hann fór til skips, og síðani hevur hann so at siga bara verið í vinnu á sjónum. Okkurt stutt skifti hevur hann arbeitt á landi, men tað hevur ikki verið leingi. So hevur trongdin eftir aftur at sleppa [...] hann nú er á búrfiskaveiðu við. Símun er av raskastu sjómonnum. Hann hevur ongantíð spart seg, hann dugir alt arbeiði, og so hevur tað ikki minst at siga, at hann er sera fryntligur og lagaligur at vera [...] var lítil smádrongur, hevur veiðuhugurin ligið til Símun, og soleiðis er tað framvegis. Tá ið hann er heima, dámar honum væl at fara við byrsuni at skjóta fugl og harur, og hann hevur ikki verið leingi heima
mikið hvat tað er, so hevur hann eina loysn. Honum hevur altíð dámt væl at royna nakað nýtt og spennandi, hann hevur mangan staðið á skíðum, bæði í kava og á vatnskíðum. Vind-surfing hevur hann eisini roynt [...] roynt. Hann hevur eisini verið nógv í bjørgunum og fleyga fugl, bæði í Vestmannbjørgunum og í Settorvuni nærhendis Viðareiði. Elsa er framvegis virkin innan fimleikin, sum altíð hevur havt hennara áhuga. Hon [...] Hon hevur í mong ár havt ymisk kvøldskúlaskeið í fimleiki ymsastaðni, sum t.d. í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði. Hon er sjálvlærd, men hevur verið til ymisk skeið í hesum sambandi. Hóast hon er farin
vit við hesum vilja. Men hevur tað ikki í Fótbóltssambandinum verið so, at formaðurin avgreiðir flytingar, meðan umsitingin hevur bókhaldið? - Jú, tað er rætt, og í so máta hevur skilnaður verið. Men sjálvur [...] at felagsskapurin nú bert hevur eitt evni til formanspostin, og at hetta evnið er Dánjal Andreasen. Skrivið, sum er ógvuliga stuttorðið, staðfestir, at Rúni Heinesen hevur broytt uppstilling sína til [...] - Støðuna, sum Christian hevur tikið, má hann so svara fyri. Eg havi so valt at loysa knútin upp á hendan mátan, og tað standi eg við, er einasta viðmerkingin, sum Rúni hevur til málið.
Ikki ókend í politikki Hóast Heidi Petersen ongantíð áður hevur stilla upp til løgtingið, so er hon als ikki ókend í Tjóðveldisflokkinum. Hon hevur seinastu tvey árini sitið sum formaður í aðalstjórn floksins [...] valinum. Annars er Heidi Petersen upprunaliga úr Kvívík, men hon hevur búð í Vestmanna í 20 ár. Hon fekk prógv á Føroya Læraraskúla í 1985 og hevur starvast sum lærari í Vestmanna. Hon er 44 ára gomul og er [...] búsitandi í Vestmanna. Hon fekk 203 persónligar atkvøður og vann tí á Nikláa Petersen úr Kollafirði, sum hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldisflokkin undanfarna valskeið. Niklári fekk hesuferð 171 persónligar atkvøður
Skipaeftirlitið hevur kannað, hvat fór fram í Nólsoyarfirði hesa lagnuløtu. Niðurstøðan er, at Hella er komin í eina íðu, júst sum hon hevur snarað og ætlað at siglt fram við landi. Báturin hevur tikð sjógv [...] stýrhúsið gjøgnum opnu hurðina. Nógvi sjógvurin hevur elvt til so stórt trýst inni í húsinum, at teir fimm rútarnir eru trýstir út. Og full av sjógvi hevur uppdriftin í Hellu ikki klárað at hildi henni flótandi [...] glastrevjabáturin Hella við eigaranum Gudmundi Isfeldt umborð sakk, er nú staðfest. Gudmundur Isfeld hevur verið í arbeiðsørindum í Nólsoy og var á veg til havnar aftur við báti sínum henda seinnapart í januar
Hann hevur verið býráðslimur síðan 1972, og hann hevur leingi gingið við einum borgarstjórasessi í búkinum. Royndi býráðspolitikarin hjá Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen, hevur eftir 32 ár í býráðspolitikki [...] Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen vísir staðliga aftur, at hann hevur brotið avtaluna við Fólkaflokkin. Hann sigur, at nýggja samgongan hevur tikið fyrilit fyri bæði Beatu og Høgna, og tað stendur teimum [...] Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, hevur til innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum, svarar Heðin Mortensen, at floksformaðurin er fegin um, at Sambandsflokkurin hevur fingið borgarstjórasessin í størstu
Hannis var 16 ára gamalur hevur hann sett eplir niður á hvørjum ári, og hevur hann júst tikið eplini upp fyri í ár. Hannis hevur tann eginleika, at hann er sera røkin maður, og hevur hetta við sær, at hann [...] eitt skifti stjóri í Roynds Kolasølu. Hannis hevur fingist við seyð, síðani hann var smádrongur og hóast høgan aldur, fæst hann fremvegis við seyð. Hann hevur verið seyðamaður í fleiri hagapørtum, og í einum [...] haga, fæst hann við ymiskt handaligt arbeiði í kjallaranum. Andaliga heim sítt hevur Hannis í Vitninum í Hvalba, og hevur Zarepta eisini eitt stórt pláss í hjarta hansara. Á hesum merkisdegi ynskja vit
Jón Rói havt skaðar Jón Rói Jacobsen hevur verið óheppin í síni tíð í donskum fótbólti. Tvær ferðir hevur hann fingið álvarsaman skaða í knæið, og báðu ferðirnar hevur tað tikið mesta av einum ári at koma [...] leika fulltíðar fótbólt. Tað hevur gingið bæði aftur og fram, har skaðar hava forðað honum at fáa veruliga gjøgnumbrotið. Sáttmálin hjá honum gongur út í summar, men Súni hevur góðar vónir um, at hann fær [...] fær nýggjan sáttmála. Trívíst væl Hóast Súni fyri tað mesta hevur verið skaddur, so dámar honum væl í felagnum. - Her er deiligt at vera. Nú eri eg við at koma fyri meg aftur, so nú kann eg aftur fara at
fyri Løgtinginum, hóast hann ongan møguleika hevur at eftirkannað svarið, tí tað er ein heilt annar landsstýrismaður og ein heilt onnur umsiting, sum hevur ábyrgdina av tí. Hendrik Old heldur, at hetta [...] at taka ábyrgdina av einum svari, hann í veruleikanum onki hevur við at gera. Men hetta er eisini ein háðan ímóti Bjarna Djurholm, sum hevur alla vitanina, men noyðist at lata Løgmann lesa svarið upp. [...] Páll á Reynatúgvu at spyrja Løgmann um nakrar spurningar í Løgtinginum um Sandoyartunnilin. - Hetta hevur als onki við tað at gera, at vit vilja forða tinglimum at seta landsstýrisfólkum og løgmanni spurningar
gongdina í málinum: Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur avgjørt, at Jóhan Petur Davidsen, verður settur frá sum leiðandi yvirlækni á Skurðdeplinum og samstundis hevur hann fingið fráboðan um eina ávaring. Men [...] stríð um, hvør hevur rættin at taka yvirskipaðar avgerðir á stovninum. Hetta máar støðið undan einum vælvirkandi stovni, og tað kann sjúkrahúsleiðslan ikki góðtaka. Sjúkrahúsleiðslan hevur lagt seg eftir [...] stundum hevur verið ført fram í fjølmiðlunum. Jóhan Petur Davidsen fekk 14 dagar til at koma við einum hoyringssvari, og hetta svar var Landssjúkrahúsinum í hendi 4. november. Sjúkrahúsleiðslan hevur nú viðgjørt