Ravnsfjall, sigur, at brandmenninir fáa eitt gjald fyri at vera tøkir. Gjaldið er uppá 700 krónur tær vikurnar teir eru tøkir. Hetta gjald vildu teir fegnir hava hægri. Kartni Ravnsfjall sigur, at eitt sindur [...] gjár fór hann aftur á fund við semingsmenninar, sum hava játtað at hildið fram við samráðingunum, og eftir henda fund væntaði formaðurin at vita nærri, hvussu leikur framhaldandi fer viðvíkjandi sáttmálanum [...] sáttmálanum hjá Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum. Beint áðrenn blaðið fór til prentingarfrættist, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, har orðingin viðvíkjandi dagrøktarmammum er broytt. Semjan verður
løgregluhundum. Orsøkin var, at mannsterkt løgreglulið var komið á staðið við fleiri hundum. Talan hevði verið um húsaófrið í einum húsum við Dalavegin. Ófriðurin hevði ført við sær, at ein maður var stungin [...] ein knívur. Hann hevði í hvussu so er sagt løgregluni, at talan var um ein knív. Leitaðu fleiri tímar Løgreglan kom á staðið við hundunum, fyri at finna knívin, maðurin skuldi vera stungin við. Leitað varð [...] men tá blaðið fór til prentingar í gjár, var knívurin enn ikki funnin. Løgreglan sigur, at tað ikki er vist, at maðurin er stungin við knívi. Talan kann eins væl vera um eina brotna fløsku, tí skaðin,
framtíðar føroyska oljuvinnu, er ikki so løgið, um onkur fær tann tanka, at Tórshavnar Skipasmiðja er farin undir venjingar at byggja oljuboripallar. Inni í byggihøllini stendur eitt torn, sum hóast lítið [...] leiður tankarnar tann vegin. Tað verður jú eisini sagt, at føroyska oljuvinnan skal byrja í smáum. ? Jú, jú, sigur Poul Mohr. ? Vit eru farnir at byggja ein oljuboripall. Har er hol í miðjuni til borin [...] Nei, tað passar ikki. Hatta er ein aliflaki, leggur hann afturat áðrenn vit leggja hann undir at royna at lokka okkum apríl Funningslaks Talan er um ein aliflaka til felagið Funningslaks, sum hevur alibrúk
Til ber at koma til fundin við leið 400 kl. 12.00 úr Havn. Við Dúgvuni av Leirvík kl. 13.40. Við bussi frá Dúgvuni og niðan á Háls, og so er bert at ganga oman í Føgrulíð, tað er ikki torført at ganga. [...] Best er at ganga oman við sunnarahegninum, og so norður til Háskúlan. Bussur koyrir oman av Hálsi eftir fundin. Túrurin niðan og oman av Hálsi er ókeypis. Heitt verður á bilførarar um ikki at seta bilarnar [...] bilarnar uppi á Hálsi, tí so kann tað henda, at bussurin ikki fær vent har uppi. Skráin er hendan: Vælkomin. Fríðfinnur Johnsson 1.Felagssangur. ?Eg smáttu veit? (Símun av Skarði) 2.Røða. Símun av Skarði
heita vit á tygum um at bera so í bandi, at farið verður í holt við eitt berghol millum Hov og Øravík sum skjótast, við at seta pening av til hetta berghol á komandi fíggjarlóg. At tað landsbúskaparliga [...] trygd og trivnaður eigur at kom fram um tað búskaparliga. Eisini vilja vit minna tygum á samgonguskjalið, sum tygum eru partur av, viðvíkjandi útjaðarpolitikki- um, sum sigur, at útjaðarin skal mennast.
útlendsku gestunum at vera vælkomin til Føroya. Nordfag samstarvið, sum fevnir um allar loftbornu miðlarnar í Norðurlondum er, hevur umleið 12.000 limir og av teimum eru umleið 80 komin til Føroya at vera við á [...] kann sigast annað enn, at tey hava sæð Føroyar frá ymsum síðum longu nú, tí tey sum komu fyrrapartin mikudagin sóu landið í fagrasta skrúð, men bert fáar tímar seinni var tað at kalla ódnarveður. Útvarpið [...] føðina fingu gestirnir eisini eitt sindur av undirhaldi at taka við sær. Vár Jacobsen og brøðurnir Páll og Suni Danielsen, framførdu og sigast má, at tað hepnaðist væl hjá teimum.
men nú er greitt, at spenningurin fer at halda sær eina viku afturat. Ætlanin var, at fyrru finaluumførini í øllum teimum yngstu deildunum skuldu avgreiðast síðsta leygardag, og at seinnu finaluumførini [...] hevði t.d. við sær, at sambandið um Leirvíksfjørð var sera ólagaligt. Bara í Gundadali, har smápiltarnir skuldu spæla, varð fyrra umfarið avgreitt. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at tað er stórur spenningur
Vert er at leggja til merkis, at komandi ár verður fyrst kappast á trimum firðum og vágum, har tað ber til at rógva allar teinarnar, og so verður kappast á trimum støðum, har tað bara ber til at rógva eitt [...] Skálafjørðinum leygardagin 13. juni, í Hvalvík 20. juni og á jóansøku í Vági 27. juni. Tað vil siga, at tað verða FM kappróðrar allar fýra sunnudagarnar í juni 1998. Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági [...] eitt túsund metrar. Í ár vóru allir róðrarnir uttan tann á ólavsøku á støðum, har tað ber til at rógva allar teinarnar.
Tað er ikki altíð líka lætt at verja seg fyri veðrinum. Hetta fekk íslendska filmsliðið, sum tekur upp filmin Dansurin at sanna leygardagin. Tey vóru umborð á sluppini Jóhonnu, vóru stødd út fyri Tjørnuvík [...] Tjørnuvík við kós yvir móti Eiðiskolli. Knappliga vaks vindurin, og tað gjørdi at ein mesanur brotnaði. Tað vildi so illa til, at masturin datt niður á eitt upptøkutól, sum rakti ein upptøkumann, og hann fekk [...] burtur í onnur lond at taka film upp, hava tey altíð eyka tól við, og tað hødu hesi. Flmsupptøkurnar vórðu tó seinkaðar ein dag orsakað av óhappinum. Elis Pousen letur annars sera væl at filmsupptøkunum,
meistaradeildin spældu eftir gamla háttinum, men av tí at dystir, serliga í kvinnudeildini gjørdust drúgvir, umhugsar Flogbóltssambandið at skipa soleiðis fyri, at allir dystir í steypakappingunum framyvir verða [...] avgjørdir fyrr enn seinasta bólt. Tað vísti seg, at vóru liðini ikki fult konsentrerað alla tíðina, vóru tey revsaði, og spælihátturin gav eisini rúmd fyri at lið, sum vóru eitt sindur veikari enn onnur, fingu [...] er skipan, sum er tikin í brúk aðrastaðni, millum annað í Danmark. Flogbóltssambandið álegði Fleyr at royna hesa skipan, og royndin eydnaðist væl. Í mun til gomlu skipanina, hana, sum tey framvegis brúka