Av teimum fimm dystunum í níggjunda umfarinum, sum samstundis endar fyrsta triðingin av landskappingini, er tað dysturin við Løkin í Runavík, ið er nógv tann mest áhugaverdi. Har tekur NSÍ ímóti B36 [...] hetta eru tey bæði fremstu liðini, er hetta fyrsti veruligi toppdysturin í ár. Samstundis er hetta ein uppgerð millum besta álop og bestu verju, tí NSÍ hevur skotið ikki færri enn 25 mál í teimum átta [...] við til søguna hoyrir eisini, at B36 hevur næstbesta álopið og NSÍ eina av bestu verjunum. Verður ein vinnari í hesum dystinum, er tað liðið samstundis eisini vinnari av fyrsta triðinginum, men endar dysturin
Manningartalið við Vestmenningi og Fram liggur um tilsamans 21-22 mans. Trupult at meta Tað, sum órógvar partrolarafotan mest í løtuni, er, at upsaveiðan, sum annars hevur roynst støðug í fleiri ár, royndist [...] somu leiðum, sum hann áður hevur gjørt. - Allir siga frá nógvum lívi í sjónum, men skriftin, sum sæst, er ikki upsi, tí annars høvdu vit eisini í nógv størri mun fingið upsa í trolið. Eins og mong onnur [...] sjálvandi órógvar gongdin í upsaveiðini teir, sum reka partrolararnar. - Men, tað er nógv lív í sjónum, og vit meta avgjørt ikki, at upsin er uppfiskaður. Tað er ein góður spurningur, hvar fiskurin er, og hvat
heild, sum bara riggar. Rokk- og punkkendi tónleikurin koyrir við 500 km/t sum ein orkufylt maskina, meðan yrkingarnar eru skrivaðar við einum óvanliga løttum penni. Nógv er argandi men styrkin liggur í tí
tekniskir leikarar á vøllinum - men uttanfyri vøllin, sum dagur og nátt. Pelé var ein ógvuliga seriøsur ítróttarmaður, sum seinni hevur verið ein framúrskarandi sendiharri fyri altjóða fótbóltin. Garrincha [...] vøllin, og var hann ein konufólkarevur, sum næstan ikki hevur sæð sín líka. Alment var Garrincha pápi at 14 børnum, sum hann átti við 5 ymiskum kvinnum. Men veruliga talið av børnum, sum Garrincha er upphavið [...] Botafogo spældi ein venjingardyst har norðuri, og 9 mánaðir seinni sást eitt úrslit av hesi venjingarleguni. Sonurin eitur Ulf Lindberg, og eigur Ulf í dag ein pylsuvogn í Halmstad, sum liggur millum Göteborg
kann geva finalupláss, samstundis sum SÍ liggur millum teirra á stigatalvuni. Tí kann roknast við, at kappingin millum hesi trý um tvey finalupláss bara fer at harðnað, sum tíðin gongur. [...] har spælarar løgdu lív og sál í smasjini, samstundis sum spælarar tveittu seg runt á gólvinum fyri at fáa bóltarnar uppaftur. Áskoðararnir sótu sum á nálum, tí her kundi alt henda. Eingin skuldi tapt Mjølnir [...] fór Mjølnir avstað við settinum og sigrinum. Tað var ikki óuppiborið, at Mjølnir vann, men hetta var ein av teimum dystunum, har bæði lið gjørdu sítt til at halda bæði spenning og undirhald við líka, so tað
fríspørkunum, sum hann hevur skotið upp á mál. Sebastian Larsson liggur á 12 prosentum, við 11 málum upp á 90 fríspørk. Á fjórða plássi finna ein so kendan mann sum David Beckham, meðan spælarar sum Thierry [...] er Juan Mata tann frísparksskjúttin, sum í miðal skorar felst mál upp á fríspørk í Premier League søguni. Nummar tvey á listanum er svenski Sebastian Larsson, sum í dag spælir fyri Sunderland. Juan Mata
at tey, sum tað liggur best fyri hjá at læra í skúlanum, fara at fáa undirvísing fyri seg. Inntil umleið 1960 var tað soleiðis, at skúlanæmingarnir eftir 5. flokk vóru býttir upp, soleiðis at ein partur [...] undirvísing fyri seg sjálvi. – Trivnaðurin sigst vera góður í fólkaskúlanum. Samstundis er tað ein sannroynd, at ein triðingur av næmingunum er ómotiveraður, tí avbjóðingarnar eru ov fáar. Tey møðast og troyttast [...] Miðlahúsinum mikukvøldið vóru tað ikki øll, sum treytaleyst góvu leiðaranum í fólkaskúladeildini rætt í, at hetta er størsti trupulleikin í fólkaskúlanum. Millum teirra, sum serliga vendu eyguni ímóti teimum í
fyrrenn tollaksmessudag Teir ætla sær avstað so skjótt sum líkindi verða aftur. Tað er helst so sum Hans Pauli tekur til: - Vit eru bara tveir mans við. So ein kann bera skjótt at, um vit ætla okkum til útróðrar [...] Brattaskor sum fingu so nógv ígjár. Ein annar bátur kom inn um somu tíð – hann hevði fingið um 3200 pund við 16 stampum. Meðan teir báðir práta saman ringir fartelefonin hjá Hans Paula. Uppaftur ein útróðrarmaður [...] Tað liggur ein bátur og avreiðir á Kósini á middegi ígjár. Dekkið umborð á útróðrarbátinum Brattaskor er fult av fiski. Umborð eru tveir mans í ferð við at hjálpa landingarmanninum at fáa alla hesa stóru
rúsevni, umhvørvisdálking og eldáseting. Og sum allir sannir krimi-høvundar er hann ógvuliga neyvur í lýsingum sínum av umhvørvinum. Aftan fyri hvørja bók liggur stórt kanningararbeiði. Í hesari fyrstu er [...] r: Ein morgunin er skúlagarðurin bumbaður í pappíri við rasistiskum orðavavstri, og inni í skúlanum hevur onkur gjørt herverk. Virgar og Vitri verða illa við, og so líðandi koma teir eftir, at ein fre [...] vóru blá. Ísblá, Ískøld. Eg hevði sæð tey einaferð fyrr? Nú sá hann meg sum FÍGGINDA. Okkum, meg og Vitra. Sjálvt pistólina, sum hann helt í hondini, ræddist eg minni enn eyguni! Hann sat ovast uppi á
eutar skiftast um at ferðast við, alt eftir sum tað liggur fyri, og hesa ferð eitur læknin Jens Pauli Marstein, og fysioterapeuturin eitur Álvur Hansen, sum sjálvur er venjari hjá U-18 kvinnulandsliðnum [...] Hans Fróða Hansen og Jóhannes Joensen, KÍ, sum vann silvurmerkini, eigur tveir spælarar ? John Hansen og Jan Joensen, B36, sum endaði á triðja plássi, og sum stóð seg sera væl í seinnu hálvu, eigur fýra [...] hvussu tað gekk, tá landsliðið 4. juni royndi at endurtaka sigurin, sum teir vunnu í Estlandi 20. august í fjør. Síðani hevur verið sagt, at ein av orsøkunum til stórtapið í Tallinn var, at føroyingarnir ótilvitað