Nevnast kann, at leygardagin verður gyklarin Ásbjørn og Freki Finn og seinni koma Juliannu Boys og countrykongurin Hallur Joensen at undirhalda. Sunnudagin verður eisini ymiskt. Her kann nevnast, at tað verður [...] degnum kemur Trøllafamiljan at vitja, og Jens Marni Hansen kemur á pallin at syngja. Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin. Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum
fyri tveimum árum síðani, so eg haldi, at vit allir royna at hava beinini væl og virðiliga á jørðini. Og so mugu vit vóna, at vit eru nóg professionellir til at koyra tað heim á heimavølli, sigur Høgni [...] er stuttligt at vera við aftur, og tá tað so er upp á hendan mátan, er tað næstan meira, enn mann kann ynskja sær. Men nú havi eg hvílt meg í tríggjar mánaðir, so tað er kanska tíð uppá, at eg komi ígongd
Fer tað at eydnast Keflavík við vágbinginum Símuni Samuelsen á liðnum at vinna fyrsta meistaraheitið í 35 ár. Hesin spurningurin hevur verið aktuellur alt hetta kappingarárið, tí Keflavík hevur mest sum [...] FH fer at spæla á útivølli ímóti Fylkir. Keflavík hevur 46 stig og málmunin 53-29, og FH hevur 44 stig og málmunin 48-25. Á heimasíðuni hjá Keflavík verða allir teir, sum áður hava verið við til at vunnið [...] vunnið meistaraheitið fyri Keflavík bjóðaðir at vera gestir seinnapartin, tá ið tað verður vónað, at felagið skal vinna meistaraheitið fyri fimtu ferð. Higartil hevur Keflavík verið meistari í 1964, 1969,
havnarfelagnum. Sandoyingar vóru annars fyri viku síðani í fullari ferð við at vinna seg úr botninum, men tvey tap á rað bera við sær, at trýstið á teimum nú er heilt stórt. Tí skulu stig helst á kontina nú, [...] ikki tøkur, men roknað verður við, at hann kann byrja venjingina aftur, meðan landsliðssteðgur verður eftir hetta umfarið. Hinvegin er Milan Kuljic aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær [...] sær, og so er spurningurin, um venjararnir velja at halda fram við liðnu, sum vann seinast, ella um Ólavur í Ólavsstovu noyðist at víkja fyri Kuljic.
førleika at ansa sjúkum nýføðingum, niður í 10, og harav hava bert seks neyðuga serkunnleikan. Tað hevur gjørt, at fleiri ov tíðliga fødd børn og sjúkir nýføðingar verða sendir til Danmarkar at fáa viðgerð [...] fáar sjúkrarøktarfrøðingar til at ansa børnum, sum eru fødd ov tíðliga, og tey verða tí oftari send til Danmarkar nú enn fyrr -Tað er óheppið, tí ein ávísur vandi er við at flyta børn, sum eru illa fyri [...] hjá Kringvarpinum. Umleið 35 børn verða fødd ov tíðliga í Føroyum um árið, og eisini hendir tað ofta, at nýføðingar verða brádliga sjúkir. Flestu børnini hava higartil kunnað fingið ta røkt og viðgerð, tey
avn, tað lendi kl. 18:42. RC2455 stendur at koma kl. 20:45, tað kemur via Bergen RC 453 stendur at koma kl. 20:38, tað kemur úr Keypmannahavn RC 455 stendur at koma kl. 00:45, tað kemur eisini úr Keypmannahavn [...] Keypmannahavn Bara eitt flogfar er farið, tað fór kl. 10:45, eitt stendur klárt at fara nú, tað fer kl. 19:30, so stendur eitt at fara kl. 21:30. Øll, sum fara avstað, fara til Keypmannahavnar. Ættin er la [...] rsunnan, vindferðin liggur um 3-4 m/sek, seinni í kvøld gongur hann upp í eystan og vindferðin fer at koma upp í 6 m/sek. Eysturættin er góð ætt í Vágum, so tá verður helst klárt, hann verður eystan í
Nakrar vikur eftir kappingarlok er nú gjørt av, at tað verður MB og ikki AB, sum saman við Fram flytur upp úr 2. í 1. deild. AB hevur havt hendan sessin, eftir at felagið í fyrsta umfari vann kærumál móti Skála [...] Skála kærdi tó málið, og vísti millum annað á, at eisini AB spældi við ikki-skrásettum spælara. Yvirkærunevndin hevur nú viðgjørt málið, og har er niðurstøðan, at tá bæði feløgini hava nýtt ikki-skrásettan [...] ber við sær, at AB missur stigini, sum teir annars høvdu vunnið í úrskurðinum frá Aganevndini, og tí verður tað nú MB, sum flytur upp í 1. deild. Endaliga støðan í 2. deild er sostatt, at Fram vinnur deildina
Í sambandi við, at Teitur hevur sett sær fyri at gera vart við seg á bretska tónleikamarknaðinum komandi ár, skipaðu Sendistova Føroya til London og A&G Records í kvøld fyri eini væl vitjaðari show case [...] fekk høvi at spæla nakrar av sínum perlum framman fyri týdningarmiklum umboðum fyri tónleikaídnaðin og tónleikafjølmiðlum Hópin av samrøðum vórðu gjørdar við føroyska úrmælingin. Nevnast kann, at millum tey [...] umboð fyri kendu tónleikastøðina hjá BBC, Radio 2 og tónleikastøðini XFM. Í 2009 er ætlanin hjá Teiti at geva tvær fløgur út í Stórabretlandi ígjøgnum tónleikaraútgevarafelagið A&G Records. Sambært A&G Records
vanliga sera tungar at syfta. Tjaldur hevur hinvegin prógvað sínar ætlanir um at vera við í oddinum, og sunnudagin fæst at vita, hvussu langt ávegis tær eru komnar í sínum ætlanum um veruliga at vinna seg heilt [...] bak, og skal metast eftir stigatalvuni, so er dysturin í Vági ein av avgjørdu lykladystunum, sum koma at viga heilt tungt, tá tað í vár skal gerast av, hvør fer saman við Stjørnuni í finaluna. VB hevur víst [...] har eru tær bláu greiðir favorittar. Og í Klaksvík verður talan um hálva sensatión, um Kyndil megnar at skapa bara nøkunlunda spenning um úrslitið móti Stjørnuni, sum altso hevur skúgvað alla mótstøðu til
og tað er frálíkt, men her vantar nakað fyri ungdómin, tað er ov langt, at fara oman í býin hjá ungdóminum á Argjum. Eg meini, at ungdómurin á Argjum, kan brúka nýggja skúlan, á Argjum eisini til ungdómsklubb [...] ungdómsklubb. Har verður jú eisini frítíðarskúli, hví ikki kanna møguleikan, fyri at hava ungdómsklubb, uppá sama máta, sum tankin er at gera uppi í frítíðarskúlanum Hoyvík og í ítróttarhøllini í Kollafirði. Eg [...] ungdómar einki. Eg vil eisini arbeiða fyri, at ungómurin í Nólsoy, fær betri kor. Her er einki frítíðartilboð til ungdómin. Hetta líkjist ongum. Vit vita jú, at ungdómurin í Nolsoy, hevur alt ov langa leið