góða avtalu við danir um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Broytingar, sum staðfesta, at evsta valdið liggur hjá føroyska fólkinum, og hesum politikki fara vit framhaldandi at virka fyri, bæði [...] , ella um vit velja samstarv og loysnir saman við Javnaðarflokkinum. Vit í Javnaðarflokkinum hava ein klokkukláran sjálvstýrispolitikk. Vit taka undir føroyska fólkaynskinum um broytingar í ríkisrætta [...] løgtingið fult vald í øllum yvirtiknum málum, og tað verður løgtingið - og harvið føroyska fólkið - sum ger av, hvørji mál verða tikin yvir. Vit halda, at tað hevur stóran týdning, at hetta verður gjørt
framtíðarvirksemið á Heilsudeplinum í Vági, sum verður ein vital miðstøð fyri borgarar, ið hava brúk fyri heilsubót, fakligari ráðgeving og heilsutænastum sum heild. Tað eru Hovs kommuna, Porkeris kommuna [...] fyri at gerast ein heilsudepil og harvið økja talið av læknum og bjóða fleiri heilsutænastur. Kommunurnar vísa á, at staðsetingin verður hin sama sum í dag, tí Heilsumiðstøðin liggur sentralt í Vági; [...] kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna, sum í felag eiga og reka Heilsumiðstøðina í Vági, har tað í dag starvast tveir kommunulæknar og ein útbúgvingarlækni. Kommunurnar hava í longri tíð arbeitt við einari
líkið hjá spanska einaræðisharranum Francisco Franco verið grivið dalinum Valle de los Caídos, ið liggur nærhendis spanska høvuðsstaðin Madrid. Tað verður tó neyvan leingi aftrat, tí fríggjadagin viðtók [...] at líkið hjá fyrrverandi einaræðisharranum skal gravast upp og flytast. Í staðin skal tað jarðast í ein kirkjugarð í Madrid. Sambært spanska blaðnum El Pais ynskir stjórnin við avgerðina at gera upp við [...] sponsku tjóðini undir harðrendu stjórnini hjá Franco. - Fólkaræðið kann ikki setast í samband við ein gravstað, ið er til æru fyri Franco, segði spanski varaforsætisráðharrin, Carmen Calvo, á einum tí
djúphavn í Lopra. Landsverkfrøðingurin breyt lyftið Ein orsøk til, at Sumbiar Kommuna sá ein gyltan møguleika at gera havn í Lopra nú, er, at alt grótið, sum varð sprongt úr Sumbiarbergholinum varð lagt í [...] siðvenju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur kommunan, sum arbeitt verður í, eisini grótið, sum er sprongt burtur. ? Eitt nú er tað Bíggjar Kommuna, sum nú fær grótið, verður sprongt burtur úr ætlaða Gása [...] Framtíðarætlanir Gongur sum ætlað, verður ein størri og betri havn bygt í Lopra. Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at í løtuni hevur kommunan ongi stykki og ongar møguleikar annars
Longyearbýurin liggur á oynni Spitsbergen og er høvuðsbýur á Svalbard við stívliga 1800 íbúgvum. Býurin telist millum norðastu búsetingar í heiminum. Tað var entreprenørurin, John Munroe Longyear, sum legði lunnar [...] Ein forvitnislig verkætlan í Longyearbýnum á Svalbard hevur fingið 554.000 norskar krónur í stuðli úr einum grunni, nevndur DIP, Designdrevet Innovasjonsprogram. Talan er um fyritøkuna, LPO Arkitektar [...] , sum vilja bjóða byggiídnaðinum av. Tey halda, at byggiídnaðurin dámar ov æl at ríva niður og byggja nýtt. Í staðin miðja LPO Arkitektar heldur eftir at endurnýta brúkt byggitilfar. Bakgrundin fyri v
ikki koma upp niðast á Gomlurætt, soleiðis sum ætlanin er. Tað eru býráðslimir í Havn samdir um. Tí hevur býráðið nú samtykt at biðja um samráðingar við felagið, sum skal gera tunnilin um at broyta linjuføringina [...] felagið, sum ger tunnilin vil hava tunnilsmunnan heilt niðri á sjálvum havnarlagnum, hóast bilarnir sostatt mugu ígjøgnum tvey krøpp sving, áðrenn teir koma á høvuðsvegin. Orsøkin er, at so liggur tunnilin [...] havnina, tá ið hon verður niðurløgd sum samferðsluhavn, sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini. Hon leggur afturat, at tað er ein stuttskygdur løtuvinningur at
trupulleikin kann loysast. Ein máti kann vera at útvega ein størri oljuskiljara, ella tvey, men talan kann eisini vera um onkran skiljara, sum tekur plast og annað upp, sum annars liggur og flýtur í sjónum. Hann [...] Vágsbotn til ein miðdepil í Havnini og ein stórur partur av tí hevur verið at veitt kloakkir burtur úr Vágsbotni fyri at sleppa undan lukti og dálking. Og tað hevur verið ein munandi bati. Men nú ein dagin gramdi [...] trupulleikan. Ein partur av trupulleikanum er, at virksemið í Vágsbotni er vaksið so ómetaliga nógv seinastu árini, og tað elvir til dálking. Ein annar partur av trupulleikanum er, at ein oljuskiljari er
um at skerja talið á løgtingslimum ein fjórðing. Ein av fyrstu døgunum verður sostatt eitt uppskot lagt fyri Løgtingið um at skerja talið á løgtingslimum úr 33, sum tað er nú, niður í 25. Tað er Bjørn [...] fyri Sambandsflokkin, sum er stigtakari til hetta. Men hann sigur, at hann er ikki einsamallur um at hava hesa meiningina. Tískil verða tað eisini tinglimir úr fleiri flokkum, sum fara at leggja tað fyri [...] Akkurát hvørjir tinglimirnir verða, sum fara at legja uppskotið fram, dugir hann ikki at siga beint nú. - Men tað verða kanska einir fýra ella fimm løgtingslimir, sum fara at leggja tað fram í felag. Kortini
Tjóðveldið heldur, at hetta er ein spurningur um at styrkja fólkaræðið og at skapa javnvág í politisku skipanini, eftir at fólkið hevur valt fólk á ting. - Í dag liggur ein óviðgjørdur og ógrundaður val [...] eftir eitt val. Hann kann nevniliga verða sitandi, til hann fær ein meiriliuta ímóti sær. - Enntá kann ein løgmaður beint eftir ett nýval, sum ikki fellur til hansara fyrimuns, skriva val út og senda nýggja [...] yvirhøvur at fáa ein møguleika at skipa stjórn. - Hetta er óneyðug og ógvuslig skeikling í valdinum millum fólkavalda Løgtingð og úttinnandi valdið hjá løgmanni. - Í roynd og veru kann sjálvt ein løgmaður, ið
Sambandsflokkurin ger nú aftur eina roynd at sleppa av við avgjaldið, sum liggur á brenniolju. Flokkurin hevur áður lagt líknandi uppskot fyri løgtingið, men tey hava ikki fingið neyðugu undirtøkuna. Nú [...] heldur, at tað er ein neyðugur og uppiborin lætti, hvørt einasta húski, borgari og arbeiðspláss fáa, um uppskotið verður samtykt, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið, sum Sune Jacobsen legði [...] fer uppskotið hjá Sambandsflokkinum at hava ein lætta upp á 3200 krónur við sær um árið. Spara olju Sambandsflokkurin sigur, at flokkurin metir brenniolju sum neyðsynjarvøru, og at stórt avgjald tí ikki