setast upp á dekkið. Teir vænta tí, at tað fer at taka tað mesta av hesum mánaðinum, áðrenn Maru fer fyrsta túrin. Maru er 12,4 metrar langur og 4,5 metrar breiður. Hann hevur ein 294 kW Scania-motor, tekur [...] tekur umleið 25.000 pund í lastina og er útgjørdur við síðuskrúvu bæði framman og aftan. Sjómansmissiónin upplýsir, at eigarin er Sp/f Aron, Føroyar, og ynskir eigarunum Guds signing við nýggja bátinum [...] fiska við línu og er útgjørdur við egningamaskinu. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn hann verður klárur til fiskiskap. Sambært eigarunum skulu millum annað línuútgerðin, egningamaskinan og pavnarnir setast
nýggjum olju- og gasstilfeingi. Terje Aasland sigur, at Noreg ætlar at varðveita oljuframleiðsluna og oljuútflutningin á leið á verandi stigi í minsta lagi fram til 2035. Barentshavið fer at hava ein avgerandi [...] Noreg fer at halda fram við at menna olju- og gasstilfeingið í Barentshavinum, hóast ES tekur undir við einum forboði móti nýggjum boringum í Arktis. Tað sigur norski orkumálaráðharrin, Terje Aasland, [...] norsku olju- og orkuráðstevnuni ONS. – Við geopolitiska og trygdarliga støðinum í dag, og tá hugsað verður um tilfeingisstøðuna, haldi eg, at virksemið í Barentshavinum tænir bæði norskum og evropeiskum
holt við at byggja og á frálíka sandinum á Malarenda, har børn og vaksin kunnu vassa ella svimja. Børnini kunnu fara á barnabasar og annars spæla frítt. ##med3## Í kirkjuni verða morgunsangur og ikki færri [...] bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin [...] dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til
har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan vøkstur. Tað vil siga, at vøksturin tekur dík á seg [...] fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma vit til ta niðurstøðu, at tann eini parturin sigur, at tað má haldast aftur [...] um tú ikki klárar at halda lúsatalinum niðri á einum sovorðnum fjørði. Og ta støðuna hava vit verið í. Í 1990, 1991, 1992 var tað so nógv lús, at tað var reint út sagt forferdeligt. Og har firðir faktiskt
Truth Social, at hann fer at seta í verk "tey mest oyðileggjandi búskaparligu átøkini" nakrantíð móti Iran. Ógreiða er tó um, júst hvørji tiltøk forsetin hugsar um. - Vit heita á partarnar um at taka ábyrgd [...] Kina sigur í dag, at nýggj revsitiltøk og fíggjarligt trýst móti Iran er eingin loysn á stríðnum í Miðeystri. Tað er eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið, Lin Jian, sum eigur orðini. Í gjár skrivaði [...] ábyrgd og loysa trupulleikarnar við politiskum og diplomatiskum samrøðum, sigur talsfólkið í kinesiska uttanríkisráðnum. Tað er heimasíðan - www.tv2.no - sum endurgevur talsfólkið, Lin Jian.
fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu. Sambært stjóranum fer tað at geva felagnum størri møguleikar at tillaga fóðurblandingarnar í eini tíð [...] har prísirnir á rávørum hækka nógv. – Neyðugt verður at gera tillagingar í rávørusamansetingini fyri at verja okkara kappingarstøðu, tó uttan at slaka upp á góðsku, fiskaheilsu ella fóðurvirði, sigur [...] Skotlandi heldur fram, og at felagið nú í størri mun brúkar egnar stór smolt. Heldur fast við metstóra tøku Hóast laksaprísurin er fallin, metir Bakkafrost, at eftirspurningurin eftir laksi framvegis er
byggir á. Føroya Skipara- og Navigatørfelag svarar stutt og greitt, at uppskotið skeiklar skipanina, og mælir tí frá at fremja broytingina. Føroya Reiðarafelag mælir til, at uppskotið verður tikið aftur [...] mælir frá at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar og mælir í staðin til, at umsitingarætlanin verður fylgd. Sambært Havstovuni fer ein øking í fiskidagatalinum at geva møguleika fyri størri veiðu og harvið [...] Felagið sigur, at tað er jaligt, at landsstýrismaðurin ynskir broytingar og fleiri fiskidagar, hóast uppskotið ikki gagnar trolbátunum í bólki 4 T. Men felagið heldur, at Løgtingið eigur at viðgera allar
upplýst, hvussu nógv tey eru. Heldur ikki er enn greitt, um løgreglan fer at krevja, at ein ella fleiri av teimum handtiknu verða varðhaldsfongslað. Kelda: Vísir [...] Ein maður varð álvarsliga skaddur og fluttur á Landspítalan, har hann seinni doyði. Stutt eftir hendingina varð ein persónur handtikin. Grannar hava greitt frá, at teir sóu tveir menn renna frá húsinum [...] sæddur steðga mitt á gøtuni uttan fyri húsini. Onkur hevur greitt frá, at menninir runnu móti bilinum. Grannar hava eisini hoyrt róp og skríggj úr húsinum. Umleið tveir tímar eftir hendingina gjørdi løgreglan
i. Tað er endamálið hjá nýggja áhugafelagsskapinum FAROE SPACE, sum David Arge Klevang og Johan Mortensen hava stovnað. Felagsskapurin fer at arbeiða fyri at menna vinnuliga føroyska rúmdarvinnu og at [...] rúmdarfar – Mars, rúmdin og Spaceport Norðoyggjar«. Har fer David Arge Klevang, lektari á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi, at halda fyrilestur. Hann fer millum annað at greiða frá úrslitunum [...] rúmdarvinnuna og møguleikarnar hjá Føroyum. Fyriskipararnir vísa á, at landafrøðiliga støða Føroya kann geva landinum ein leiklut í teimum íløgum í rúmdarøkið, sum væntast í Norðurhøvum og Arktis komandi
eftirspurningin og kann minka um leiting og nýggj øki, ið verða funnin. Tí hevur tað framvegis veðurlagsávirkan at lata oljuna liggja. Vit sleppa ikki undan ábyrgd við at siga, at vit eru ov smá til at gera mun [...] Noreg og Bretland hava eina olju- og gassvinnu at verja og avvikla. Tað hava vit ikki. Tíbetur. Í einum heimi, sum noyðist burtur frá fossilari orku, er tað óskiljandi at brúka politiska orku og almennar [...] vera nóg áhugaverdan til at koma innar. Og tí okkara dreymur er so ótíðarhóskandi, at tað onga meining gevur. Gera vit tað ikki, ger onkur annað tað bara Ofta verður sagt, at taka vit ikki oljuna upp,