Aftur í ár eru tað limir frá Kiwanis-klubbanum Tórshavn, sum selja jólatrø, har allur vinningurin av søluni fer til vælgerandi endamál í Føroyum.
Í dag, 5. mars fyllir Erling Joensen, Gjógv 70 ár. Dagurin verður hildin hjá Odu og Jørgin, Kálvagerði 5, Tórshavn, frá kl. 19.00.
25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, til hann varð hálshøgdur ár 230. Eftir teimum gomlu álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur. Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi.
30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálvum. Annars verður dagurin eisini nevndur pálsmessa.
22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza í Spaniu. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er latínskt og merkir hin sigursæli.
25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, til hann varð hálshøgdur ár 230. Eftir teimum gomlu álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur. Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi.
8. februar. Korinta, deyð umleið ár 250. Kristin kona í Aleksandriu, sum ikki vildi ofra til heidnar gudar og tí varð tikin av døgum.
Primus, deyður umleið ár 300. Hann var rómverji. Hann og bróðir hansara, Felicianus vórðu illa píndir og tiknir av døgum. Primus merkir tann fyrsti.
Fríggjadagin 1. juli fylti Hannis Jacobsen, Tórshavn, 70 ár. Dagurin verður hildin heima, Hamarsgøta 1, leygardagin 2. juli frá kl. 10.00-15.00.
27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø føddur hendan dagin í 1906.