kring allan heim. Á konsertum hjá U2 er sangarin kendur fyri at rópa politiskar boðskapir av pallinum. Hann sigur við BBC, at hann er greiður yvir at, hinir limirnir andað í nakkan á honum, tá hann heldur [...] T.d. tekur trummuleikarin Larry Mullen tíð, tá Bono heldur røður. Bono sigur, at hann eisini sjálvur er greiður yvir, at áskoðararnir kunnu gerast troyttir av hansara nógvu og almennu meiningum um alt
Altso hægri enn lægsta útlánsrentan. Lítið man vera at ivast í, at tað ikki fer at ganga so long tíð, har rentumunurin millum ymsu peningastovnarnir er somikið stórur, sum hann er við hesum stiginum hjá [...] niður í 5,45%. Tað var kontanta svarið, sum væl kann hugsast at seta enn meira ferð á gongdina við rentulækkingunum. Til sammetingar kann sigast, at hægsta innlánsrentan hjá Norðoyar Sparikassa er 3,50%. Altso
hevur ljóðað, at fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, møguliga skal í eitt svenskt fongsul, verður hann dømdur sekur, men nú sigur svenski løgmálaráðharrin, Thomas Bodström, at tað hendir neyvan [...] neyvan. Hinvegin hevur hann einki ímóti, at fólk, sum verða dømd fyri krígsbrotsverk aðrastaðni, sita dómin í einum svenskum fongsli. Thomas Bodström vísir á, at fyrrverandi bosniaserbiski forsetin Biljana [...] skal hon sita tey ellivu árini, sum hon fekk í krígsbrotsmannadómstólinum í Haag. -Vit eru til reiðar at taka ímóti fleiri krígsbrotsmonnum, men tað er kortini avmarkað, hvussu mongum vit kunnu hýsa, sigur
Tey sum ætla at vitja í Vestmanna um vikuskiftið, meðan bátastevna er, hava eisini møguleikan at vitja nýggju ferðavinnumiðstøðina Inni á Fjørð. Handilin og kunningarstovan, sum millum annað skipar fyri [...] lótu upp fyri tveimum vikum síðani. Og nú er so eisini klárt at lata sjálva matstovuna upp. Í matstovuni kunnu 70 fólk sita, og ætlanin er at hava eina serliga bátastevnu matskrá nú um vikuskiftið, siga [...] uttan fyri sjálv húsini og gomlu skúrarnir, ið stóðu har eru burtur, so økið við bátahylin er ikki til at kenna aftur. Bygningurin hjá Vestmanna Tourist Centre er góðar 250 fermetrar.
prísurin á rækjunum eru so lágur, at skiparaksturin hongur ikki saman. Sum skilst, fara í løtuni samráðingar fram við fíggingarstovnar um, hvussu berast skal at fyri, at Kappin kann loysa aftur. Tað er ikki [...] Tá ið manningin á rækjutrolaranum, Kappanum, kom aftur av Svalbards-leiðini herfyri, fingu teir at vita, at teir vóru uppsagdir, tí skiparaksturin gongur ikki. Sambært stjóranum á Rækjuvirkinum, Hans Jóhannes
Dagbladet. Har siga 42 prosent, at tey taka undir við, at Noreg fer upp í ES, og 36 prosent siga seg vera ímóti. 22 prosent vita ikki, hvat er tað rætta. Tað merkir, at talið á teimum ivasomu er vaksið [...] tí fyri bara einum mánað síðani søgdu 18 prosent, at tey vóru í iva. Sambært kanningini eru tað fólk, sum hava verið fyri limaskapi, sum nú eru farin at ivast, tí fyri einum mánað síðani vóru 45 prosent
Olsen vísti á, at tað altíð eru nakrar kvinnur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki taka av tilboðnum um uppskúling. - Sjálvandi er tað ábyrgdin hjá heilsuhjálparafelagnum at syrgja fyri, at hesar eru líka [...] uppskúlingina til heilsuhjálpara. Hon segði, at tá ið tann flokkurin, sum byrjaði á skúlanum í Suðuroy í apríl í ár, er liðugur, eru tveir flokkar eftir at uppskúla. - Tá ið uppskúlingin er liðug, eru
At hann ikki varð dømdur til deyða kemst av, at hann játtaði at vísa løgregluni, hvar hann hevði myrt kvinnurnar, og hvar hann hevði jarðað tær. Gary Ridgeway, sum í sínum dagliga yrki málaði lastbilar [...] lastbilar, viðgekk undir avhoyringum, at hann hevði beint fyri 48 ungum kvinnum, og hann verður hildin at vera tann ringasti hópdrápsmaðurin í amerikanskari rættarsøgu. Tær flestu kvinnurnar myrdi hann nærhendis
til at gera ein film um bretska ríkmannin Richard Branson. Filmurin skal gerast eftir bókini "Loosing my virginity", sum er ævisøgan hjá Richard Branson. Í bókini skrivar hann, hví hann valdi at gevast [...] Virgin Atlantic Airways, sum hann stovnaði í 1984. Crystal Sky ætlar at fara undir filmin næsta ár, og felagið leitar nú eftir einum at standa fyri framleiðsluni, skrivar NTB. [...] gevast tíðliga í skúlanum, og hvussu tað eydnaðist honum at gerast ein av heimsins ríkastu handilsmonnum. Hann var ikki meiri enn gott tjúgu, tá hann stovnaði plátufelagið Virgin, sum hann í 1992 seldi fyri
deyða fyri at hava skotið ein 16 ára gamlan drong í bygdini Nash har eysturi í Texas tann 14. apríl í 1980. Stuðulsfólk hansara vilja vera við, at rættarmálið ímóti honum var ikki rættvíst, og at rættarmálið [...] Í gjár skuldu myndugleikarnir í amerikanska statinum Texas taka støðu til, at tann 44 gamli Delma Banks skuldi avrættast. Verður hann tikin av døgum, er hetta avrætting nummar 300, síðani deyðarevsingin [...] rættarmálið er eitt tekin um fleiri veikleikar í rættarskipanini í Texas. Millum annað er komið fram, at bara hvít vóru í nevningatinginum, sum dømdi hann sekan. Sjálvur er Delma Banks littur.