samveldinum. Kristrún Frostadóttir segði, at hon sjálv heldur, at Ísland nú hevur møguleikar at fáa ein góðan sáttmála við ES. Men hon lovaði samstundis, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni. Verður [...] landinum veit, hvat tað ger, og er ført fyri at umrøða málið við skili og taka sína egnu avgerð, segði forsætisráðfrúan. Hon legði afturat, at veljararnir ikki eiga at lata politiskar leiðarar seta seg [...] átikið sær sambært sáttmálanum. – Um fólkið ikki ynskir at fáa ein limaskapssáttmála á borðið, er betur at verða heima enn at fara avstað, segði hon. Verður úrslitið hinvegin ja, fer Ísland sambært Kristrún
mentamálaráðið upplýsir, at talan er um verk av serstakliga stórum virði. Stuldurin fór fram leygarkvøldið í Messina, sum er heimstaður hjá Antonello da Messina. Tjóvarnir skulu hava megnað at komið framvið tr [...] hendingina vera serliga pínufulla, tí hon fór fram samstundis sum siðbundna hátíðarhaldið í býnum til heiðurs fyri Mariu moy. Stuldurin kemur bert um eitt hálvt ár eftir, at italski staturin keypti málningin [...] verkið eftir Antonello da Messina, sum ongantíð hevði verið flutt úr heimbygd hansara. Fjórða verkið er ein lítil, tvísíðaður málningur. Á aðrari síðuni sæst Maria moy við Jesusbarninum og einum fransis
djóralívið, larm og ynskið um at verja náttúruna. Enn er tó ikki talan um eitt beinleiðis forboð, og reiðarí fáa onga revsing, um tey ikki fylgja tilmælinum. Ætlanin er kortini at seta greiðari reglur í verk [...] í senn. – Vit vilja bara hava ferðavinnuna undir treytum, sum gera, at vit framvegis kunnu verja okkara mentan og náttúru, sigur hon. Í 2025 vóru 232 ferðamannaskipaferðir í Grønlandi við tilsamans 555 [...] firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum. Sambært DR hevur landsstýrið fingið fleiri áheitanir um trupulleikar
spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á,at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn [...] sjálvur staddur á Longuliniu, tá Ove kysti havfrúnna. Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu. Veðrið er gott og Ternan hevur longu siglt fleiri enn 1000 stevnugestir til Nólsoyar og [...] sunnumorgunin kl 5:30. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo Hóast stevnan bleiv sett kl 14, byrjaði hon so smátt í gjár. Ovastevnu quiz og dansur var í tjaldinum á keiini og har var nógv fólk komið saman
við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum. Men tað hevur víst seg at vera meira torgreitt hjá donsku stjórnini at fáa eina avtalu um hetta, enn roknað varð við. RÚV hevur tosað við Heina í Skorini [...] Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar hava fingið sterkari støðu Sambært RÚV er talan um eina størri broyting [...] hevur gjørt Føroyar meira týðandi í trygdarpolitiskum høpi. RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í
Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður tók seg upp [...] inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú. Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum. Eftir rættarfundin
á skeiðnum og er við til at tryggja, at føroysku viðurskiftini, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir [...] kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari [...] innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann vera við til at styrkja grundarlagið undir fleiri føroyskum filmsframleiðarum. Filmshúsið vónar og væntar samstundis, at hetta ikki verður seinastu ferð
prógv um, at bera vit byrðuna í felag, gerst hon lættari. Tey eru fyrimynd á so mangan hátt. Og helst kunnu vit siga, at tey eru tenninar í tannhjólinum, ið vit ikki hugsa um, men hava hug at taka sum eina [...] maðurin Rúni er burturstaddur í arbeiðsørindum. Grundgevingarnar og myndir síggjast her: Heri Mørk Hjelm Tað finnast oddvitar, ið longu á ungum árum vísa, at mansevni og vit ganga hond í hond, og at framburður [...] Tí varð gjørt av at heiðra Hera Hjelm. Men tað vísti seg, sum so ofta, at vit eiga bert løtuna, og kenna ikki dagin og løtuna, - og sjúkan vann tíverri, innan heiðursløtan upprann. Tó er merkismaðurin Heri
sett fram móti Danmark og Grønlandi. – Tað er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon. Føroyar og Grønland á skránni Eitt annað mál [...] felags fyribyrgingarmegi okkara, millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar [...] ararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin verður á Høvelte Kaserne, sum er høvuðsstøðin hjá Den Kongelige Livgarde, og á Marienborg. Mette Frederiksen og Beinir Johannesen, løgmaður
Sjúkrahúsi. Hon spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon vil eisini hava at vita [...] num á sjúkrahúsinum. Um so ikki er, spyr hon, nær væntast kann, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at landsstýriskvinnan í svari upp á [...] segði, at útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar væntandi skuldu verða klár undan summarfrítíðini í ár. – Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita,