- Hans Jørgen hevur trupulleikar og fær ikki vant við í dag. Hann hevur fingið eina virus, sum ávirkar balansuna. Vit vistu av støðuni áðrenn, men hon er blivin verri í nátt og hann hevur einki fingið sovið [...] sovið, sigur Lars Olsen. Sostatt verður einki dreyma debut fyri 35 ára gamla Hans Jørgen, sum aldrin hevur verið í landsliðshópinum fyrr. Hann er í dag farin heim frá landsliðssamlingini. Rás2 sigur beinleiðis
eiga eitt av mest undrunarverdu videoløgunum í 2013, sambært heartcloudmag.com Heartcloudmag.com hevur savnað tey fimm mest undrunarverdu videoløgini, ið komu út í fjør. Her er lagið Fall, hjá íslendsku [...] íslendsku Bloodgroup á einum fjórða plássi.
Videolagið handlar um eina barnadrotning av onkrum slag, ið hevur eina rúgvu av børnu innilæstum í einum kjallarahøli. Hygg at lagnum omanfyri, ella far inn á leinkjuna [...] .com niðanfyri, har øll fimm løgini liggja. Janus Rasmussen, ið tey flestu munnu kenna úr Byrtu, hevur seinastu árini búð í Íslandi, har hann er oddamaður í elektroniska poppbólkinum Bloodgroup. Bólkurin
grunnar, um so er, at grunnurin hevur staðfest tap orsakað av vánaligu umsitingini av grunninum.” Felags fyri allar parts-niðurstøðurnar í granskingini er tó, tørvandi fígging hevur við sær, at tað ikki er møguligt [...] at kanna nærri, um vánaliga umsitingin hevur elvt til tap hjá grunninum. Skal endurgjaldskrav reisast, er fremsta kravið, at eitt tap skal staðfestast. Tað hevur eftir øllum at døma ikki borið til at útvega
Heilsumálaráðið hevur gjørt av, at 40 fólk, sum hava trupulleikar við rygginum, og sum krevja skurðviðgerð, skulu viðgerast á Landssjúkrahúsinum og ikki á sjúkrahúsinum í Hellerup, sum vanligt hevur verið. [...] Í hesum viðfangi hevur Landssjúkrahúsið fingið avtalu við ein norskan serlækna um at gera skurðviðgerðirnar á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur longu verið her og framt skurðviðgerðir. Hendan skipanin
ÍF hevur skrivað undir sáttmálar við Áka Petersen og Aleksandar Jovevic, sum báðir eru kendir í felagnum. Áki hevur spælt við ÍF alla fótbóltsleiðina við undantaki í 2002, tá ið hann spældi við Skála. [...] Aleksandar Jovevic hevur spælt við ÍF síðani 2006. Hóast teir eru royndir ÍF-leikarar, so var ætlanin ikki, at teir skuldu spæla við besta liðnum í ár. 29 ára gamli Áki Petersen er farin at sigla, meðan [...] meðan 36 ára gamli Aleksandar Jovevic, sum er úr Serbia, hevur valt eina leið sum venjari í ÍF. Formaðurin í ÍF, Njál R. Petersen, sigur við in.fo í kvøld, at sáttmálarnir eru galdandi restina av kappingarárinum
Politiið í Tjekkia hevur handtikið 32 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava verið við í einum bólki, sum hevur handlað við barnapornografiskum tilfari, sum hevur snúð seg um myndir, filmar og annað [...] og fartelefonir, umframt 1.500 dvd-fløgur í sethúsakanningum runt alt landið. Kanningararbeiðið hevur verið í gongd síðani 2010, sigur ein talsmaður hjá politiinum, Sona Budska, ið váttar, at tveir av
Livar hevur róð kapp í mong ár og hevur millum annað vunnið trý Føroyameistaraheiti. Men tað er fyri túrarnar á víðopnum havi, at Livar er vorðið eitt kent andlit í Føroyum. Í 2005 royndu hann og tríggir [...] miseydnaðist, tí teir máttu gevast vegna veður bara 18 fjórðingar frá málinum. Í dag, átta ár seinni, hevur Livar róð tvær ferðir um Atlantshavið. Fyrra ferðin var umborð á Artemis Investments frá New York [...] túrurin var fyrr í ár, tá hann saman við sjey øðrum róði av Kanarisku oyggjunum til Barbados. Nú hevur hann so róð tvørtur um Indiska Havið – eisini her var Livar við at seta heimsmet.
Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, hevur kunngjørt á sínum Twitter-profili, at ES nú hevur samtykt handilsboykott ímóti Føroyum í sambandi við sildaósemjuna. Hóast Danmark atkvøddi ímóti boykottinum [...] brúkar sína stødd til at revsa smáu Føroyar. – Frá føroyskari síðu hevur alla tíðina verið sagt, at samráðingar eru vegurin fram, men ES hevur allíkavæl valt at trýsta sítt ígjøgnum, sigur Sjúrður Skaale. Dagført
siga, at Per Gustavsson hevur í meiri enn fjøruti ár hugtikið børn við sínum framúrskarandi søgukynstri. - Hann er ein av stovnarunum til Sagumuseet í Ljungby í Svøríki. Per hevur áður vitjað í Føroyum og [...] og hildið skeið og sagt frá. Lagt verður aftrat, at Katrin Petersen eisini hevur stóran áhuga fyri søgum og hevur fortalt søgur til ymisk høvi. Norðurlandahúsið og kunningarstovurnar kring landið vita
Ein dómari í Indonesia hevur elvt til hvast orðaskifti, tí hann hevur sagt, at menn, sum neyðtaka kvinnur, eiga ikki at verða revsaðir, tí at tær neyðtiknu kvinnurnar njóta at verða neyðtiknar. Dómarin [...] Dómarin, sum eitur Daming Sunusi, hevur søkt um at fáa sæti í indonesiska hægstarætti. Í tí sambandi var hann til eina hoyring, og har bleiv hann spurdur, um menn, sum neyðtaka kvinnur, eiga at fáa deyðarevsing [...] iðrar hann seg um orðavalið. -Eg havi sagt nakað, sum eingin eigur at siga - og serliga ikki ein, sum hevur søkt embæti sum hægstarættardómari, sigur Daming Sunusi í einari sjónvarpssamrøðu.