upptøku av einum løgnum skapningi. At síggja til hevur dýrið hvørki eygu, armar ella bein, men kortini megnar tað at "sleipa" seg runt á strondini. Útlendskir miðlar skriva, at upptøkan er gjørd í býnum, Krabi [...] Krabi í Thailandi, hin 17. mai í ár. At síggja til minnir hesin skapningur um eitt slag av igulkeri. Sagt verður, at enska navnið er "sea potato" Livandi myndirnar av dýrinum, sum ferðamaðurin tók, kunnu
og væntandi koma tey flestu inn at landa í næstu viku. - Upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tvey partrolarapør fiska [...] men fiskiskapurin er smáligur. Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap. - Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. [...] fiska gulllaks. Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir fiska í bretskum sjógvi og koma inn at landa fyrst í næstu viku. Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju, men væntandi loysir onkur,
dentur lagdur á, at havøkið er týdningarmikið fyri menningina í báðum londunum. Dentur varð eisini lagdur á, at havøkið eigur at varðveitast sum felags tilfeingi. Í avtaluni varð sagt, at møguligt stríð [...] Russland beinleiðis hevur tikið hesi rættindi frá Ukraina við hertøku, kann væl eingin meining vera í at hava eina slíka avtalu millum partarnar. ##med2##
800 metra dýpi. Í dag veit BBC at siga, at ein ferðavinnukavbátur, sum kavar niður á vrakið við ferðafólki, er saknaður í økinum. Vaktartænastan í Boston sigur við BBC, at eitt bjargingarátak er sett í [...] ferðafólk vóru við kavbátinum, tá hann hvarv. Kavbáturin hevur verið brúktur til at flyta ferðafólk niður á vrakið, soleiðis at fólk kunnu síggja Titanic við egnum eygum. Stivliga 1500 fólk lótu lív, og 706
Eysturkommunu. Í kommununi fegnast tey um møguleikan at kunna gera umstøðurnar hjá børnum og ungum í kommununi betur. - Vit fegnast um at vera við til, at tey ungu eru meira úti í náttúruni og njóta frálíka [...] hevur gjørt við fyritøkuna, ARTA, merkir, at eitt nýtt spælipláss verður bygt í Bóndagerði í Leirvík. Men, sáttmálin er størri enn so. Hann fevnir eisini um, at kenda spæliplássið í Syðrugøtu fær eina
øðrum oyggjum at koma á oyggjaleikir á Oynni Man á sumri í 1985, so var upprunaliga ætlanin, at oyggjaleikirnir bara skuldi vera ta einu ferðina. Men oyggjaleikirnir eydnaðust so væl, at tað komu fram [...] fram krøv og ynski um, at teir skuldu halda fram. HER ber til at hoyra Geoffrey Corlett, sála greiða frá upprunanum til oyggjaleikirnar í einari samrøðu við Eyðun Klakstein og Hera Simonsen, ið var gjørd á
samanber sigurin við, at tað svarar til, at ein lítil bygd í Noregi vinnur á einum stórbýi. Magne Hoseth staðfestir eisini, at tað hevði verið søguskriving fyri føroyskan fótbólt um KÍ megnar at vinna seg í eitt [...] hjá KÍ á Ferancvaros í Champions League undankappingardystinum í Budapest í farnu viku. HER ber til at síggja eitt videobrot, ið VG hevur lagt út um móttøkuna KÍ fekk í Klaksvík, tá teir komu aftur úr Budapest
viðmerking. – Tað er ein skemdargerð at gera seg inn á átrúnað hjá øðrum. Tað snýr seg bæði um at brenna koranir og átrúnaðarlig tekin. Tað er einki annað endamál enn at provokera og skapa spjaðing. Løgreglan [...] Tað segði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, eftir at ein bók fríggjadagin varð brend við irakisku sendistovuna í Keypmannahavn. Hann førdømir gerðina. – Eg fordømi slíkan býttleika, sum [...] Løgreglan í Keypmannahavn hevur áður upplýst, at »ein bók« varð brend við irakisku sendistovuna. Í dag hevur danska uttanríkisráðið fordømt tiltakið sum eina koranbrenning. /ritzau/
har hevur verið nógv fólk. Men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið stak friðarligt. Bara eina ferð vóru boð eftir løgregluni og tað var tí at ein maður var ólátaður. Hann var fullur og harðligur [...] framferð á tjaldingarøkinum, men málið varð loyst við tað, at nakrir vinmenn tóku í herðatoppin á honum og førdu hann burtur. Løgreglan sigur, at sostatt er einki mál skrivað og sostatt sleppur hann, í minsta [...] minsta lagi, undan eini bót upp 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar - tað er tað, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar.
samráð við Sunda kommunu at seta ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík. Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Hetta verður gjørt fyri, at ferðslan kann ganga betur, og at sleppast kann undan mótkoyrandi [...] í ár verður klokka sett á ferðsluljósini. Hetta merkir, at bíðitíðin í mesta lagi verður fimm minuttir og 12 sekund. Í Sunda kommunu siga tey, at bíðitíðin - í mesta lagi - verður helvtin av tíðini, sum