barnamøti við Niels Jacob Nielsen. Í kvøld kl. 20 talar Regin Høgnesen og Leila Højgaard syngur. Sunnukvøldið kl. 19 talar Niels Jacob Nielsen og Marita, Hallgerð og Jóhanna syngja. Innsavnað verður til Hei [...] týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Havn Leygardagin kl. 17 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5. Sunnudagin kl. 11 og kl. 16 í Losjuni [...] sunnudagsskúl, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli
55 cm langur og vigaði 3995 gr. Foreldrini eita Elin og Torben. 17. febr. fingu Sonja og Allan Norðgerð, Saltnes, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850. 18. febr. fingu Jóhanna og Jóanis Erik Køtlum [...] 52 cm langur og vigaði 3500 gr. 19. febr. fingu Elsebeth Sanna á Krákusteini og Bergur Djurhuus Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. 20. febr. fingu Eli og Brita Smith, Tórshavn [...] 54 cm long og vigaði 3950 gr. 20. febr. fingu Johanna Kathrina Nielsen, Sandvík, og Sten Spange Larsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3900 gr. 21. febr. fingu Terje og Birgit Nielsen
bíligari at reka, og nakað frælsi fremjast, so eigur fyrst og fremst at verða hugt at teim stovnum og sektorum, sum hava havt ein ótálmaðan vøkstur, og so skera fyrst har, um neyðugt. Og hinvegin lata teir [...] miðfyrisitingini í Tinganesi , b)hjá Landsverkfrøðinginum og c)í Skúlafyrisitingini , fyri einum 15-20 árum síðani? d)Og hvussu nógv starvast har í dag?? e)Og ?Var landið munandi minni tá, enn tað er nú? Fólkatalið [...] umboðan av lærarum ? eisini úr barna- og studentaskúlunum ? à Tingi og í Landsstýri øll árini? Og hevur umsitingin í Tinganesi livað í so nær uppat teim fólkavaldu, og av hesum havt tey so væl niðri í ?r
Eiði-1 og Eiði-2 um áirnar, ið renna í Sundini, meðan Eiði-3 og Eiði-4 fevna um tær, ið renna í Funningsfjørð og Skálafjørð. Eiði-1 gongur suður til og við avfallsøkið til Trogará og Eiði-3 til og við a [...] bjargast, men tað hevur skund, og tá má eisini Yvirfriðingarnevndin siga »nei« til umsókn SEVs at bora víðari inn í Eiði-4 og turrleggja Vesturdalsá og Fjarðará. 6. Grøna, gula og bláa álitið: 10% av Føroyum [...] FNU (Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag) í nov. 1996 eitt álit til løgtingið, landsstýrið, umboðsnevnd SEV?s og SEV stýrið, har víst varð á, at tað var umhvørvisliga, tøkniliga og búskaparliga skeivt
minuttir vóru farnir fóru Jóhannes Joensen og Jákup á Borg út, og Pól Thorsteinsson og Heðin á Lakjuni komu inn. Tveir minuttir seinni fór Símun Eliasen út, og Jákup Eli Olsen kom inn. Eftir 75 minuttir [...] Bosnia-Hersegovina og á heimavølli móti Kekkia og 2-1 tapið á útivølli móti Skotlandi. Hampuligari russarar Leygardagin seinnapartin æt mótstøðuliðið Sarskov úr næstbestu deildini í Russlandi, og dysturin varð [...] føroysku spælarunum og snýtti Jens Martin Knudsen. Hetta ljóðar sum ein støða, ið minnir ikki so lítið um avrættingarnar í fjør, tá Bosnia skoraði til 1-0, og tá Skotland økti til 2-0. Tá ein hálvur tími
monnum, og fyri nógv var liðið av Strondum eitt upplagt boð upp á ein føroyameistara. Síðani er gingið illa í hond, og liðið tapti tríggjar dystir á rað ? steypafinaluna móti VÍF og móti Neistanum og Kyndli [...] seg framum 22-19, og tá Elias Hansen, sum í seinna hálvleiki var munurin á liðunum, skoraði til 25-20 við sjey minuttum eftir, var dysturin avgjørdur. Elias skeyt seks mál í dystinum, og øll komu í seinastu [...] burtur úr Neistanum, og sunnudagin vunnu teir aftur greiðan sigur, hesaferð móti KÍF. Kollfirðingar hava sjálvir staðið fyri fleiri góðum úrslitum í ár, m.a. stórsigur á H71 í Vestmanna, og á sínum gamla »
gjørdi sum KÍF og fór at mansverja Hans Guðmundsson frá byrjan. Men munurin í hesum dystinum og tí móti KÍF var Finnur Hansson, sum helt H71 inni í dystinum í fyrra hálvleiki. Hans fór út og sat uttanfyri [...] í ár, og har av eru tríggir teir fyrstu á heimavølli ? móti ávikavist StÍF, KÍF og Neistanum ? áðrenn teir enda móti VÍF í Vestmanna. H71 hevur dystir eftir móti Neistanum, Kyndli, StÍF (úti) og VÍF (heima) [...] hekk saman, bóltarnar vórðu í heilum tveittir út av vøllinum, og verjuinnsatsurin var alt, alt ov sløvur. Fleiri av spælarunum stóðu beinleiðis og svóvu, tá Pole Hansen, sum var klárt besti maður á vøllinum
javnir til tíðir. Men brádliga vendi og Fleyr fór at vinna teir dystirnar, sum tær áður høvdu tapt. Útidystirnir móti Drátti og TB góvu knappliga stig til havnaliðið, og tað hjálpir sjálvandi í kappingini [...] at venjarin fór aftur til upprunauppstillingina og tað var nóg mikið til at koyra settið heim. Fleyr vann annað sett 15-13. Einki eftir Støðan var nú 2-0 og TB hevði so gott sum givið skarvin yvir. Líka [...] dystin frá byrjan og loyvdu ongantíð TB at koma framat. Tað skal eisini sigast beinanvegin, at Fleyr hevur fingið munandi styrk síðan Súsanna McBirnie kom aftur á liðið. Saman við Rúnu Hentze og Onnu Dalsgaard
Corsa, Topyta STarlett og Ford Ka. Tyngdarflokkur 2: 801 - 1000 kg: t. d Ford Escort, Toyota Corolla og VW Golf. Tyngdarflokkur 3: 1001 - 1200 kg: t.d. Toyota Avensis/Carina og Ford Mondeo. Tyngdarflokkur [...] fevnir eisini um føraravanlukkutrygging, og verður rindað kr 300.000 við deyða og 500.000 við 100% avlamni. Christian C. Nielsen sigur, at teirra trygging er einføld og løtt at skilja. Hann vísir kortini á [...] tekna biltryggingarnar hjá okkum - og vit vóna eisini, at vit upp á eitt sindur longri sikt kunnu fáa eini 20% av marknaðinum. Í øllum førum leggja vit dent á ein javnan og tryggan vøkstur í tryggingunum,
grá hár í høvdið og mangan av røttum. Odd Eliasen hevur so bundið tað heila saman á ein skilagóðan hátt, og hóast lágur á vøkstri, so er hann ein stórur spælari. Berjist um hvønn bólt og ein snildur sum [...] honum enn. Rutinan kompenserar fyri skjótleikanum og tað er nóg mikið við hvørt. Hinir báðir ungu menninir hava eins og allir hinir staðið seg væl og hava gjørt ÍF-liðið til eina heild, sum bara Fram hevur [...] til Fuglafjarðar í tíggju ár. Og tað skal eisini leggjast afturat, at hesaferð var eingin skriviborðsavgerð, sum gav ÍF meistaraheitið. Teir hava klára alt sjálvir, og tað skal verða teimum væl unt, tí