øki í Eysturoy, vórðu tríggir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu ávikavist 74, 95 og 85 í bygdum øki, har einans loyvt er at koyra 50 km um tíman. Tveir av hesum bilførarunum, teir [...] teir sum koyrdu 95 og 85, vóru so ungir og høvdu havt koyrikortið so stutt, at teir verða hildnir í styttri tjóðri, at teir fingu koyriforboð, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Um middagsleitið í gjár var [...] var ein bilførari í Suðuroy tikin fyri rúsdrekkakoyring. Og í Klaksvík var ein bilførari tikin fyri at koyra koyra við barni, sum ikki sat íbundið, og so tosaði bilførarin eisini í fartelefon.
AFP veit at siga, at tríggjar dagar langa vápnahvíldin hjá Russlandi í Ukraina gekk út á midnátt í kvøld, lokala tíð. Í endanum av apríl boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin, frá einari tríggjar dagar [...] sum skuldi vara í einans tríggjar dagar. Eins og USA hevur Ukraina kravt, at ein vápnahvíld skal vara í 30 dagar, soleiðis at møguleikar verða skaptir fyri veruligum friðarsamráðingum. [...] dagar langari vápnahvíld í Ukraina. Hetta gjørdi hann í sambandi við, at sigursdagurin fyri endanum av seinna heimsbardaga - hin 8. mai - skuldi hátíðarhaldast í Russlandi. Tá vóru liðin 80 ár, síðan N
Í dag visti Sermitsiaq at siga, at tyrla og flogfar hjá Arktisk Kommando hava leitað í Diskovíkini í Grønlandi eftir trimum saknaðum. Tað var longu sunnukvøldið, at fólkini vórðu lýst saknað. - Ein bátur [...] bátinum, siga tey hjá Arktisk Kommando við Sermitsiaq. Í dag klokkan 13 upplýsti Arktisk Kommando, at eitt Challenger-flogfar og ein hernaðartyrla vórðu sett inn í leitingina eftir teimum saknaðu. Grønlands [...] í Diskovíkini. Higartil hava hvørki Sermitsiaq ella grønlendska kringvarpið - KNR - sagt nakað um, at nakar av teimum saknaðu er funnin.
løgreglan fráboðan um, at ein bilur var ákoyrdur, og at tann, sum koyrdi á, rýmdi av staðnum. – Vit fingu lýsing av bili og bilførar eins og nummarplátuna. Og tað eydnaðist okkum at fáa fatur á bilføraranum [...] ni. Illgruni var um, at hann var ávirkaður, og tí varp blóðroynd tikin. Bilførarin hevði heldur ikki koyrikort, so hann fær tvær skuldsetingar burturúr hesum. Løgerglan sigur, at nógv ungfólk vóru í býnum
hevur Ragnhild valt at gevast í starvi vegnað aldur. Í hesum sambandi var fráfaringarløta. Borgarstjórin, starvsfelagar og familja fingu høvið at siga nøkur orð. Øll vóru á einum máli um, at Ragnhild hevur [...] Umframt hesi var listin langur yvir jalig lýsingarorð um okkara góða starvsfelaga. Eingin ivi er um, at tað verður stórur saknur í Ragnhild á kommunukontórinum í Sunda kommunu. Vit ynskja Ragnhild og familjuni [...] alt tað besta í komandi tíðum, skrivaði sunda.fo herfyri, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni at síggja.
hevur áður sagt, at talan verður um at býta landaøki millum Ukraina og Russland í eini møguligari framtíðar friðaravtalu. Men Zelensky hevur fleiri ferðir avsannað, at Ukraina fer at lata Russlandi jørð [...] Amerikanski forsetin, Donald Trump, roynir at fáa eina avtalu um vápnahvíld í Ukraina á komandi fundinum við russiska forsetan, Vladimir Putin. Og øll mál um øki skulu umrøðast við ukrainska forsetan,
rakettum. - 61 av hesum eru skotnar niður, veit ukrainska loftverjan at siga í morgun. Á hinari síðuni veit russiska tíðindastovan RIA at siga, at Ukraina eisini hevur lopið á mál í Russlandi við fleiri dronum [...] merkir, at samráðingarfundurin í Alaska í gjárkvøldið millum Donald Trump og Vladimir Putin steðgaði ikki krígsatgerðunum landanna millum. Í stuttum er úrslitið av fundinum millum forsetarnar báðar, at eingin
og felagið rindar eisini eina millión í vinningsbýti. Felagið væntar, at nettosølan fyri 2025 fer at økjast, og at raksturin fer at liggja á sama støði sum í fjør. Umframt heilsøluna so umsitur handilsfyritøkan [...] samanborið við 11,8 mió árið fyri - nettosølan fyri 2024 var 431 mió í mun til 434 mió í 2023, men hóast at samlaða sølan minkaði, vaks bruttoúrslitið úr 58 mió upp í 59 mió. Eginpeningurin í felagnum er nú
vísa tey á, at tað, sum eyðkennir heilsufótbólt, er, at spælt verður á smærri økjum og í smærri bólkum. - Hetta er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og lagt verður veruliga upp til, at øll kunnu [...] Í Sørvági byrja tey nú aftur at venja heilsufótbólt, og venjingarnar verða í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla. - Heilsufótbóltur er fyri borgarar 60+, og vant verður týskvøld frá klokkan 18-19, siga tey
átakinum fyri at styrka eystara partin av Nato-verjusamgonguni. Á hinari síðuni hevur Russland sagt, at landið ikki við vilja hevur sent dronur inn í pólskt loftrúm, og at ætlanin ikki hevur verið at provokera [...] AFP. Nato kunngjørdi "Eastern Sentry" - ella eystara vaktpostin - fyri seinasta vikuskiftið, eftir at fleiri russiskar dronur komu inn í pólskt loftrúm. Bretsku jagaraflogførini skulu verja pólskt loftrúmi