Niclasen er ein av fyrireikarunum til hesa kappingina. Hon sigur, at kappingin er skipað á tann hátt, at tá ið børnini tekna seg fáa tey eina tunna hvíta træplátu í støddini 22 x 27 cm. Tey skulu síðan [...] tveir tímar at gera málningin. Børn gera annars rættiliga skjótt av, so eg vænti tey flestu verða liðug langt áðrenn. Myndirnar verða síðani hengdar upp í bygdarskúlanum, og ein dómsnevnd fer at døma um myndirnar [...] Børn skulu eisini hava nøkur tiltøk at fara til, sum ikki kosta. Hetta meina nøkur foreldur, og hava tey tikið stig til eina málningakapping. Kapingin verður í bygdaskúlanum leygardagin kl. 16. Randi Niclasen
Millum annað í Koltri. Og tí má sigast, at limirnir í Havnar Bjargingarfelag og Reyða Krossi vóru stak hepnir. Teir høvdu nevniliga gjørt av, at fara út í Koltur at gera eina bjargingarroynd við nýggju [...] skuldi. Sett upp bjargingarring Fyrr í tíðini var vanligt, at Reyði Krossur í Føroyum setti upp bjargingarringar har kommunurnar ikki hildu seg til, at seta teir upp. Henda táttin hevur Reyði Krossur í Føroyum [...] klatriútgerðini, sum teir hava útvegað sær. Í hesum sambandi høvdu teir fingið tyrluna hjá Atlantsflog at verða við í bjargingarroyndini. Teir hava bjargingarroynd einaferð um vikuna. Hesaferð var hon bert
fyrireikingararbeiði at halda stevnu og fáa eina skrá lagda, sum boðar frá øllum teim mongu tiltøkum, sum eru á slíkum stevnum, ja tað er mangt, bæði fyri børn, ung og tilkomin, sum møguleiki er at fara til. Tøkk [...] tá, at stevnan byrjar av álvara. Veðrið, sum vit sjálvsagt einki kunnu gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu ein stevna eydnast. Er veðrið gott, so kemur alt annað av sær sjálvum. So er bert at vóna [...] vóna, at tað verður gott veður. Føroyingar, landsmenn! Hvar tit koma saman, lat? okkum samlast til gleði og gagn: lat? okkum tala við skemtun og gaman, lat? okkum upplíva Føroya lands sagn (S. M. Zachariasen)
verður eisini opin, so at tey, ið ikki hava smurt sær breyð, eisini kunnu fáa sær okkurt. Skreytblað verður latið øllum luttakarunum. ÍSB vónar at enda í tíðindaskrivinum, at hetta fer at vera ein góður dagur [...] og hjá hvørjum einstaka luttakara verður høvi at luttaka í ítróttargreinum, sum hava verið royndar, og í nýggjum ítróttargreinum. Samstundis verður høvi at síggja onnur brekað í Føroyum og leiðarar teirra
Tað er torført at taka útmeldingarnar hjá Edmundi Joensen fyri góða vøru. Fyrst sigur hann eitt fyri síðani at siga nakað annað. Tí eigur ein eisini at taka nýggjastu útmelding hansara um, at hann vil standa [...] Tidende. Bjørn á Heygum sigur við danska blaðið, at ein sera stórur minniluti í flokkinum er ónøgdur við leiðslu løgmans. Og tað snýr seg heilt einfalt um, at man ikki hevur álit til kvalifikatiónirnar og
At pilka við okkara statsborgaraskap, tí missa vit hann fyrst, so verður ta nokk seinur dagur, at vit fáa hann aftur við øllum teimum fyrimunum hann hevur givið okkum. Alt gott at siga um Ísland, men har [...] nokk ikki so nemmur at verða fyriuttan, so spyrst. Fáa vit ein suverenan føroyskan stat, hvussu við okkara danska borgarskapi, sum vit so dúgliga hava nýtt gott av? Eg eri nú so gamal, at eg minnist tíðina [...] so alt føroya fólk gekk í hesum gummiskóm. Man visti ikki annð, men eg haldi nú tað er munin betur at ganga hvønn dag í donskum skóm. Heilsan Jákup Dalsgaard
føroyskum dansi, at sleppa upp á gólv uttan fyri sjálva vanligu dansitíðina. Og møguleiki er at hitta vinir og kenningar úr øllum landinum, sum koma til Havnar við hesum eina í huga - at dansa til ljósan [...] eini so lítlari tjóð at varðveita ein so stóra skatt. Illa er skiljandi, at trýst uttaneftir ikki fyri langari tíð síðani hevur kollrent mentan okkara. Vit mugu onkunsvegna hava dugað at tillagað okkum alt
spennandi og í finalunum hevur verið neyðugt at ríða umaftur fyri at finna útav plaseringunum. Eisini hevur luttøkan verið somikið stór, at møguleiki hevur verið at hava B-finalur eisini, har vinnarin í B-finaluni [...] undanfarnu kappingunum verður tónleikur spældur meðan kappingin fer fram, har luttakarnir hava høvi at velja sær sín egna tónleik. Kappast verður í Tølt, Fjórgongd og Fimmgongd fyri vaksin, meðan ung undir [...] kappingarnar byrja kl. 12.00 leygardagin, meðan finalurnar byrja kl. 14.30 sunnudagin. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 22/7 hjá einum av ítrottarnevndarlimunum. Sum vant verður søla av sodavatni,
avgjørda støða er, at tíðin er komin til nýggja tíðarhóskandi kommunuskipan, sum styrkir fólkaræðið, og har avgerðarrætturin er so nær borgaranum, sum til ber. Flokkurin leggur dent á, at eingin er betur [...] fyri at avgera, hvussu bygdin ella býurin skal skipast, enn tey, ið har búgva. Tí skulu tey mál, sum bert viðkoma bygdini/býnum avgerast í heimakommununi. Men Javnaðarflokkurin ásannar eisini, at ávís [...] kommunurnar vórðu skipaðar á fyrsta sinni í 1872, hevur tíðarhóskandi lóggáva ikki fylgt við. Úrslitið er, at nógvar góðar skipanir avlagast, gerast stirvnar og ójavnar fyri borgararnar ymsa staðni í landinum
var hent. Men av tí at tyrlan í løtuni er einasta regluliga sambandið millum oyggjarnar, er eftirspurningurin stórur fyri at sleppa við tyrluni. Frá tyrludeildini verður sagt , at rættuligur telefonstormur [...] hevur verið síðani skrivstovan opnaði mikumorgunin eftir at verkfallið var lýst. Men hóast tann stóra kravgangin, hevur tyrludeildin ongar ætlanir um at røkja túratalið. Rutuflúgvingin verður tann sama sum [...] frá restini av landinum, tá Smyril ikki er í sigling. Tí kemur tað sera illa við hjá suðuroyingum, at heldur ikki tyrlan er í rutu til oynna undir verkfallinum.