í Norðskála-Oyrar skúla. Alexander Kristiansen fer at hugleiða um at yrkja til børn og um yrkingar hjá børnum og Bárður Jákupsson fer at hugleiða um at tekna til børn og um tekningar hjá børnum. Myndir [...] skúlanum og lagt næmingunum lag á. Jón Magnus Joensen, lærari í Tjørnuvík, hevur lagt næmingunum lag á at tekna og mála. Harafturat hava næmingarnir lisið og sungið yrkingar hjá Alexander Kristiansen og lisið [...] Myndir og yrkingar hjá børnum úr Norðskála - Oyrar skúla hanga uppi og børnini fara at syngja og spæla burtur úr tí, tey hava arbeitt við hesa vikuna.
ein góður túrur. Stuttligt var at fylgjast við gongufólkum úr øðrum feløgum, og hugnaligt var at koma til Vestmannar, síggja bátarnir og hitta fólk, so semja varð um at endurtaka tiltakið. Bátastevnan [...] eftir gomlu varðagøtuni úr Saksun. Neyðugt er at melda seg til á kunningarstovunum, so vit kunnu skipa fyri farti til Saksunardalin, haðani byrjað verður at ganga kl. 11. Bussur fer úr Havn kl. 10, og er [...] Kjalarvatn verður aftur nú leygardagin 15. mai. Tá ætla gongubólkarnir at ganga til Vestmannar, so vit síggja bátarnir, tá teir stevna norður gjøgnum Vestmannasund. ? So komið øll gongufólk og latið okkum
Vestjysk Ølkultur settu sær sum mál herfyri at royndarsmakka níggju ymisk páskabryggj anno 2004 fyri at finna ársins páskabryggj. Talan var um blindsmakking, so at metingin skuldi verða so óheft, sum gjørligt [...] einans mett út frá lukti, liti, smakki og eftirsmakki. Úrslitið var, at Føroya Bjór Páska Bryggj var greiður vinnari. Hetta er triðju ferð, at føroyska ølið var millum smakkiroyndirnar hjá Selskab for Vestjysk [...] varð Føroya Bjór greiði vinnarin. ? Tað er bara ein vansi við føroyska páskabrygginum. Tað er ikki at fáa til keyps her á leiðini, sigur formaðurin í Selskab for Vestjysk Ølkultur, Jan Larsen í Vinderup
borðinum. Eg metti meg vera væl betri fyri at síggja støðuna, enn dómarin var. Eg helt ikki, at Mortan úr Hørg togaði Jónstein Petersen niður. Heldur sá eg tað soleiðis, at Mortan fekk kroppin framum mótstøðumannin [...] málinum, Bjarni Johansen, var ikki misnøgdur við at hava eitt stig í viðførinum í góðveðrinum um Suðuroyarfjørð sunnukvøldið. Men hann segði seg ikki duga at skilja, hví dómarin hevði bríkslað fyri NSÍ b [...] . Teir, sum fóru norður sunnudagin, noyddust av seingini klokkan hálvgum seks. Tá ið klokkuni leið at hálvgum tólv sunnukvøldið vóru teir við hús aftur. Men ferðin hevði ikki verið so galin, tí veðrið
Tað hevur ofta víst seg, at næstbestu klaksvíkingarnir hava trupult at manna lið til útidystirnar, og soleiðis var eisini hesaferð. Í Havn var talan mest sum um Olgar Danielsen og so eina rúgvu av ungum [...] ungum leikarum, men leingi sá út til, at hetta skuldi verða nóg mikið. Olgar var í øllum førum maðurin, sum tíðliga í dystinum legði gestirnar framum, men eftir at KÍ stutta løtu seinni fekk mann riknan av [...] eisini heimaliðnum at vissa sær sigurin. Tórður Hentze syrgdi fyri útjavnandi málinum, og nakað seinni var Tórálvur Poulsen á rætta staðnum. Hetta megnaðu klaksvíkingar ongantíð av álvara at hótta, og tá teir
ver?a ta? aftur OB og FCK, sum fara at takast. FCK vann fyrru hálvfinaluna 3?1. Ta? fer at bera til at fylgja vi? í bá?um uppger?unum á Odense stadion. Dystirnir ver?a at síggja á TV3+ rásini. Tann í dag [...] Jónsson hevur seinastu vikurnar veri? partur av FCK li?num, og ta? er gó?ur møguleiki fyri, at Jákup á Borg í dag fer at spæla fyri fyrstu fer? á besta OB li?num. Rættuliga stórur áhugi er fyri landskapping
Fróðskaparsetri Føroya. - Eg havi altíð roynt at arbeitt miðvíst ímóti góðum úrslitum. At vera framsøkin er bæði spennandi og avbjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkur teimum [...] leygardag, at uppgávan hjá henni verður at røkja arbeiðið so væl sum yvirhøvur gjørligt. - Eg skal nú fyrst og fremst royna meg sum professara. Tað arbeiðið inniheldur fleiri nýggj øki, sum eg eri noydd at tillaga
um danska kongshúsið? - Eg haldi, at tey eru fínir ambassadørar fyri Danmark, og at tey eru við til at seta Danmark á heimskortið. Til dømis eri eg ikki í iva um, at øll í Australia og á Tasmania nú vita [...] Sjálvsagt skulu føroyingar fara í brúdleyp, og eg haldi tað verða í fínasta lagi, at løgmaður og løgtingsformaðurin vóru við, og at vit lata brúðarparinum eina gávu.
hoyring týsdagin kom fram, at høvdu tær báðar tænasturnar ikki kappast ímóti hvør aðrari, høvdu tær ivaleyst kunnað bjargað nógvum av teimum, sum lótu lív. Harafturat kom fram, at bjargingarútgerðin var yvirhøvur [...] kom millum annað fram, at fólk, sum vóru í teimum báðum bygningunum, og sum bóðu um hjálp, fingu mótsigandi upplýsingar frá teimum báðum tænastunum. Eitt nú fingu summi boð um at verða verandi á skrivstovunum [...] Aftan á yvirgangsatsóknina at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001 róstu amerikanararnir sløkkiliðsmonnunum og løgreglumonnunum í New York fyri tað stóra bjargingararbeiðið. Men nú
verður borað í summar. Samanumtikið kann sigast, at DONG er eitt av teimum virknu oljufeløgunum um okkara leiðir, og okkurt bendir á, at felagið ætlar sær ikki at minka um sítt virksemi, heldur tvørturímóti [...] fer at tosa um stratagiina hjá DONG á Atlantsmótinum og um vánirnar her. Annars verður vanligur aðalfundur, har formaðurin setur tingið og síðani verður val av nýggjari nevnd. Tey, ið ynskja at luttaka [...] Oljutinginum, hevur annars víðkað sítt virksemi á Atlantsmótinum nógv seinastu árini. Tað byrjaði við, at felagið kom við í The Faroes Partnership samtakið, ið fekk leitiloyvi í 1. Rundu. Síðani hevur felagið