eisini til økið hjá tekniska stjóranum, men tó sum sjálvstøðugar eindir. Endamálið við at seta ein felags stjóra er m.a. at samskipa arbeiði millum deildirnar betur og harvið betra um tænastuna mótvegis borgarunum [...] eftir tekniskum stjóra í bløðunum um vikuskiftið, og ætlanin er, at hann skal taka við starvinum 1. januar 1999. Miðað verður eisini eftir at broyta politiska bygnaðin í samsvar við broytingarnar í umsitingarliga [...] Tórshavnar kommuna samtykti á eyka býráðsfundi mikukvøldið 15. oktober 1998, at normera eitt nýtt starv sum tekniskur stjóri. Hetta er ein liður í broytingunum av umsitingarliga bygnaðinum hjá Tórshavnar
føroyskar. Ofta er satt bókarok hesa tíð. Upp undir jól hoyra vit mestsum dagliga at nú er ein nýggj bók komin út. Torført er at fylgja við, og sjálvt vit, ið starvast í bókavinnuni, verða ferð eftir ferð tikin [...] bóli. Tí fara bókhandlarnir saman við forløgunum, eins og undanfarin ár, at geva bókaskránna Bókajól út. Hetta er triðju ferð, at hetta verður gjørt. Bókaskráin verður borin í hvørt húsarhald. Bókaskráin [...] barna- og ungdómsbókum, Skald- og siðsøgu, yrkisbókum o.s.fr. Men tey forløg, sum ætla sær at vera við, eiga ikki at leggjast á boðini. Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum ger skránna klára til prentingar,
vóru tað fá, ið hildu, at ætlanin um at útvega prentsmiðju fór at halda. Nú er høllin, har maskinan skal standa, um at vera klár, og so skjótt styrkta gólvið er pussað, kann byrjast at seta prentsmiðjuna upp [...] Norðurlendska upplýsingarstovan í Alta í Noregi hevur í skjótt eitt ár arbeitt fyri, at russiska lokalblaðið Dvashdi Dva í Landnyrringsrusslandi kann fáa sína egnu prentsmiðju. Útgerðin, ið verður uppsett
Tó sigur Per Thorning, kamarharri, at krúnprinsurn er í arbeiðsørindum, og at hann kemur aftur til Danmarkar um tveir dagar. Á Ríkisumboðnum vita tey heldur enki um, at Fríðrikur Krúnprinsur er í Føroyum [...] Føroyum. Á stovninum hava tey eisini frætt, at onkur sá Krúnprinsin á flogvøllinum sunnudagin. ? Tað er bert tá Krúnprinsurin er í almennum ørindum, at vit skipa fyri, verður sagt á Ríkisumboðnum. [...] fór beinleðis umborð á verkuskipið Triton, har hann skal vera við í einar tveir dagar. Tað er torført at halda loyniligt, tá kend útlendsk ferðafólk koma í Vágarnar. Altíð er onkur, sum letur boðini fara
longu staðfestir í Honduras og Nicaragua, og vandi er fyri at kolerafarsóttin fer at herjamillum tey túsundtals neyðstøddu í hesum londum. Til tess at forða fyri hesum, er Reyðikrossur í Danmark við í fyribyrgjandi [...] av tí at vegir og brýr eru skolað burtur. Suni Vinther er formaður í Reyða Krossi í Føroyum. Hann sigur, at innsamlingin til frama fyri tey neyðstøddu heldur fram, so leingi sum áhugi er fyri at stuðla
Fólk harmast eftir øllum at døma framvegis um, at Skotlandssiglingin varð niðurløgd. Hinvegin letur til, at fleiri hava tikið Skotlandsflúgvingina hjá Atlants Flogi til sín. Í øllum førum hevur hendan [...] hendan rutan gingið so mikið væl, at flogfelagið hevur gjørt av at leingja tíðina flogið verður komandi ár munandi. Byrjað var 22. juni í ár og beinanvegis sást, at fólk tóku væl undir við rutuni. Upprunaliga
000 krónur, umframt mvg. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd, sigur, at nógv er at gera við húsini, men tað er mest tí, at tilfarið innan skal vera úr brunatryggum tilfari. Í fyrstu syftu verður miðhæddin [...] Nú verður farið undir at gera húsið til eldrasambýlið, sum Tórshavnar Kommuna keypti til endamálið í fjør Talan er um eini hús í Hoyvík, og væntandi verður klárt hjá teimum eldri at flyta inn í vár. Í húsunum [...] húsunum. Eldrabylið verður ein deild av Lágargarði, tí tað heldur býráðið er best og bíligast, heldur enn at gera ein nýggjan stovn.
lesari gremur seg um, at tað er so ofta, telefonin ringir, men tá hon verður tikin, er eingin í telefonini. - Eg veit fleiri, sum gremja seg um tað sama, at fólk eru alt ov kvik at leggja á aftur, verður [...] bráð, tí vit eru nógv, sum brúka eina løta til at koma til telefonina. - Vit sita ikki øll við telefonina allan dagin, og orsøkirnar kunnu vera fleiri til, at telefonin ikki verður tikin beinanvegin. Summi [...] telefonina ringja nakrar ferðir aftrat næstu ferð, áðrenn tit leggja á, tí einki er so forargiligt sum at taka telefonina, og tað er lagt á, sigur lesarin.
oljuholið, sum Saga Petrol helst fer at venda aftur til seinni. Men í mai mánað í ár sær út til at »Straukur« fer at fáa meiri bundna uppgávu, tá veitingarskipið fer í Ermasund at gera biologiskar kanningar fyri [...] Onglandi og Hálandi. Bíðar í Klaksvík Sum skilst á Hjørleifi Rasmussen, ein av eigarunum, er ikki nógv at gera júst nú hjá veitingarskipinum, sum liggur í Klaksvík. Í síðsta mánað var »Straukur« í Havn, har [...] keyptur úr Íslandi í 1996, har skipið av fyrstan tíð var vitaskip og undir toskastríðnum var tað meiri at kalla verjuskip hjá íslendsku stjórnini. Seinastu tvey árini, áðrenn klaksvíkingar keyptu skipið var
tann møguleikan nýtir hann. Tó er væntandi, at hann í morgin fer at geva tingformanninum, Jógvani I. Olsen boð um, at hann ikki megnar at skipa samgongu og at hann tí gevur samráðingarleiðsluna frá sær [...] bøtt um nú. Eftir greiða valsigurin hjá Høgna Hoydal hevur cein samdur tingbólkur tikið undir við, at hann skal verða løgmansevnið floksins. Heini O. Heinesen, sum fyrr hevur mynda flokkin úteftir verður