hava vit ongantíð komið til nakra semju ella politikk, sum riggar. Eg havi ongantíð hoyrt nakran av pørtunum nevna alivinnuna sum ein møguligan part av trupulleikanum hjá okkara fiskastovnum. Og tað er undarligt [...] alilaksi komu frá vaksnum lúsum, sum høvdu flutt seg sum vaksnar lúsir millum vertir. Tilsamans tekna hesar kanningar eina mynd av einum parasitti og einum smittusambandi, sum er nógv meira fløkt enn bara [...] samband við tað lívfrøðiliga trýstið, sum milliónir av aldum fiskum skapa í firðum og sundum. Alti Gregersen segði í sendingini Undir Laksin frá 2018: “Ein langur fjørður sum hesin, vit eru á, Sørvágsfjørður
Vági, væl stuðlaðir av Jónsveini Bech, røkt Suðuroynna. Eftir gudstænastuna varð borðreitt við góðum drekkamunni í kirkjuni, har høvi var at heilsa uppá Gurið, Jákup og børnini, sum seinastu sjey árini [...] árini hava tænt í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Ein tíð, undirstrika tey, sum tað hava verið sera fegin um. Nú kallaði tó Suðuroyggin og fólkið, ið har býr. Biskupur skipaði Jákup Erlingsson Petersen
trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer at viðgera uppskotini, og nevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin uppskot - ella ikki at velja nakað av teimum. Tey, sum áður hava fingið herðaklappið [...] Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp [...] Andrass Midjord 2018 Edmund Joensen 2017 Leguhúsið í Nesvík 2016 Hósvíkar Róðrarfelag 2015 Nicolina av Kamarinum 2014 Johannes Johannesen 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 2012 Asfinn Sigvardsen 2011 Esmar
myndugleikar hava eisini verið tilbúnir vegna roykin. Stórir partar av Evropa hava í summar verið raktir av nógvum hita og turki, sum hevur økt munandi um vandan fyri skógareldi. [...] í Eysturbelgia nærindis markinum til Týsklands. Copernicus hevur nú valt eina fylgisveinamynd av økinum sum dagsins mynd. Á myndini sæst týðiliga stóra myrka brunasárið í friðaða økinum. Umleið 3.000 hektarar [...] farnir í eldinum. Hetta er størsti skrásetti skógareldurin í Belgia og meira enn tvífalt so stórur sum ein eldur í 2011, tá nærum 1.400 hektarar brunnu. Eldurin hevur gjørt, at umleið 600 fólk í økinum
eftir vanlukkuna, sum rakti marknaøkið mikudagin. Í Tibet eru trý fólk staðfest deyð. Tað upplýsa løgreglan í Nepal og kinesiskir statsmiðlar sambært tíðindastovuni AFP. Upptøkur úr einum av raktu økjunum [...] økjunum vísa ovurstórar mongdir av vatni og runu, sum við miklari megi raka bygningar, vegir, bussar og bilar. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum USGS rapaði ein jøkul í Himalajafjøllunum undan skriðulopinum [...] gjøgnum Nepal. Tibetanski andaligi leiðarin Dalai Lama, sum livir í útlegd í India, sigur í einari fráboðan, at hann fer at biðja fyri øllum teimum, sum hava latið lív. Tibet hevur verið undir kinesiskum valdi
leygardagin og sunnudagin var tað sonevnda iranska farleiðin, sum skipini sigldu, sigur tíðindastovan. Sagt hevur verið, at eini 20 prosent av heimsins olju og gassi hevur verið flutt um hesa siglingarleið [...] Í fleiri mánaðir hevur lítil skipaferðsla verið í Hormussundinum í mun til ferðsluna, sum var, tá friður valdaði í Miðeystri. Seinastu tíggju dagarnar eru í miðal 10 handilsskip farin gjøgnum Hormussundið [...] Hormussundið um samdøgnið. Hetta er lægsta tal í eitt 10-dagar skeið síðan í mai, vísa dátur hjá feløgum, sum skráseta sigling í sundinum. Tíðindastovan NTB veit at siga, at leygardagin fóru bert tvey handilsskip
fríspark úr høgru, sum Árni Frederiksberg tók sær av, at Páll A. Klettskarð setti krúllin undir bóltin. Tá sá tað út til, at talan fór at vera um ikki so tungt kvøld á Argjum hjá KÍ, sum hóskvøldið aftur [...] KÍ, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevði Nicolai Christensen millum stólparnar, er á veg av Argjum við 4-3 sigri, nú punktum er sett fyri 19. umfar í Meistaradeildini. Hetta var so dramatiskt og hendingarríkt [...] eftir. Uppleggið átti eisini innskifti Oussama Ali, sum beinanvegin eftir steðgin avloysti Filip Brattbakk. Og tað var innskifti Jonn Johannesen, sum skoraði sigursmálið, tá ið klokkan var farin fýra minuttir
Donanemab og Lecanemab eru nýggj sløg av heilivági móti alzheimerdemensi. Bæði eru andevni, sum virka móti beta-amyloid, ið legst í heilan hjá fólki og verður mett at vera ein av orsøkunum til demenssjúkuna. Bæði [...] desember í fjør av ikki at viðmæla Lecanemab. Grundgevingin var avmarkað klinisk ávirkan, vandi fyri álvarsomum hjáárinum og ein kostnaður, sum varð mettur at vera ov høgur í mun til gagnið av viðgerðini. [...] umleið sjey sjúklingar í Føroyum kunnu lúka krøvini til at byrja viðgerð árliga. Hetta er av umleið 100 fólkum, sum verða ávíst til demenskanning á hvørjum ári. Viðgerðin verður mett at kosta umleið eina
staðsetingina av súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram [...] hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015. Tað var sum liður í fyrireikingunum [...] súkklur hoyra ikki saman.
Sum í so nógvum øðrum málum, so hevur tað eisini í hesum føri verið áhugavert at eygleitt politiska handverkið hjá býráðsmeirilutanum. Elsa Berg lurtar sum vant bara eftir sær sjálvari
Føroyar við virðisløn fyri at hava gjørt lærubók, sum telist millum tær bestu í Europa. “Í Námi fegnast vit um heiðurin at vera kosin av eini óheftari dómsnevnd av serfrøðingum at koma á úrvalslistan til BELMA [...] úrvalslistan til virðislønina. Nám, sum ger undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, hevur vunnið BELMA virðislønina fimm ferðir. Fyrstu ferð var í 2020. Vinnarar av BELMA 2026 verða kosnir á bókamessuni [...] viðurkenning til rithøvundar, ritstjóra, myndprýðarar, grafikara, fylgibólk, rættlesara og onnur, sum hava verið við í arbeiðinum”, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi. Dropar 9 er triðja og seinasta bókin