aftur ein graslíkisvøll. Í einari av ódnunum, sum leikaðu í fjør fór graslíksvøllurin á Viðareiði. Í dag var so sáttmáli undirskrivaður á Viðareiði millum Viðareiðis Kommunu og fyritøkuna LAIDERZ, sum framleiðir [...] uttan innfyllu. Einki svart gummi verður at dragast við hjá teimum, sum koma at spæla og venja á vøllinum. Tann fyrri vøllurin, sum fórst í ódnini í fjør var eisini uttan gummiinnfyllu. Á myndini síggjast [...] og Trine Laiderz frá fyritøkuni LAIDERZ skriva undir sáttmálan fyrr í dag. Talan er um vøllin, sum liggur beint við kenda gistingarhúsið Hotel Norð.
Polar Seafood, sum er útgerðarfelag hjá trolaranum, Polar Nanok, hevur nú givið Slysavarnafélag Landsbjörg í Íslandi 100.000 krónur - ella 1,6 miljónir íslendskar krónur sum gávu. Gávan er ein tøkk fyri tað [...] úthaldni, sum sjálvboðin bjargingarfólk í Íslandi løgdu í leitingararbeiðið eftir 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur, sum í gjár varð funnin deyð. Á Facebook-síðuni hjá Slysavarnafélagið Landsbjörg liggur eitt [...] Fossheim. Á Facebook-síðuni takkar Slysavarnafélagið Landsbjörg í Íslandi reiðaríinum fyri stóru gávuna, sum tey siga kemur væl við.
ukrainska havnarbýin, Izmajil, sum liggur við Donau-ánna. Tað sigur guvernørurin í Odessa-regiónini í morgun, Oleh Kiper. Hann vísir á, at støð, sum eru rakt í álopunum í nátt, eru ein korngoymsla, havnalag og [...] ngar í býnum. Eitt fólk hevur fingið smærri løstir í álopinum, sum er hitt fjórða, ið rakar Izmajil seinastu fimm dagarnar. - Álopið, sum varð framt við shahed-dronum úr Iran, vardi í tríggjar tímar, sigur [...] dronum niður, áðrenn tær gjørdu feigdina um seg. Tað er norska kringvarpið NRK og tíðindastovan NTB, sum bera hesi tíðindi í morgun.
nummarplátur til ellisakførini. "Søgan um ein Rolls Royce í Havn, har Meinhardt Arge hugleiðir um Óla Jákup Christiansen sum átti dýrasta bilin í verðini, ein Rolls Royce sum kom higar til lands í 1934, eisini [...] er 32 síður við áhugaverdum greinum og hópin av myndum. Í blaðnum sum liggur á øllum Shellstøðunum er nógvar áhugaverdar greinar, sum t.d. "Úr Botnisku víkini til Vatnsoyrar" har Hans Elmar Poulsen greiðir [...] ferðafrásøgn hjá Thomas Michael Smith um ein túr gjøgnum Europa í 1957. "Visti tú" at tað einaferð tók ímillum seks vikur og tríggjar mánaðar at framleiða ein bil. Um Jólaskipið og Flaggdagskoyring. Hetta
skrásettum skipi, sum liggur á Miðvági. Hetta er eitt gamalt skip, ein sokallaður politikuttari, sum ein miðvingur hevur tikið við sær úr Grønlandi. Nakrar rifflur, ein høglbyrsa og ein pistól vórðu stolnar [...] stolnar av skipinum Malik, sum í fleiri ár hevur ligið á Miðvági. Eisini ein rúgva lóðri til vápnini varð stolið, og er tað júst hetta, ið er vandamikið, um vápnini fella í skeivar hendur, sigur Regin Jespersen
hevur full kør. Skipið hevur 160 kør, sum taka 280-300 kilo hvørt. Tað gevur eina veiðu, sum liggur millum 90.000 og 100.000 pund. Eins og hjá ísfiskatrolarunum sum heild, er nógv tann støsti parturin av [...] Skipini eru fyrrverandi Akranes og Dragasund, sum P/F Vesturvón átti, men sum áður vóru heimahoyrandi í Saltangará. Nú eru tey heimahoyrandi í Klaksvík og eru ein partur av skipaflotanum hjá Kósini, Jóhan [...] Jóhan Páll Joensen og øðrum. Tað er Landingarmiðstøðin í Klaksvík, sum landar Fjalshamar, ið hendan túrin selir veiðina um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Fult skip Landingarformaðurin, Pól Fuglø, sigur
a miðvallaran, Boris Dosljak, sum kemur úr Iskra úr bestu deildini í Montenegro. Tað skrivar Norðlýsið. Í Montenegro er í løtuni vetrarsteðgur í heimligu kappingini, sum er komin í helvt í kappingarárinum [...] inum. Fyrru hálvu av kappingarárinum hevur Boris Dosljak spælt 15 dystir fyri Iskra, ið liggur nummar seks í deildini, og skotið 4 mál. Boris Dosljak kann spæla øll tey fremstu plássini. Høgri og vinstri [...] hevur í tveimum umførum eisini roynt seg í næstbestu serbisku deildini. Norðlýsið skrivar, at gongst sum ætlað, verður Boris Dosljak til venjing í Klaksvík mánakvøldið. Sáttmálin millum Boris Dosljak og KÍ
Swansea hevur í dag boðað frá, at Paul Clement er koyrdur sum venjari hjá felagnum. Hann er sætti venjarin, sum fær fótin í hesum kappingarárinum. Hinir eru Frank De Boer (Crystal Palace), Ronald Koeman [...] (Everton), Craig Shakespeare (Leicester), Slavan Bilic (West Ham) og Tony Pulis (West Bromwich). Swansea liggur aftast í Premier League, eftir 18 umfør. Tað hevur verið trýst á Paul Clement síðani kappingarbyrjan [...] tríggjar venjarar. Tað byrjaði við Francesco Guidolin, so Bob Bradley og endaði við Paul Clement, sum nú er koyrdur. Fyribils favorittar at taka yvir eru Roberto Martinez (Belgia), Ronald Koeman og Chris
Innlendismálaráðið fekk í gjár ein nýggja aðalstjóra, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti Rúni Joensen í starv. Rúni Joensen hevur áður verið aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, men tá aðalráðið varð [...] varð niðurlagt, varð hann fluttur í starv sum serligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum. Men hóast aðalráðið varð endurstovnað og neyðugt varð við nýggjum aðalstjóri, so varð starvið aldrin lýst leyst. Hetta hóast [...] lýsa starvið leyst. - Tað er heldur ikki bara aðalstjórin, ið er vorðin fluttur í nýtt starv. Tað liggur í kortunum, at fleiri starvsfólk verða flutt í millum ráðini tá málsøkjabýtið verður gjørt.
hækkað munandi, tað vil siga, at lærarar, sum taka sær av læraralesandi í starvsvenjing, fáa munandi meiri fyri ómakin. Í avtaluni er Venjingarskúlin strikaður sum venjingarskúli. Hetta veit heimasíðan hjá [...] Tað kann tykjast løgið, tí praktikkin er verkligi parturin av læraraútbúgvingini, og samstundis liggur ein stór ábyrgd á praktikklæraranum, t.d. at meta um, um tann lesandi er skikkaður til lærarastarvið [...] hjá Lærarafelagnum at siga. Venjingarskúlin varð ætlaður og virkaði í nógv ár sum venjingarskúli hjá læraralesandi. Siðvenja hevur verið, at læraralesandi umframt longru praktikkskeiðini, hava fingið t