tað er at búgva á útoyggj. Ikki minst vísti hann á, at tað er nógv dýrari at búgva á útoyggj, enn aðrastaðni í Føroyum, tí tað kostar so nógv at føra farm út á smáu oyggjarnar. Sjálvt oljan er væl dýrari [...] hvussu so er einsamallur. At flyta olju er báði trupult og tungt at hava við at gera, so farmagjaldið til útoyggjarnar fær Statoil einki gjørt við einsamalt. Stathav sigldi áðrenn hansara tíð, so hvussu [...] dýrt at búgva á útoyggj. Hann vil ikki kennast við roknistykkið, Tummas Frank Joensen hevur fingið fólk við innliti at gera. Tað vísir, at skulu oljufeløgini koyra somu oljumongd út til húsarhaldini í
tað verður sostatt mánakvøldið 14. september kl. 20. Felagið hevur í nógv ár havt fundir sínar í hølum Havnar Handverkarafelags og so verður eisini í ár, í Tróndargøtu 16 í Havn. Teir dagarnar Postverk [...] grein í blaðnum hjá felagnum eydnaðist tiltakið væl. Tað var alla tíðina fólk inni, við hvørt fult hús, og í alt vóru eini 400 fólk inni á gólvinum. Umframt framsýningina av sjálvum frímerkjunum hevði ein [...] har børn og ung møtast á Margarinfabrikkini. Næsti fundurin verður sunnudagin 20. september. Tað eru nógv sum onkusvegna savna frímerki, ella hava savnað, og kanska ikki rættiliga vita, hvussu tey skulu koma
er deiligt ikki sjálvur at skula standa fram. Tann partur av tónleikinum hevur ongantíð sagt mær so nógv. Tað passar mær eisini væl, at eg skrivi tónleik til onnur, tí eg skrivi sera ymiskan tónleik. Alt [...] poppkomponistinum. Havnarmaðurin Kári Jacobsen hevur ferð eftir ferð gjørt vart við seg við sangum, sum fólk næstan kenna seg noydd til at syngja við til. Nú eru tað oftast aðrir sangarar, sum framføra sangirnar [...] skrivaðir av fólki, sum bæði hava nakað upp á hjartað og samstundis duga handverkið, sigur Kári Jacobsen. Nógv jørn í eldinum Útgávan Nalja frá 1988 var veruliga startskotið hjá Kára Jacobsen sum sangara, tónleikara
at ein skuldi hava skrivað vísindarligar greinir, men so er ikki longur. Endamálið hjá felagnum hevur frá byrjan verið at fremja samstarv millum fólk í Føroyum, sum fáa við vísindarligt starv og at upplýsa [...] týdning fyri stovnsetanina av Fróðskaparsetrinum og føroyskar gransking og frálæru sum heild. Nógv góð fólk hava millum ár og dag verið virkin í felagnum, og felagið hevur fyri ein stóran part av føroyskari [...] verandi virksemið til einaferð langt fram í tíðina. ?Føroysk gransking og føroysk vísindi hevur ment seg nógv síðani 17. desember 1952, Tað er bæði galdandi fyri setrið og fyri hinar granskingarstovnarnar. Tað
grundupphæddina eru skattaðar, gjalda pensjónistarnir nógv meira í skatti enn fyrr, og tí er avlopið minni eftir nýggju skipanini. ? Eg veit dømi um, at fólk við hægstu avlamispensjón hava fingið 3.000 krónur [...] Almanna- og Heilsumálastýrið er stongt millum jólanna, soleiðis, at fólk, ið eru ónøgd við pensjónina, ongastaðni hava at venda sær. ? Tey eru nógv, ið hava kært sína neyð um pensjónirnar fyri mær, sum forkvinnu [...] ? Tað passar ikki, at ráðini hava havt pensjónslógina til ummælis. Tí haldi eg tað vera nógv fyri, at Helena Dam á Neystabø stígur fram alment í sjónvarpinum og sigur, at vit hava havt hana til ummælis
okkara, og tað er havøkið kring Føroyaland eisini. Her er nógv ríkidømi, bæði á landi, haga, urðum og til havs, og okkara land-og sjóøki er nógv størri enn tað, sum mong evropeisk lond eiga til sínar íbúgvar [...] íbúgvar, sum oftast telja miljónir. Í Føroyum eru vit 55.000 fólk, sum eiga eitt nógv størri ríkidømi, enn mangar aðrar tjóðir eiga. Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til eitt fólkatingsval, og eg havi [...] eg formaður í tveimum nevndum, teknisku nevnd og havnarnevndini í Sands kommunu. Í Sandoynni vita fólk, hvør eg eri, og hvat eg geri. Men, tá tú stillar upp, og valøkið er allar Føroyar, kundi eg hugsað
av tí, sum annars hevði farið í brenniovnin, verður endurnýtt. Á umhvørvisøkinum hava vit nógv at fegnast um. Nógv er vorðið betri, og náttúran er vorðin reinari, tó at enn er langt á mál. Vit hava dugað [...] fólki at leggja um til aðra orku enn olju – sjálvsagt við stuðli og góðari fígging til umlegging. Fólk mugu síggja, at ein umlegging upp á sikt eisini ger, at meira verður eftir í pengapunginum, nú oljan [...] burturkasti, sum í dag verður brent á Sandvíkarhjalla í Havn – og á brennistøðini í Leirvík. Vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tá tað var vanligt at stoyta burturkast í havið – ella at brenna burturkast í
tí materiella viðvíkti, so tað bar væl til at liva av einum 4 markagarði burturav. Men sjálvandi skuldi arbeiðast nógv, og børnini vóru sett til at gera nyttu so skjótt tey vóru so fræg. Sjúrði lærdi tí [...] kirkjubókini er hetta so ein veruleiki, sum vit mugu taka til eftirtektar. Sjúrði vaks upp í bóndahúsinum Innistovu uppi við Garð á Viðareiði sum tann yngsti av fýra systkjum. Fólk vóru tá ikki so kravmikil hvat [...] World Trade Center a Viðareiði, og tey hjøvdu nakað so sjáldsamt sum altan. Í fyrstani var einki einki stakitt á altanini, so tað vóru bara djarvastu fólk, ið hættaðu sær út hagar. Har undir lonini aldu tey
í kapping við allar tónleika festivalarnar, so livur Ovastevnan sítt góða og sunna lív. Okkurt árið, tá veðrið ordiliga hevur spælt við, so hava ein 5000 fólk vitja oynna - og fólkatali í oynni er hækkað [...] Ovastevnan bara hvíla í sær sjálvum, og tí skulu so nógv tiltøk sum møguligt vera ókeypis. Tó hevur hon okkurt árið – av misgávum - givið eitt lítið yvirskot, sum so er brúkt til ymisk vælgerandi endamál í Nólsoy [...] uppá 224 fólk, ár eftir ár, nú í heili 30 ár hevur megnað hetta. Hetta er kanska sum humlebiin. Hon eigur ikki at kunna flúgva við so lítlum veingjum sum hon hevur, men hon veit ikki betri, so hon flýgur
mangla í Føroyum. Bara við at samstarva við so nógv sum til ber, kunnu vit fáa røttu spurningarnar við, sigur Heini Hátún, sum í hesum sambandi heitir á fólk um at koma við hugskotum. - Fyri fyrstu ferð [...] almennan samleika sum so. Men teir fýra menninir, sum fyrireika hana higartil, húsast á gamla posthúsinum á Argjum. Mytur ella vitan Endamálið við einari fólkateljing er ikki at telja fólk, sum navnið annars [...] ein partur av uppgávuni hjá fólkateljingini eisini at finna fólk, sum eru burturstødd júst hendan dagin. Til dømis til skips ella uttanlands. - So mugu vit spyrja tey, tá tey koma aftur. Til dømis, hvar tey