greiðir frá, at tað var tann heilt stóra hendingin, at postbáturin kom til bygdina. Bygdafólkið plagdi at ganga og hyggja fyri at vita, nær báturin kom. ? Tað var so, at tá plagdi Barsskor at leggja at í Kunoy [...] Sagt varð, at yvir 700 fólk vitjaðu framsýningina hjá Listafelagnum, og sum skilst so var framsýningin hjá Hjalmari so bergtakandi, at tað er ilt at ímynda sær, at tey eru farin útaftur uttan at hava vitjað [...] bátur var eisini við á nógvum myndum, sum varð nýttur, tá tað ikki var gjørligt at leggja at. Á nógvum myndum sást, hvussu var borið at, tá Barsskor var komin at. Um ikki líkindini vóru góð, og tað súvaði
ávikavist Skálatrøð og Boðanes sum uppskot. Stjórin í Tjóðpalli Føroya ímyndar sær eitt nú, at gonguvegur verður kring tjóðleikhúsið, og at her verða torg í umhvørvinum, sum veruliga kunnu geva býnum nakað [...] ein mentanarberi, sum fólk - uttan at hugsa um tað - skulu gerast tilvitað um. - Eg haldi, at ein staðseting við Bursatanga kann gerast ógvuliga spennandi og hugvekjandi, samstundis sum tjóðleikhúsið á hesum [...] Eitt er, at húsið verður ein náttúrligur partur av býarmyndini, sum soleiðis kemur at gera økið meira livandi. Niðri í býnum eru kafé’ir og ymiskt matstovuvirksemi, og eg ivist onga løtu í, at eitt tjóðleikhús
gerast við at leggja stórabeiggjan úr Jugoslavia aftur um seg, so var fagnaðurin kring liðið skilligur. At liðnum so restaði fleiri av vanliga føstu leikarunum, var nakað, sum ikki tóktist at nerva áskoðararnir [...] sindur ilt at siga. Johan Byrial Hansen lá úti á høgra bakki, meðan Jákup á Borg tóktist liggja miðskeiðis ímillum leiklutin sum sentralur miðvallari og høgri vongur. Hetta var kanska tað, sum skapti fægstu [...] fremjast, og tí er eisini skilligt, at venjarin gjørdi, sum hann gjørdi. Hinvegin var tað eitt sindur meira óvæntað, at hann í mun til seinastu dystirnar hevði valt at spæla við tveimum áleyparum. Hetta
visti í morgun at siga, at tveir aðrir bilførarar, sum heldur ikki hildu hámarksferðina, fingu bøtur. - Ein bilførari varð máldur at koyra 84 kilometrar um tíman, og ein annar varð máldur at koyra 76, segði [...] ferðkanningar á Glyvursvegnum, sum ofta plagar at vera eitt gott hál hjá løgregluni. Her er bert loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, og eisini í gjár vóru bilførarar, sum ikki hildu hámarksferðina. -
fingið ein stóran trupulleika at dragast við. Lars gitar sær til, at hetta kann vera ein roynd at skapa ein marknað í Føroyum fyri tílíkum evnum. Hann veit eisini at siga, at prísurin á rúsevnum í Føroyum [...] veit at siga, at amfetamin og ekstasy eru evni, sum løgreglan hevur lagt merki til tey seinastuni árini. Hjalti Gunnarstein, Tjaldurs Apotek, upplýsir, at amfetamin er eitt sera vandamikið evni, sum minnir [...] Hann upplýsir, at teir einki vilja hava at gera við tílík evni. Hetta tekur eisini grundarlagið undan okkum, sigur Toni Dam. Báðir klubbarnir hava samstarv, har fólk, sum eru kend fyri at selja rúsevni
framløgum og fyrilestrum. So at siga allar KT-fyritøkur í Føroyum vera við til stevnuna, og tað skortar so avgjørt ikki við tiltøkum. Tjúgu fyritøkur fara at sýna fram, hvat tær hava at bjóða uppá, og tað er [...] verður Norðurlandahúsið karmur um eina stóra KT-stevnu ella KT messu, sum onkur vil kalla tað. Stevnan hevur fingið KT 2002, og tað er her, at ein og hvør, ið kann seta seg sjálvan ella sína fyritøku í sambandi [...] daguri er so opin fyri øllum teimum, ið hava áhuga at síggja. Kostnaðurin fyri hesi er 80 kr. ?Endamálið er, at fáa meira vitan um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Stevnan krevur nógva fyrireiking, men vit
Á Politistøðini verður sagt, at fyrsta kvøldið í Klaksvík fór framvið, uttan at løgreglan hevði stórvegis at gera. Hóast talan helst var um størstu hóskvøldsfjøldina, sum nakran tíð hevur verið á Summar [...] Summar Festivalinum, so skikkaðu fólk sær sum heild sera væl, veit vakthavandi at siga. Fullabrumma er longu flutt til Klaksvíkar, og í so máta var teinurin ikki so langur, tá tann eini festivalgesturin hevði [...] frá løgregluni var nóg mikið, soleiðis at tónleikurin varð skrúvaður niður. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, so hesin noyðist nú helst at lata koyrikortið frá sær.
aldrinum, í barnaframleiðslualdrinum, fara at arbeiða so nógv, at tey fara hvørki at orka at gera ella at eiga børn. Onkur negativur heidningur dittir sær at spyrja, hvar alt hetta arbeiðið er, tá 1500 [...] okkurt annað tvangsgjald, sum ikki ber til at krógva seg fyri. Stívliga annan hvønn tíma arbeiði eg fyri onnur enn fyri meg sjálvan. Tey, sum ikki tíma at arbeiða yvirtíð, siga, at fyri hvønn yvirtíma fara [...] Ikki tí, at tað gevur so nógv. 100 prosent av lítlum er bara eitt sindur meira, men prinsippið, prinsippið. Politikkur er at tora, at tora at jarðleggja prinsipp. Lond, sum vit av røttum áttu at samanborið
atgerðirnar og lovar, at teir seku verða revsaðir." Í breyðtekstinum varð sum frægast roynt at greiða frá, hvat var hent, tó at trupult var at seta ymsu upplýsingarnar saman, ið vóru at finna á ymsum heimasíðum [...] " Tá fleyg eg á føtur og fataði, at onkur leyp á USA, og journalistiska adrenalinið fór til stroks. Steðgið blaðnum! Vit skriva eina nýggja forsíðu! CNN óvirkið So at leita á heimasíðum. Heimasíðan hjá [...] Har var longu so nógv ferðsla, at hon var vorðin óvirkin. Aðrar heimasíður søgdu, at talan helst var um eina yvirgangsatsókn. Beinanvegin nevndu fleiri tíðindamiðlar, at Osama bin Laden helst stóð aftan
hús. Sum til dømis ein 14-15 ára gamal drongur, sum útvið klokkan fimm í morgun sat og svav á einum bonki niðri við bátabrúgvarnar. Sum nevnt vóru tað bert fýra fólk – harímillum ein ung genta – sum svóvu [...] Hendan ólavsøkan hevur verið hin friðarligasta, sum eg veit um, og eg má siga, at tað hevur verið ein frægd at verið til arbeiðis hesar dagarnar, sigur vakthavandi á politistøðini. [...] sovið rúsin av sær á politistøðini, onkur er koyrdur til hús, meðan tað hjá øðrum hevur verið nóg mikið at vakt tey aftur. Ólavsøkuaftan var løgreglan úti 13 ferðir at taka upp full fólk og ólavsøkudag 12