vælskaptur drongur, ið vigar 7 pund og er 53 cm langur. Hann kom í heimin leygardagin við keisaraskurði. Keisaraskurðurin gekk væl, og bæði mamma og barn hava tað gott. Annita og lítli drongurin sleppa væntandi [...] væntandi heim fyrsta dagin. Og, sum skilst á Annitu, stúrir hon ikki fyri vøkunætum uppi yvir tí lítla. ? Hann er so fittur og friðarligur, at hann valla fær verið friðarligari, sigur glaða mamman, ið fyribils
skattin av grundupphæddini av fólkapensjónini og hækkingini av viðbótini. Fyri giftar pensjónistar hækkar frádrátturin í skattinum frá 7.800 kr. til 10.500 kr, og fyri stakar pensjónistar hækkar frádrátturin [...] g um áseting av skatti, sum eru ein fylgja av broytingunum í lógini um almannapensjónir og lógini um áseting og javning av almannaveitingum, sum Løgtingið samtykti í 1999. Ætlan landsstýrisins var, at [...] pensjónistunum, sigur fíggjarmálaráðharrin í viðmerkingunum, og at ætlan landsstýrisins er ikki at fáa størri skattainntøkur við tí nýggju pensjónslógini, og tí er tað neyðugt at gera ávísar broytingar í skatt
Veðrið fríggjadagin: Hvassur vindur av landnyrðingi og norði, men hann minkar vindin út á dagin. Kavaælingur, men eisini sólglottar og hitalagið millum ÷4 og ÷7 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp [...] okkurt kavaælið. Hitalagið millum ÷5 og ÷8 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av suðri og regn. Mánadagin hækkar hann upp í vestan og minkar vindin nakað. Hitin kemur [...] dag: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og eystri og vátakavi ella kavi. Hitin beint omanfyri frostmarkið. Seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing og kavaælingur. Hitin fellur niður í ÷2 til ÷5
1999 og fram til dagin í dag? Hvat kostaði flytingin í nýggj høli á Hálsi, keyp av nýggjum tólum og innbúgvi, og hvat er leiguprísurin? Hvussu er støðan í dag viðvíkjandi skráseting, mótrokning og innkrevjing [...] innkrevjing, og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at øll innkrevjing liggur í skelja sori bæði menniskjansliga og tekniskt. ? Eftirstøðurnar vaksa aftur fullkomiliga ótálmaðar, og eingin [...] viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini. M.a. vilæ Jóannes Eidesgaard hava at vita, hvørjar grundgevingar vóru fyri at flyta innkrevjingina frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna? Hvussu hevur
nevnliga enn einaferð ein góðan dyst, og serliga vóru tað skotini frá Sámali, sum hann hevði hug at taka. Um venjarin hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, fær teir báðar, Inga og Sámal, at spæla upp til sítt besta [...] fór at gera nakað sum helst við FM-vónirnar hjá VÍF. Alt árið hava liðini verið í hvør sínum enda, og tískil var væntandi, at talan fór at verða um ein greiðan sigur til vestmenningar. Tað varð eisini [...] sleppa at spæla oddaliðunum eitt puss. Løgdu nógv fyri Frá fyrsta bríkslið varð full ferð sett á, og kollfirðingar vóru neyvan vaknaðir, áðrenn vestmenningar høvdu lagt seg á odda við einum tenniseggi
tað meiri og meiri vundið uppá seg, at Landssjúkrahúsið verður bæði brúkt til røktarheim hjá gomlum og sjúkum og til herbergi hjá yngri fólki, sum ongastaðni hava at vera. Helena Dahl Olesen og Óluva Johannesen [...] hava at bjóða teimum, er ein song, eitt smalt skáp og eitt lítið borð. ? Men tey fáa sanniliga ikki nógv fyri pengarnar, tí tað kostar ímillum 3.000 og 4.000 krónur um dagin. Á Landssjúkrahúsinum rópa tey [...] deildarsjúkrasystrarnar á medisinsku deild, sum tala at. Tær tríggjar, Eva Mortensen á B 7, Helena Dahl Olesen á B 6 og Óluva Johannesen á E 3, sum eru tær medisinsku deildirnar, tala at, tí tær orka ikki
eitt á teknisku deild og tveir fysioterapeutar. Hetta verður mett sum ein lítil vanlukka á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí tað ber í sær, at tann ambulanta fysioterapiin verður niðurløgd og tað er til stóran ampa [...] landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum bað leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi bíða við fleiri uppsagnum inntil eykajáttanarlógin, sum nú verður løgd fram, er samtykt. Og nú tykist tað sum um tað ikki [...] , hevur borið eina umsókn um eykajáttan niðan í tingið. Sum skrivað í greinini "Eykajáttan uppá 22,7 milliónir" , verður uppskotið lagt fram leygardagin. Ein millión afturat Suðuroyar Sjúkrahús er ein
hann søkt tingið um eykajáttanir uppá 22,7 milliónir. Men tað merkir ikki, at ætlanin er at økja útreiðslurnar hjá landskassanum 22,7 milliónir. Tí av teimum 22,7 milliónunum, eru 20 milliónir, peningur [...] leyp av ymsum játtanum í fjør, og sum sostatt skulu játtast av nýggjum í ár. Talan er um játtanir til ymisk endamál, sum tað ikki eydnaðist at brúka í fjør av ymsum orsøkum og so fellur hann aftur í landskassan [...] játtanunum til onnur málsøki, og skuldu tískil ikki føra eyka útreiðslur við sær fyri landskassan. Hann sigur, at ætlanin er at leggja tríggjar eykajáttanir fram í ár, og hetta er so tann fyrsta av teimum
skúla er sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti, har Sangbrøður luttaka. Mánamorgunin kl. 6-7, bøn hjá Magnus og Miu, Áargeil 15. Bønarmøti kl. 20 hjá Mariannu og Sámal av Reyni, Varðabyrgi 14. Verið [...] mars. Ald-ursmark 14 ár og uppeftir. Tekningarlisti liggur frammi í Kelduni. Meir fæst at vita á http://heima.olivant.fo/?arnia/lega.htm Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Møti og 25 ára hald verður su [...] Mánadagin, týsdagin og mikudagin verða møti kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gamli skúli í Hvalba Vibeke Schaffalitzky og Inger J. Hildershavn halda Evangeliskt møti mánadagin kl. 19.30 og mikudagin kl.
ann, frá Jóannesi Eidesgaard, løgtingsmanni viðvíkjandi sokallaðu Demm-skipanini og innkrevjingardeildini hjá Tolli og Skatti, vóru tvær fyrstu viðgerðir á skránni fyri tingfundin hósdagin. Tær báðar fyrstu [...] roknskapum, og var tað í hesum føri talan um roknskapin hjá Postverki Føroya fyri fíggjarárið 1998. Málið varð beint beinleiðis til aðru viðgerð. Seinna fyrsta viðgerðin var av tingmáli nummar 53-7/1999, sum [...] sum er grannskoðan av almenna roknskapinum hjá Gunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 1998. Eisini hetta málið varð beint beinleiðis til aðru viðgerð. Tingfundurin nummar 59