loyvisveitanina, fer felagið í fyrstu atløgu at gera íløgur fyri einar tredivu milliónir krónur. Hendan íløga skal ætlandi gera tað møguligt hjá telefelagnum at veita íbúgvum í Tórshavn, Skálafjørðinum og [...] og pørtum av Eysturoynni og Klaksvík fartelefontænastur. Sjálvt væntar felagið, at hetta fer at gerast møguligt longu í summar. Telefelagið Alnót hevur frammanundan fingið øll tey fjarskiftisloyvir, sum [...] um. Hósdagin fekk næststørsta telefelagið í landinum, Alnót, nevniliga loyvi frá Vinnumálastýrinum at veita GSM tænastur í Føroyum. Alnót er higartil einasta telefelagið umframt Føroya Tele, sum hevur
Hetta komst partvís av, at lutfalsliga fáir bilførarar hættaðu sær út á vegirnar, eftir at kavarokið hevði lagt hesar undir eitt tjúkt lag av kava. Summa staðni á oynni var so at siga ikki koyrandi annað [...] ikki avstað, fyrr enn ruddað var, og tí varð avgjørt ikki at koyra fólk úr dansihølinum, fyrr enn koyrandi var. Soleiðis sluppu fólk undan at bíða uttandura í kalda veðrinum. Um seks tíðina var vegurin [...] annað jólakvøld, og av sýsluskrivstovuni varð mælt fólki til ikki at koyra, fyrr enn kavin var ruddaður burtur. Dansur var í Virkinum Heima á Sandi, men tá dansurin skuldi enda um fýra tíðina gjáramorgunin
er tað fyri mær líkaso sjálvsagt, at okkara sosialpolitikkur skal lagast eftir føroyskum viðurskiftum. Kommunan skal yvirtaka allan sosialpolitikkin og virka fyri at fremja ábyrgd í sosialum veitingum [...] veitingum og fullkomiliga forða fyri, at sosialpolitikkur kann nýtast sum politiskt útgjaringaramboð. Vit skulu líka so sjálvsagt virka fyri, at ellisheim, ellisíbúðir og vardar íbúðir verða bygdar, og vit skulu [...] av landsmynduleikunum, at røktarheimstørvurin í Tórshavnar Kommunu verður nøktaður. Kommunan skal útvega sær betri innlit í sosialmál. Men hetta eru bara yvirskriftirnar. Fyri at kommunan skal fungera sosialt
verið mett sannlíkt, at teir tríggir flokkarnir gera samgongu uttan um Fólkaflokkin, men eingin torir enn heilt at avskrivað Fólkaflokkin. Tað tykist tó verða rættiliga greitt, at Fólkaflokkurin ikki fær [...] er spurningurin, um Fólkaflokkurin er sinnaður at lata leiðsluna frá sær í einum samstarvi við Javnaðarflokkin. Jógvan við Keldu segði annars valkvøldið, at Fólkaflokkurin ikki vildi lata leiðsluna frá sær [...] Tjóðveldisflokkurin, vil fegin hava leiðsluna í býráðnum, men Javnaðarflokkurin er eisini hugaður at fáa borgarstjórasessin. Síðani valið hava bæði Eyðgunn Samuelsen og Torleif Sigurðsson verið nevnd
bløðunum hesar seinastu dagarnar. Tá tú hevur lisið fyrra part, var fryktandi fyri, at nú mundu ikki fleiri brøgd vera at nevna. Men her fór tú skeivur, tí seinri partur var ikki soltnari. Kanska heldur hin [...] koyra eftir hesum fáu hættisligu metrum, sum undrast á, at arbeiðið ikki fyri langt síðan er fingið frá hondini. Vónandi er tað bara eitt mistak, at borgarstjórin ikki nevndi hetta arbeiðið sum eitt av komandi [...] heilt lítið, ið hetta minti teg um talið á Tívilsdøtrum. Her var ikki endi á. Kortini var tað so løgið, at einasta ynski, ið undirritaði, saman við kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni fleiri ferðir hevur borið fram
teimum fólkum, sum hava havt við ferðavinnuna at gera. Í fjør samtykti Klaksvíkar býráð, at játtanin til Kunningarstovuna skuldi hækkast, so møguleiki var fyri at seta fólk í fulltíðarstarv. Arbeiðið hjá [...] á Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík. Nevndin fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum avgjørdi í farnu viku, at tað verður Christian Olsen í Klaksvík, sum skal verða leiðari á Kunningarstovuni. Sjey umsøkjarar vóru [...] Kunningarstova heldur til í niðastu hædd í býráðshúsunum í Klaksvík, og her skal hon eisini halda fram at húsast. Nýggi leiðarin á Norðoya Kunningarstovuni skal taka sær av tí arbeiði, sum vanliga hoyrir til
niðurfelt, at hann skuldi hava møguleika at fara, um onkur útlendskur keypari gjørdi vart við seg, og hetta er nú hent. Heimasíðan hjá Herfølge skrivar, at felagið og Thomas eru komin ásamt um at selja á [...] blaðungur slapp at royna seg á landsliðnum, og varð skýrdur sum eitt risa stórt álopstalent, hevur tað tó fyri tað mesta gingið niður eftir hjá Thomas Christensen, sum spælarin eitur. Eftir at hava roynt seg
annars var eisini merkisvert, at VÍF móti endanum kendi seg kroyst til at seta Áka Olsen inn. Hann hevur verið burturi við skaða, men hóast nakað darvaður, so megnaði hann at skjóta trý mál, tær løturnar [...] gjørdust vitni til ein sera spennandi og harumframt málríkan hondbóltsdyst. Tað var kanska væntandi, at VÍf fór at smyrja H71 av, men hetta gjørdist ongantíð talingur um. VÍF legði annars bragdligari fyri, og [...] gjørdist munurin ongantíð størri enn trý mál. Hoyvíkingar kunnu enntá bert takka sær sjálvum fyri, at dysturin ikki varð vunnin, tí m.a. brendu teir trý brotskøst, og varð hetta í øllum trimum førum, meðan
til býarmyndina og at nógv fólk ikki hava tak yvir høvdinum ber Herbergið hjá Frelsunarherinum sítt syndarliga prógv um. Alkohol kostar føroyska samfelagnum risaupphæddir og er mongum at bana. Tað má vera [...] hvørt ár at skulu berjast við tvørar politikarar sum ikki vilja veita neyðugu fíggingina, men heldur skarva av einari frammanundan ov lítlari játtan. Somu politikarir sum ikki síggja nakað óført í at byggja [...] byggja marglætis Tinghús og at yvirbetala kanningarstjórum og umboðsmonnum og tí heilaga fótbóltinum. Her skal sanniliga broyting í. Komandi Býráð hevur eina moralska skyldu at hjálpa nevndu stovnum. Eg havi
barnaansing, mentan, umhvørvi og so fíggjarmál. Býráðsarbeiði er at skapa trivna í nærumhvørvinum, at skapa møguleikar hjá tí einstaka at kunna velja og virka. Býráðspolitikkur skal stimbra vælferðina hjá [...] ikki bara menn raðfesta, kvinnur skulu eisini verða við til at raðfesta fíggjarkarmarnar til einstøku málsøkini. Kvinnur hava skyldu til at taka lut í býráðsarbeiðinum. Ein betri javnvág millum kvinnur [...] kvinnur og menn í býráðnum hevði verið rættari, tá ið vit hugsa um, at størsti parturin av býráðsarbeiðinum umfatar sosialmál. Men kvinnur skulu ikki sita í býráðnum, bara tí tær eru kvinnur.