Vágunum, og 2. plássið hjá Bergtór er somuleiðis nokk so trygt, nú bert ein etapa er eftir. Tað eru hálvur fjórði minuttur millum 2. og 3. plássið. Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, verður tikið til, men [...] etapu. Vinnur hann tann dystin, so er ikki óhugsandi, at samlaða støðan kann broytast. Súkkling er ikki bara at traðka og venja, tað er eisini taktikkur. Meðan Bergtór er úr súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok [...] og Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd taktiskt. Livst so spyrst. 4. etapa 4. etapa var úr
Tað er ikki nóg gott. Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar. Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er. Sum er, er ein [...] neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið eru heilsu- og røktarstarvsfólk. Tað [...] fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón. Men hon
dronubrigaduni fyrireika og skjóta FP-2 dronur móti russiskum herdeildum. FP-2 er ein sokallað miðallong álopssdróna og er munandi størri enn smáu FPV-dronurnar, sum eru vorðnar eitt eyðkent vápn í krígnum
haldi eg eisini, at tað er eitt sindur løgið, at tú sigur, at kjakið er farið av sporinum – samstundis sum ein stórur partur av tínum egna uppleggi snýr seg um, hvat er sagt og hvat er skeivt. Kanska átti [...] Hagalendið er ikki bara eitt kort á einum skriviborði. Tað er okkara felags náttúra. Tað er har, vit ganga túrar, ríða, súkkla, arbeiða, uppliva og finna frið. Tí eri eg áhugað í einari loysn, sum er trygg [...] – Ja, so haldi eg, at tað er bæði rímiligt og neyðugt, at fólk spyrja og tosa saman. Og ja – eisini á Facebook. Facebook er kanska ikki altíð tann besti pallurin. Men tað er ein av teimum fáu støðunum
ómetaliga nógv, men tað er ein troyst at vita, at tú nú hevur fingið hvíld. Takk fyri alt, góði pabba. Okur síggjast aftur hinumeðna, har eingin sorg og eingin pína er longur, og alt er gott. Randi [...] so meistarliga í »Heimbygdin mín«: »Søgu ríka mín heimbygd hon eigur, megnarkvinnur og menn føddust her, vunnu bygdini æru og heiður, gingu undan í verki manga ferð. Virkisfýsni fólki merkir, standið saman
Heinesen deilir ein egningaskúr við øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið tað tyngra takið við línuni [...] bólki kunnu loysa og avreiða tað, sum eftir er av hesum árinum. ##med4## Ungi útróðrarmaðurin, sum nú aftur er byrjaður í skúlanum, dylir ikki fyri, at hugabetri er at fara til útróðrar við línu ein vakran [...] enn at seta seg á skúlabonk, nú skúlin er byrjaður aftur. Mamma Løðar, Barbara Djurhuus, sigur brosandi, at tað er munur at vakja sonin klokkan 04, tá útróður er á skránni - og so at vakja hann klokkan
tað, tað lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um veðrið ein einstakan dag. Talan er um, at miðalhitin á allari jørðini hækkar trý stig. Á landi, í stórbýum og [...] bálið? Spurningurin er tí ikki bara, um olja finst í føroysku undirgrundini, ella um vit kunnu vinna pening burtur úr henni. Spurningurin er, um tað – við teirri vitan, vit hava í dag – er rætt at taka oljuna [...] noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni. Tað, sum fyrr varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar, er í fleiri evropeiskum stórbýum við at gerast
Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita [...] gistingarvirksemi, og hvussu nógv veruliga kundu komið út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl [...] at verða avmarkað við einum dagamarki, tá tað ikki er skjalfest, at hetta fer at útvega fleiri leigubústaðir. Framsókn: Vinnuligt frælsi – men ikki her? Framsókn sigur í sínum vinnupolitikki, at „vinnulívið
- Hon er eitt lívstykkið av Guds náði. Hon er sjónlig har sum hon er, tímir ikki at sita í frið, spyr og svarar alt í senn. Katrina er væl fyri á summum økjum, og verri fyri á øðrum, og tí er týdningarmikið [...] ov lítil, og óbúgvin. - Tá tá tú sært barnið fyrstuferð, ivast tú um tað er fuglur ella fiskur. Alt er evarska lítið, húðin er reyð og loðin, og kroppurin fer út í eitt, tí bleiv eg ógvuliga glað, tá eg [...] hesum. Anna er trý ár, og hóast hon er minni enn javnaldrarnir, leggur Guðrun Gripsheygg dent á, at hon skal klára tað sama sum hini børnini, og sum foreldur stuðla tey henni við tí sum er trupult. Tað
1973 fýra børn: Malina, Ragnar, Ester og Honnu. Øll giftust og búsettust í Søldarfirði og fingu børn her. Eftir stýrimansprógv í Havn sigldi Olaf sum yvirmaður hjá DFDS. So fór hann til Marstal og tók prógv [...] flutti til Fuglafjarðar, og var Olaf í mong ár stjóri í felagnum, ið stóð hansara hjarta so nær. Virkið er útbygt fleiri ferðir og gjørdist eitt altjóða felag, ið seldi sniðgivin trol til ymsar veiður og veitti [...] fisk, ið føroyskir fiskimenn høvdu ynski um at selja til besta prís. Hann hevur virkað mikið væl og er nú ryggurin í einum væl virkandi og fríum keyps- og søluskála av fiski frá føroyskum skipum til føroysk