bar ikki til at fáa nakrar sum helst viðmerkingar um, hvørja niðurstøðu nevndin var komin til. At útmeldingin ikki er, at nevndin framhaldandi hevur álit á venjaranum, bendir tó tann vegin, at ein uppsøgn [...] Besta mansliðið hevur seinastu umførini havt sera laka úrtøku, og á stigatalvuni hevur givið úrslit í, at liðið sunnudagin datt niður um GÍ, sum annars hevur verið niðasta liðið í deildini størsta partin av [...] sum fær sekkin. John hevur annars verið væl lýddur í starvi sínum, men stigatalvan vísir sjónliga, at úrtøkan higartil ikki hevur staðið mát við vónirnar. Ikki minst hevur gingið illa seinastu seks umførini
oftast: Ja nemlig, ja! Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Heildini. Tað nyttar lítið at hava eini flott hús, um tey eru tóm innan. Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? 300 sekund [...] sekund. Hvat stressar teg? Tað irriteraðar meg, at fólk halda tað vera smart at koyra 70 km/t úr Kaldbaksbergholinum til Havnar um morgnarnar. Hvat gleðir teg? Góðir vinir gleða meg. Nær feldi tú seinast eitt [...] vertskapi? Um poker er vertsskapur, so var tað í vikuni. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? At eg fekk feriu áðrenn 1. mai. Hvat er besta uppfinning og hví? Ravmagn. Tí. Hvat hevur tú í lummunum
uttanfyri Havnina hava møguleika fyri at koma á bíðilista. Heðin Mortensen sigur, at kommunan hevur ráð at gera slíka stóra íløgu upp á 92 milliónir. Hann sigur, at kommunan skyldar mestsum ongar pengar [...] ein ætlan. Hetta er ikki nakað, sum vit skulu samtykkja, tí hon kann broytast. Vit binda býráðið til at brúka 92 milliónir krónur í íløgum. Her eru skúlar, eldraøkið, vegir, ítróttarøki, læknamiðstøð, fríðkan [...] í Havn skulu umvælast. Kommunan er eisini farin í holt við umhvørvið, tí Havnin skal gerast reinari at búgva í. Nýtt vatnreinsiverk skal gerast í Havnardali, vatnbyrging skal gerast í Kollafirði fyri 20
fyri komandi ár, og líkt er til, at talan aftur í ár verður um stóra uppgávu, um alt skal hanga saman. Bárður Nielsen, landsstýrismaður sigur, at framskrivingarnar siga, at talan verður um eitt hall, sum [...] tann størsti parturin, og fyrr enn tað er komið nakað væl áleiðis, ber illa at siga nakað um, hvussu endaliga fíggjarlógin kemur at síggja út staðfestir landsstýrismaðurin. [...] raðfest av nýggjum, rationaliseringar og niðurskerjingar framdar o.s.fr., og tær ferðirnar megnaðu vit so at fáa eina fíggjarlóg, har hallið varð avmarkað. - Og tað er tann parturin av arbeiðinum, sum nú er eftir
siga, at hon hevur tað gott. Mong hava ringt til sjúkrahúsið við tilboðum um pengar, klæðir og annað, og so eru tað eisini tey, sum bjóða sær til at ættleiða Angel. Kenyansku myndugleikarnir siga, at teir [...] heimin, og tær hava eftir øllum at døma ávirkað mong. Tí nú hava myndugleikarnir í Kenya fingið tilboð frá fólki í Japan, Suðurafrika og Venesuela, sum fegin vilja sleppa at ættleiða Angel. ? Hon bleiv tveitt [...] teir fara at viðgera umsópknirnar um ættleiðing seinni.
tíðina vóna, at tað skuldi bera til hjá okkum. Vit hava jú spælt ov nógv javnt og vunnið ov lítið, men vónandi var hetta tað, sum skal til fyri at venda gongdini, segði fegni málskjúttin at enda. [...] altso at fáa hol á. - Sorin gjørdist púra leysur av verjuni. Hann rak ímóti málverjanum, og tá hesin kom ímóti, so fekk eg prikað bóltin í málið, greiðir Sonni sjálvir frá. Hvussu kendist tað at skora [...] avgerandi týdningi, og tá hann í fjør fekk handað gylta skógvin, staðfesti Sonni L. Petersen eisini, at kanska júst hetta hevði verið týdningarmesta orsøkin til málini. Í ár hevur tó einki vilja borið til
vindur mannahandilin framvegis upp á seg, sigur ST. Heimsfelagsskapurin heldur, at nú er so nógvir pengar uppi í mannahandli, at hesin handilin verður skjótt størri enn handilin við rúsevnum. Løgmálaráðharrarnir [...] býnum Catanzaro, sum eftir øllum at døma hevur keypt børn í Eysturevropa og selt tey aftur vestanfyri. Ímillum tey tiknu er ein 47 ára gomul kvinna. Løgreglan vil vera við, at hon hevur goldið einum bulgarskum [...] rrarnir í G8-londunum hava biðið um størri stuðul til stríðið ímóti mannahandlinum. Ætlanin er, at øll tey 182 londini, sum eru við í Interpol-samstarvinum, skulu brúka eina felags avdúkingar- og fráb
skaðar, so hjá okkum er bara at fara eftir øllum stigunum. Somikið kontant eru boðini, og so er spurningurin, hvørt GÍ nú megnar at fáa gongd á stigainnsavnina aftur, eftir at henda hevur staðið eitt sindur [...] so stríðist EB/Streymur við fleiri skaðatrupulleikar á liðnum. Hesaferð er líkt til, at nýkomni Nico Dugaro noyðist at standa uttanfyri við skaða, og hóskvøldið var eisini ivasamt, hvørt Jákup Martin Joensen [...] upptakt Tað hevur gingið striltið hjá EB/Streymi higartil í ár, og eftir øllum at døma, so verður talan um trupla uppgávu í Gøtu. Ikki tí. Tað er neyvan nakar, sum hevur roknað við lættari uppgávu í Gøtu
i, ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni. Hetta verður gjørt við at skipa fyri fundum, fyrilestrum og øðrum hóskandi [...] Tíðindaskriv Nú farið verður undir eitt nýtt umfar at leita eftir olju í føroyskum øki skipar Oljutingið fyri fundi undir heitinum: "2. útbjóðingarumfar - visjónir og møguleikar". Á fundinum mikukvøldið [...] Jákupsstovu, leggur fram um hvørji øki verða boðin út og undir hvørjum treytum oljufeløgini ætlandi koma at virka undir í øðrum útbjóðingarumfari. FOÍB, sum er felagið hjá oljufeløgunum, ið fingu tillutað leitiloyvi
enn Kyndil í løtuni. Hinvegin fær Kyndil sína verju at koyra, so er nógv vunnið hjá teimum. Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil? Tað er fyrst og fremst at steðga Sámal Joensen, tí hann er ein sera týðandi [...] Og til VÍF? Tað vísir seg, at tá ið tað veruliga stendur á hjá Kyndil, eru tað oftast Jacob Jónsson og Jónleif Sólsker, ið bera liðið, og tí er neyðugt hjá vestmenningum at hava eitt serliga vakið eyga [...] Hvør vinnur gullbrakið leygardagin ? og hví? Vestmenningar vinna við tveimum málum. Eg vænti ikki, at talan verður um nakran málríkan dyst, kanska endar hann 23-21 til VÍF. Tað hevur gingið væl í seinastuni