rokkin kappaaldurin, legði [...] eitt framúr gott grannalag, og vara hvør av øðrum. Nýliga sett í búgv fyrst í sexti-árunum her uppi í uppskornum heiðalendi, komu børn okkara í verðina; spældu saman og trivust væl í einum sera barnavinarligum [...] Har hevði hann úr at gera, tí skip og útróðrarbátar høvdu ikki stundir at bíða, og tí gjørdist arbeiðsdagur hansara mangan sera langur. At støkka inn á gólvið hjá Sonnu og Leif var altíð hugnaligt. Góður
er á odda innan gransking og nýskapan. Tað hevði ivaleyst verið eitt gott hugskot at útbyggt granskingarsamstarvið millum føroyskar og danskar granskarar og millum føroyskar og danskar granskingarstovnar [...] meginlandinum, og kemur lætt í samband við fólk, sum hava stóra ávirkan í evropeiskum høpi. Havið hevur tú ein øktan møguleika millum annað at umboða føroyskt vinnulív og at skapa samstarv og samvinnu. Samstarv [...] við danir og onnur lond, sum kann styrkja føroysku vinnuna og harvið búskapin. Eitt nú haldi eg, at tað hevði borið væl til at fingið í lag eitt økt granskingarsamstarv á sunnum grundarlag. Fyrst við Danmark
ljómðai, sótu limirnir í bólkinum fyrst nærum púra paff nøkur sekund, innan tað loysnaði og gekk upp fyri teimum, at teir komu víðari. Tí teir tordu ikki at vænta og vóna hetta. Men vinnandi bólkarnir [...] ið, men so við og við kókaði tað tó í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tá fyrsti bólkurin fór á pall til annað umfar av Prix Føroyar 2005, var ikki nógv fólk savnað, men skjótt batnaði, og fólk kom í salin [...] apríl. Bólkarnir leiktu allir væl, men torført var at sammeta, tí teir vóru sera ymiskir í framførslu og tónleikastíli. Fegnir Tað tók góða løtu, nærum ein tíma, ella so, innan Jákup Magnussen, frásøgumaður
dramaleikur, og ein evangelisk tala. Eftir løtuna vórðu øll boðin til kaffi og køkur. Bólkurin hevur ferðast nógv kring landið seinastu árini. Í 2003 og 2004 var hann til tilsamans 60 møtir og onnur tiltøk [...] glaðir fyri at syngja og eru sera takksamir fyri ta góðu móttøkuna teir hava fingið allastaðni í landinum. Tað krevur nógva tíð og orku, og tað kostar nógv at leiga ítróttarhallir og alla teknisku útgerðina [...] eru: Jóhan Páll Joensen, Torkil Mørkøre, Petur Vitalis og Jógvan Høj. Teir fýra hava sungið saman síðan 2001, fyrst undir navninum "Yngra kvartettin" og nú hava teir so broytt navnið til sangbólkurin Vitin