katólskan prest fyri at hava tikið lut í fólkadrápinum, sum kostaði meiri enn 800.000 mannalív í Rwanda í 1994. Tann 41 ára gamli Athanase Seromba er ákærdur fyri at hava verið við til at skipa fyri einum [...] sigur seg kortini vera ósekan, og hann sýtti fyri at møta í rættinum, tá dómstólurin viðgjørdi ákæruna ímóti honum mánadagin. Hetta er fyrstu ferð, at dómstólurin hevur ákært ein prest, men aðrir dómstólar [...] dómstólar í Rwanda hava fyrr dømt fleiri prestar fyri at hava tikið lut í fólkamorðinum. Tvær nunnur eru eisini dømdar fyri tað sama.
er kappingin um at hava vunnið flest meistaraheiti gjøgnum tíðina. Á sjálvari málstrikuni, á 100 ára degnum hjá HB og KÍ megnaði havnaliðið at yvirhála norðingar. HB kann breggja sær av at hava vunnið 18 [...] At vinna FM-heitið tríggjar ferðir á rað er eisini eitt roysnisbragd. Og so at vinna tað í føðingardagsárinum og entá langt áðrenn kappingin er lokin, er ikki minni bragd. Tað lýsir av vilja, treiskni [...] bestu deildini í síni livitíð, tilsamans 18 ímóti teimum 17 hjá KÍ. Taka vit samanum, so hava vit nógv at ynskja HB tillukku við. Hvat føðingardagsgávuni viðvíkur á 100 ára degnum, so hevur eitt vælspælandi
Bert at skora seks mál í fyrra hálvleiki, tað er ov lítið, segði Levi Nybo. Teir høvdu lisið okkum væl, og verjuuppstillingin hjá teimum tók pippið frá okkum. Men vit eiga at fáa spælið hjá okkum at koyra [...] eisini, at starvsfelagin hjá honum í VÍF-málinum, Zeljko Jotic, átti rós uppiborið fyri sítt avrik. Jota stóð ein ótrúliga góðan dyst, og tá ið hann er í rætta lagnum, er hann næstan ómøguligur at fáa bóltin [...] bóltin framvið, og hann hevði stóran týdning fyri sigurin hjá VÍF í dag, segði Levi Nybo at enda.
væntar at verða seldur í januar. Hetta kann gera møguleikarnar hjá pollakkinum at sleppa við til HM smáar. Tí sigur hann nú, at hann ikki spælir ein dyst fyri Benitez aftur. Hann sigur við Daily Sun, at [...] Dudek biðið um at verða seldur. Men nú metir hann prísin vera ov høgan, ja beinleiðis absurdan. Liverpool krevur 30 mio. kr. fyri málverjan, ið er 33 ára gamal. Hetta er so høgur prísur, at Dudek ikki væntar
gjørt. Felagsskapurin er skelkaður av útslitinum, og formaðurin, Kate Allen, sigur við BBC, at stjórnin noyðist at skipa fyri einum átaki, sum skal broyta hesa uppfatanina. Teir bretsku dómararnir eru eisini [...] dómarafelagnum í Onglandi og Wales, Ken McDonald, vísir á, at í flestu førum eru tað nevningar, sum døma í neyðtøkumálum, og vit sleppa ikki undan, at hendan uppfatanin eisini er galdandi teirra millum, sigur [...] Triði hvør breti heldur, at kvinnur, sum ganga í eggjandi klæðum ella eru fullar, mugu átaka sær ein part av skyldini, verða tær neyðtiknar. Tað vísir ein kanning, sum Amnesty International í Bretlandi
bendir alt aftur á, at sumbingar og vágbingar eisini næsta ár fara at vera felags um fótbóltsliðini í tveimum teimum ovastu deildunum. VB heimasíðan - vb1905.fo - veit at siga, at á triðja VB eykaaðalfundinum [...] eykaaðalfundinum í tvær vikur varð hóskvøldið stórur meiriluti fyri at taka samstarvið við Sumba uppaftur. 41 atkvøður vóru fyri, og trettan vóru ímóti. Síðani eykaaðalfundin, sum var fyrr í vikuni, hevur leiðslan [...] leiðslan í VB verið í sambandi við Sumbiar Ítróttarfelag, sum alla tíðina hevur verið hugað í, at samstarvið skuldi halda fram. Sambært VB heimasíðuni verður útgangsstøðið fyri samstarvinum avtalan, sum hevur
Men nøkur lið velja at hava eina greiða støðu, har annar koyrarin er høvuðs prioritetur hjá liðnum, onnur velja heilt greitt ikki at gera mun. Eingin koyrari hevur ivaleyst hug til at vera hjálparkoyrari [...] i. Hetta var eisini beinleiðis orsøkin til, at Rubens Barrichello fór til Honda í ár. Hann vildi ikki longur standa í skugganum av Michael Schumacher, men vildi sjálvur vinna. Í koyringini í seinastu viku [...] Massa eina koyrivillu og aftan á ein sera óheppnan pittsteðg, endaði hann aftastur og kláraði ongantíð at koma fyri seg. Hetta hóast hann sat í sama bili sum Schumacher, ið bardist um fremsta plassið. Hjá
hugsandi, at vit fara at hava tveir skúlar og ikki fýra í Runavíkar-økinum um eini tvey ár ella so, sigur formaðurin í mentanarnevndini, Hans Petur Ellingsgaard. Grannar byggja Vit kunnu leggja aftrat, at Tofta [...] ár Hann vísir á, at enn hevur Runavíkar kommuna ikki endaliga gjørt av, um bygt verður í einum ella fleiri byggistigum í Runavík. - Verður bygt yvir fleiri ár, fara vit framhaldandi at hava fýra skúlar [...] Skúlar - Ætlanin er, at barnaskúli til og við 3. flokk skal verða í verandi skúla á Glyvrum, og síðan skulu restin av næmingunum ganga í skúlanum, sum bygdur verður í Runavík. Tað sigur Hans Petur Ellingsgaard
Tríggjar vikur til tríggjar mánaðir aftaná síðsta guvin - Er blóðrenslið vorið so nógv betur, at tað kennist lætt at spáka ein túr - Er blóðreinslið rundan um geislarnir betri og tú hevur ikki líka ilt í rygginum [...] hevur gjørt í æðrarnar, farnir at lekjast - Er vandin fyri blóðtøppið nógv minni enn tá tú roykti - Hostar tú minni Eitt til tvey ár aftaná síðsta guvin - Er vandin fyri at fáa blóðtøpp helvtina minni enn [...] nógv Fimm ár aftaná síðsta guvin - Er vandin fyri, at tú skal fáa heilabløðing og blóðtøpp líka sum hjá einum sum ongantíð hevur roykt - Er vandin fyri, at tú skal fáa krabba í munn, háls, vælindi, lungu
verða kannað, og í gjár eydnaðist andstøðuni at noyða tingið at seta eina serliga nevnd at kanna málið. Týska grundlógin sigur, at ein fjórðingur av tinginum kann krevja eitt mál kannað. Tað kravdi undirtøku [...] herfyri kom fram, at týska fregnartænastan lat amerikanarunum týðandi upplýsingar um iraksku verjuna, beint áðrenn USA gjørdi innrás í landið. Andstøðan í týska ríkisdegnum hevur kravt, at tíðindini verða