neyt. Umframt kundu vera 500 áseyðir. So nógv var kortini ikki. Men vit kundu so hava úti ímóti 300. Í Dímun eru 13 merkur. Hóast oyggin altíð hevur verið eitt festi, so hevur hvør mørkin við hálvmørkum hvør [...] ansa neytum. Tá neytini vóru so nógv úti, var eisini gjørt nógv við at ganga til neyta. Oyggin er 396 metrar høg, meðan vit búgva uppi á 110 metra hædd. Tí var tað nokk so bratt at ganga niðan á oynna [...] kravdist til so nógv neyt umframt tey fýra rossini. Tað var heldur ikki altíð, at tað bar til at hava neytini úti so stóran part av vetrinum. Tá ið tað fall á ringar vetrar við illveður og nógvum kava var
hol í vegnum; buglur síggjast í bilverjuni; og so er vegurin haraftrat sera smalur. Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at smágrót kemur á bilar. Og um fólk fara á súkklu millum bygdirnar er ikki óvanligt [...] eru mong sum hava ampa av at koyra til Tjørnuvíkar. So seint sum fríggjadagin í farnu viku datt ein stórur steinur oman á henda vegin. - Eg fari so sjálv ikki norður til Tjørnuvíkar, tá regnar ella tað [...] verður ein varandi loysn. - Og tá satt skal vera sagt, so er hetta hegnið einki minni enn eitt skendsil fyri bygdina, slær Elsa fast. Fleiri fólk halda eisini, at hegnið stendur í heilt skeivum staði.
gøtuni, úr bløðum, allastaðni. Tað er faktiskt øvugt, at eg havi so nógv hugskot, at eg ikki klári at seyma tey so hvørt. So eg havi nógv hugskot niðurfyri, sigur hon flennandi. Víðka virksemið Higartil [...] Handilin liggur á Vesterbro, á eini gøtu nevnd Øehlenschlægersgade. Hetta er ein síðugøta, so tað er ikki so, at fólk bara detta inn á gólvið. Beinta sigur, at tær hava úr at gera, hóast tær hava gjørt óa [...] sum tosaði við okkum. Tey skýrdu okkara handil at vera "mest trendy butik". So tað er góð, ókeypis reklama, sum nógv fólk síggja, sigur Beinta. ? Okkara handil er kanska eisini eitt sindur øðrvísi enn
tingini skuldu kunna bera til, og fyri at ferðafólkini skuldu fáa eina so góða ferð sum gjørligt. Henni nýttist ikki altíð so nógv orð, men ístaðin vísti hon tað í verki við at ganga fremst, taka ein hond [...] sært kanska ikki báðar í senn – Ljómin frá gleðini Er mangan so skærur, At tú sært ikki sorgina – Men hon er har; Og sorgarmyrkrið Er mangan so myrkt, At tú hómar ikki gleðina – Men hon er har! Í dag situr [...] soleiðis var eingin ivi um, at hjá henni var tryggleiki og tænasta hennara fremsta mál. Hon dugdi at fáa fólk at kenna seg væl - hetta kom innanífrá og var ikki bara lært. Tú kendi teg altíð væl í hennara selskapi
eina ferð fyri allar, so skjótt sum gingið er av. Lati eg pengar til góðgerðarendamáls? Ja, nógvar pengar. Eg lati til ALS, Barsilsskipanina, Samhaldsfasta og so framvegis. Nógv prosent. [...] sum ganga á dyrnar og bidda. Skava og tap, so fótbóltsliðið hevur ráð at tapa. Føstulávintmánadag, -týsdag og -mikudag eru eisini biddaragongur. Hóast nógv, sum bidda, bidda pengar til arbeiði, sum kanska [...] kostar, og alt kostar alt ov nógv. Eini ráð eru tí at brúka pengarnar til sín sjálvs í staðin fyri at lata teir í hesa ella hasa bússuna ella á kontuna hjá øðrum. Sum sagt so ofta og skrivað næstan líka
letur upp, eins og fyrstu skrivstovuhølini verða klár at taka í nýtslu. Næstu árini verður so bygt enn størri, so tað sum frá líður tilsamans verða 130.000 fermetrar av hotelli, skrivstovuhølum, felagshølum [...] at hava allar nútímans hentleikar, sum fólk spyrja eftir í dag – m.a. fitness-sentur. Allan L. Agerholm sigur, at miðað verður eftir at hava eitt hotel, sum er so Co² neutralt, sum gjørligt. Hetta verður [...] grundvatni og eina hitaskipan, sum hitar við sólkyknu-skermum. Nógv annað í hotellinum er eisini bygt við tí fyri eyga, at halda Co²-útlátið so langt niðri sum gjørligt. - Vit síggja í dag, at summar fyritøkur
Í allarflestu førum er tað heldur ongin trupulleiki. Kortini kemur tað meiri enn so fyri, at hann longu er ov lítil, so at bilar standa eftir á bryggjuni. Bara í farnu viku hendi tað tvær ferðir, at bilar [...] sjálvsagt nógv færri bilar við. Hinvegin staðfestir hann eisini, at summi av teimum, sum ikki sleppa við, eru ferðafólk við bili, sum eru ov sein til skipið. - Tað stendur í ferðaætlanini, at fólk við bili [...] manningin kann leggja til rættis, hvussu skipið skal lastast. - Men tað kemur meiri enn so fyri, at bilar koma til skipið nógv seinni enn tað og tað elvir til trupulleikar, sigur Jan Haldansen. Nýggj ferðaætlan
nokk so punkut, men eg havi enn góða tíð at avgera, hvat eg vil spæla, men kanska eg syngi á føroyskum, kanska ein sang hjá mammu ella babba, eg veit ikki, flennir Ragnar Finnson. Spurdur hvussu nógv foreldrini [...] tað rigga ordiliga væl. Eg havi eisini spælt tað nógv, og mær hevur altíð dámt lagið. Eg helt eisini, at tað rakk út til tey flestu, tí tað er eitt so kent lag. Men eg minnist næstan ikki, at eg spældi [...] gólvið. - Mann ger bara tað fyrsta. Eg haldi ikki eg hugsaði, men eg var bara so mega glaður, og tað var mega kul, at hini tóku tað so pent, at tey ikki komu víðari, sigur Ragnar. Hinvegin tók hann ikki beinleiðis
fáa vitjan, og komu nógv fólk á gátt hjá pabba og mammu, ímeðan hann var sjúkur. Hann hevði altíð eitt gott mót og royndi at venja, soleiðis at kroppurin ikki stívnaði. Hóast hetta so endaði tað við, at [...] ikki tosa. Men skilið misti hann ongantíð, so hann visti, hvønn veg tað bar. Tað er við tungum lyndi, at eg hugsi aftur á tað tíðina. Eg royndi at vitja hann so ofta, tað bar til, og tað eri eg sera takksom [...] seinasta andan. Tað var sera tungt, men hóast alt so var hatta onki lív, ið ein kundi bjóðað nøkrum menniskja. At ein maður, sum alt sítt lív hevur verið so ótrúliga raskur til arbeiði, skuldi enda sínar
nýtt skip komið til kommununa í ár. Hóast hesi góðu útlit eru fyri virksemi, so mugu vit tó viðganga, at vit ikki eru so nógv øðrvísi fyri enn fleiri onnur støð kring landið, tá umræður at fáa ungdómin [...] Kommuna er tilreiðar at taka ímóti slíkum uppgávum so skjótt sum landsmynduleikarnir eru klárir at leggja hesar út. Á Varmakeldustevnu í ár er nógv á skránni, sum víst er aðrastaðni í blaðnum. Eg vil [...] r Stevnutíð er summartíð. Longsti dagur er farin afturum - Jóansvøkuhald og -bál hava verið. Nú er so tíðin komin til at halda Varmakeldustevnu í Fuglafirði; fyri seinastu ferð í 1900-talinum. Vit, sum