Vestanstevnu. Sørvágur fer at gera sítt besta til, at fólk fáa eina góða og hugnaliga uppliving á stevnuni, sigur hann. Samstundis boðar hann frá, at hetta verður seinastu ferð, hann fer at standa í fremstu politisku [...] skipað verður størri tiltøkum í bygdini. ?Eg havi altíð verið av teirri fatan, at ein skal gevast, meðan ein sjálvur klárar at finna hurðina. Mær dámar ikki politikarar, sum skulu berast út, sigur Eivin Jacobsen
fyritøkuni farin at fregnast eftir, um fyritøkan fer at taka upp kappingina um útbjóðingar á jøvnum føti við aðrar fyritøkur. - Nei, tað fara vit ikki, sigur stjórin, Jan Danielsen. Hann vísir á, at P/F Klement [...] ikki og fer ikki at bjóða uppá arbeiði, sum verða alment útboðin. - Vit eru bidnir um at geva tilboð uppá nøkur arbeiðir, og tað hava vit gjørt, men vit fara ikki í kapping við aðrar at bjóða uppá arbeiði
royndu sítt ítasta at stuðla og hjálpa føroyka liðnum gjøgnum ódnarveðið í Basel leygardagin, so vóru tey hjálparsleys móti teim 13.000 úr Sveis. 12. Maður fer á Tórsvølli mikudagin at royna at broyta uppá hetta [...] áskoðara móti teimum 50 úr Frankaríki, so nú skulu og eiga vit at vinna slagið uttanfyri vøllin, eru boðini frá 12. manni, sum eisini fer at skipa fyri upphiting til dystin. Hetta verður í Bowling-høllini [...] Tað sást og hoyrdist tíðuliga í Basel, at føroyska lidið var rættuliga komið í ringan sjógv hesuferð. Har vóru 25 hitastig og 13.000 sveiskir áskoðarar, sum væntaðu og kravdu nógv av sínum liðið mótu lítlu
FÓTBÓLTUR Í SVF Men tá aðrar kreftir vildu hava eina størri framleiðslu, noyddist SvF at geva skarvin yvir. -Eg haldi, at tað vóru fransmenn, sum vildu hava eina størri framleiðslu við níggju myndatólum ístaðin [...] komið upp í leikin við síni útgerð. Teir fara at framleiða dystin fyri Sport Five, sum Sjónvarp Føroya annars ætlandi skuldi og kundi gera. Hetta merkir tó ikki, at føroyski hyggjarin skal verða fótbóltin fyriuttan [...] Tórsvøll. Sjónvarp Føroya byrjar at senda klokkan 16:30 við teirri egnu framleiðslu kring vøllin. Tá dysturin verður floytaður ígongd klokkan 17:00, byrjar DR-framleiðslan at streyma inn í føroysku stovurnar
Jack Carnock sigur, at honum hevði dámt sera væl at hitt gamlar vinir og kenningar frá tíðini hann tænti í Føroyum. Hann vil eisini hann fegin tosa við skúlar oo, sum kunnu hugsast at hava áhuga í tí tíðini [...] Vitjan Jack Charnock ynskir at minnast aftur á tíðina hann var í Føroyum undir 2. veraldasrbardaga. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar aftur her. Hann tænti sum ovasti í hernaðarløgregluni "Sergeant [...] bretska konsulin í Føroyum, Tummas Hanus Dam, á telefon 359977. Fyrrverandi bretski løgreglumaðurin fer at búgva á Hotel Hafnia.
nógvur smáupsi er at fáa, men lítil og eingin stórur fiskur. Tað eru teir, sum fylgja við í fiskivinnuni, ið halda, at tá ið føðin minkar, er tað í fyrsta lagi tann stóri fiskurin, sum fer út at leita sær eftir [...] føði, meðan tann smái fiskurin heldur seg nærri landi og inni á landgrunninum. Sosialurin hevur frætt, at uppi í veiðini hjá eitt nú svartkjaftatrolarum hava nøgdirnar av stórum upsa, toski og partvís hýsu [...] smáum upsa enn vanligt á djúpri vatni. Kanska er tað so, halda fiskimenn og teir, sum varða av vinnuni, at tann stóri fiskurin sveimar meira, enn áður hildið, tá ið føðin minkar, meðan tann smærri fiskurin
Tað er einki at ivast í, at B68 nú skal savna sær stig, um sleppast skal undan niðurflytingini, men alt bendir á, at tað verður trupult hesaferð. Bæði tí HB í løtuni er ovasta liðið á stigatalvuni, men [...] bara tapt higartil, tá teir hava vitjað B36, og í Klaksvík havt takið søguliga, tó at seinasti sigurin er trý ára gamalur. At enda tykist tað ganga javnt fyri seg, tá GÍ vitjar á Eiði. Gøtumenn hava tó lítlan [...] tí B68 vanliga hevur tað trupult móti júst HB. Sostatt er tað bara einaferð seinastu tíggju árini, at B68 hevur vunnið heimadyst móti HB. Heldur ikki ÍF tykist fáa nakran lættan dyst móti VB, sum hevur
katólskan prest fyri at hava tikið lut í fólkadrápinum, sum kostaði meiri enn 800.000 mannalív í Rwanda í 1994. Tann 41 ára gamli Athanase Seromba er ákærdur fyri at hava verið við til at skipa fyri einum [...] sigur seg kortini vera ósekan, og hann sýtti fyri at møta í rættinum, tá dómstólurin viðgjørdi ákæruna ímóti honum mánadagin. Hetta er fyrstu ferð, at dómstólurin hevur ákært ein prest, men aðrir dómstólar [...] dómstólar í Rwanda hava fyrr dømt fleiri prestar fyri at hava tikið lut í fólkamorðinum. Tvær nunnur eru eisini dømdar fyri tað sama.
er kappingin um at hava vunnið flest meistaraheiti gjøgnum tíðina. Á sjálvari málstrikuni, á 100 ára degnum hjá HB og KÍ megnaði havnaliðið at yvirhála norðingar. HB kann breggja sær av at hava vunnið 18 [...] At vinna FM-heitið tríggjar ferðir á rað er eisini eitt roysnisbragd. Og so at vinna tað í føðingardagsárinum og entá langt áðrenn kappingin er lokin, er ikki minni bragd. Tað lýsir av vilja, treiskni [...] bestu deildini í síni livitíð, tilsamans 18 ímóti teimum 17 hjá KÍ. Taka vit samanum, so hava vit nógv at ynskja HB tillukku við. Hvat føðingardagsgávuni viðvíkur á 100 ára degnum, so hevur eitt vælspælandi
Bert at skora seks mál í fyrra hálvleiki, tað er ov lítið, segði Levi Nybo. Teir høvdu lisið okkum væl, og verjuuppstillingin hjá teimum tók pippið frá okkum. Men vit eiga at fáa spælið hjá okkum at koyra [...] eisini, at starvsfelagin hjá honum í VÍF-málinum, Zeljko Jotic, átti rós uppiborið fyri sítt avrik. Jota stóð ein ótrúliga góðan dyst, og tá ið hann er í rætta lagnum, er hann næstan ómøguligur at fáa bóltin [...] bóltin framvið, og hann hevði stóran týdning fyri sigurin hjá VÍF í dag, segði Levi Nybo at enda.