16. juni. Tycho. Í fjórðu ella fimtu øld var hann biskupur í Amatus á Kypros.
15. juni. Valdemarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi niður av himni. 15. juni í 1912
9. juni. Primus, deyður umleið ár 300. Hann var rómverji. Hann og bróðir hansara Felicianus vórðu illa píndir og tiknir av døgum. Primus merkir tann fyrsti.
3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið
11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og
19. juni. Gervasius, deyður umleið ár 300. Gervasius og bróðurin Protasius vórðu tiknir av døgum í Milano. 20. juni. Sylverius, deyður ár 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur [...] skjótt frákoyrdur. Navnið merkir skógarbúgvi. 21. juni. Longsti dagur. Sólstøður, tá ið sólin stendur hægst á luftini um miðdagin. Tað kann vera 21. ella 22. juni. Dagurin eitur eisini Albanus. Hann var úr Onglandi
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir
17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi, og býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði umleið ár 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið
24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes Doyparans. Minningardagurin hjá halgimennum var vanliga deyðadagur teirra, men hjá Johannes Doyparanum er tað føðingardagurin, ið verður hildin, av tí at hann
23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur, sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti við 80 ára gamal