vánaligt fyrst í dystinum, men vendu so gongdini og kundu havt vunnið, tá ið av tornaði. Mjølnir má tó metast at vera betur fyri til dystin leygardagin. Í Eysturskúlanum verður so fyrsta slagið um Havnina. Fram [...] nógv fyri, og ofta leikar hart á. Romica Pascu venur í ár Fram. Hann vandi Fleyr seinasta kappingarár, so kanska veit hann okkurt gott vápn at koppa teir við. Romica spælir sjálvur við á liðnum hjá Fram, og [...] Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir ? SÍ kl. 13.00 Leygardag 21.10.00 Eysturskúlin Fram ? Fleyr kl. 15.30
grindaraksturin so mikið, at hann fær rikið grindirnar til havs við ?Ocean Warrior?, ístaðin fyri at tær verða riknar til lands. Men hann væntar ikki, at tað fer at vera friðaligt undir Føroyum, so leingi hann [...] Hann sigursambært ES viðtøkum, hevur danska stjórnin ikki loyvi at stuðla hvalaveiði av nøkrum slag. ? So fáa vit at síggja, hvussu leikur ferð og hvussu danska herskipið fer at fyrihalda sær. ?Og hesuferð [...] at øll heimsins eygu fara at fylgja við, tá ið hann kemur til Føroya í Summar. Hann sigur, at eini 15 fjølmiðlafólk verða við á føroyaferðini hjá ?Ocean Warrior? og sostatt kann væntast, at tiltakið fer
»konsolideringina« út sum vinningsbýti beinleiðis í egnan lumma. So er einki uppspart í felagnum, og við galdandi vinningsbýtisskatti (35%) so verður samlaði skatturin, (partafelagsskattur + vinningsbýtisskattur) [...] óvanliga føstulávintsgávu frá landsstýrinum. Vinnuavkastið hjá partaeigarum verður nú skattað við eini 10?15% lægri enn hjá tí, ið skal stríðast fyri sína inntøku. Men tey, ið sleppa frá at stríðast fyri inntøkuna [...] landi, heldur iki tá fólkaflokkurin sat á fíggjarmálum. Tjóðveldisflokkurin er óivað farin at kenna so mikið til í øllum fullveldisrúsinum, at alt ideologiskt vit og skil er farið, og hann hevur heilt gloymt
Neistin-Tjaldur 42-24 (15-12) Neistaliðið hevði greiðan setning, tá teir leygardagin fóru á vøllin at leika móti Tjaldri. Tvey stig skuldu fáast til høldar, um leiðslan niður til vestmenningar skuldi [...] ógjørlig uppgáva at loysa, at tí meðan Neistin higartil í endaspælinum hevur vunnið allar sínar dystir, so hevur Tjaldur enn einki fingið burtur úr teimum tíggju ferðunum, sum teir higartil høvdu verið á vøllinum [...] Neistaliðið tóktist alt ikki at taka uppgávuna í álvara, og hóast teir ongantíð lótu Tjaldur fara fram um, so megnaðu teir hinvegin heldur ikki at toga seg burtur frá mótstøðuliðinum. Orsøkirnar til hetta vóru
Dagfinn Olsen Myndir: Jens Kristian Vang Tekningar: Z. Heinesen og W. Heinesen Í dag, 15. januar 2000, verður 10 ára dagur William Heinesens hildin. William andaðist í 1991. Gunnar Hoydal hevur vegna Føroya [...] skal taka ímóti Nobelheiðurslønini. Framsýningin hevur eisini útvarps- og sjónvarpsupptøkur at bjóða, so tey vitjandi sleppa at hoyra mannin sjálvan koma við metingum. Eisini myndlist Eisini myndlist eftir [...] upp. Gunnar Hoydal metir, at hjá Williami var hetta við myndlistini beint øvugt av, hvat tað er hjá so ongum øðrum. Listin gjørdist fríari og fríari og 75 ára gamal fór hann undir at klippa og gjørdist
Ver vælkomin á almennan borgarafund á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin 3. desember kl. 13-15 at hátíðarhalda altjóða dag teirra, ið bera brek, saman við okkum. Tá skipar MEGD fyri pallborði við tveimum [...] flokkunum við yvirskipaða spurninginum: Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag? Hóast spurningurin kann undra, so seta vit hann við støði í avgjørdum manglum í verandi skipanum, og hvussu tær virka í verki. Vanliga [...] grundleggjandi avbjóðingarnar, ið ov mong merkja í gerandisdegnum. Neyðugt er at samskipa økini betri, so tey tosa saman og seta menniskjað í miðdepilin, og við miðvísum arbeiði og nøktandi fígging skipa tilboð
Tíðindarskriv frá Felagnum føroysk ross: Stovnurin er so mikið lítil, at hann verður mettur at vera álvarsliga hóttur og í vanda fyri at doyggja út, um einki munagott verður gjørt. Men hóast fundir og [...] loysn í verandi støðu. ##med2## Tað er ein dulnevndur grunnur, sum hevur latið eina trivaliga upphædd, 1,5 mió. kr., til hesa verkætlan, sum helst er størsta og týdningarmesta tak at bjarga føroyska rossinum [...] bara fýra upprunarossum. Tað var tí í tøkum tíma, at fólk tóku lógvatak um framtíðina hjá rossinum, so tað ikki skuldi doyggja út, eins og føroyska kúgvin. Leiðin móti einum nóg stórum og fjølbroyttum stovni
árunum. So kann mann sjálvandi spyrja seg sjálvan: hvussu gamalt er Norðlýsi(ð) í veruleikanum? Hóskandi hevði verið at sagt: Í ár eru liðin 110 ár, síðan Norðlýsið kom út á fyrsta sinni . So hoyrdi lurtarin [...] út í Klaksvík, prentað í Nordlysets Trykkeri Blaðið stóð sjálvstýrisflokkinum nær og blaðstjóri var so leingi tað kom út Símun P. Zachariassen; síðsta nr. kom 25. juni 1920. – Eitt eintak kom út 23. februar [...] 1940 kyknaði tað aftur í aftur undir navninum Norðlýsið. Hákun Djurhuus var nú blaðstjóri, men longu 15. juli 1944 sloknaði tað. Frá 17. mars 1945 kom blaðið aftur við 13 nr. til 3. november 1945 (blaðstj
flokkur. Sum nevnt omanfyri so vann Grani við Halli Hansen á baki, teir báðir hava fyrr vunnið onkra kapping, men í ár hava teir tó ligið eitt vet aftanfyri hini rossini. So var ikki á ólavsøku. Grani kom [...] hugnaðu sær í góðu kørmunum úti í Havnardali. Spenningurin var eisini stórur og sum kappingin endaði, so verður enn størri spenningur til komandi kappingar, tí onkur favorittur snávaði og onkur sum tað kanska [...] Hesturin hjá Zacharias R. Jacobsen, Fúsi, fekk handa ferðasteyp, fyri bestu úrslit á ólavsøku farnu 15 árini ##med5## Grani og Hallur Hansen greitt á odda í teirra riðli
dýrabærar løtur, sum bara hava góð minnir, og sum hava givið okkum skúlabørnum innlit og vitan um so mangt, náttúru og menniskja ”. Ein frálík konsert á flyglinum, sum Alex hevur biðið um í fleiri ár [...] Rondo D-dur av Wolfgang Amadeus Mozart og síðani eina Sonatu í fýra satsum í B-dur av Frantz Schubert. So væl varð spælt, at Jóhannes bleiv klappaður inn aftur og spældi eitt eyka stykkið av Chopin. Jóhannes [...] diametur, sum Edward Fuglø og Tekniski skúli skipa fyri. Aftaná varð boðið kaffi og køkur, og prátið gekk so lystiliga, har øll vildu sleppa at heilsa uppá høvuðspersónin, Alex. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5##