skipanin í fyrisitingini sett til viks, er niðurstøðan hjá fyrisitingini. – Landsstýrismaðurin hevur tískil ikki heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum, stendur í svarinum [...] ógina og býtið av málsøkjum í landsstýrinum. Vinnumálaráðharrin hevur yvirskipaða eftirlitið við Búnaðarstovuni og sum útgangsstøði heimild at geva stovninum tænastuboð. Í drúgvu løgfrøðiligu grundgevingini [...] vatnlógini. Tað eru málsøki hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum. – Tað er tí ikki landsstýrismanninum greitt, hvar málið er í løtuni, stendur at enda í svarinum.
eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli [...] og Fríði var aftur upp á spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað 11 mál í næstbestu deildini higartil í ár. Rani Hansen økti 10 minuttir undan steðginum [...] víkingunum. Í dag vóru teir hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð. Nú annar triðingur av kappingin er liðugur, hevur Víkingur 42
pengar til eina nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava gjørt hølini klár, men arbeiðið er framvegis ikki komið so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu. Hann vísir eisini á, at í dag eru tveir [...] Jóhannis Joensen hava at vita. Hann hevur tí sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Hann spyr, nær landsst [...] at nýggja viðtalan skuldi vera klár í 2026. Við fyrispurninginum biður Jóhannis Joensen tí um eina dagførda frágreiðing um, nær viðtalan verður mannað og tikin í nýtslu.
sendinevndin í Útnorðurráðnum í mentanarhúsinum Hof á Akureyri. ##med3## Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA og Hanna í Horni, sendikvinna Føroya í Íslandi. ##med4## Dagbjørt Hákonardóttir, limur í formansskapinum [...] Akureyri í Íslandi í hesum døgum. Útnorðurráðið er mannað við seks tinglimum úr hvørjum av teimum trimum londunum í útnorðri: Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum [...] felags áhuga fyri londini í útnorðri. Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva
stuðla kanadiskum løntakarum og fyritøkum í hesum truplu tíðum. Enn er ikki greitt, júst hvørji tiltøk verða løgd fram. Kanada og USA komu fríggjadagin ikki ásamt um eina avtalu, sum kundi forða fyri nýggju [...] komu í gildi leygardagin, og Kanada boðaði síðani frá ætlanum um at seta revsitoll á amerikanskar vørur. Mánadagin segði Donald Trump eisini, at tollurin á kanadiskar bilar verður tvífaldaður upp í 50 prosent [...] Carney segði mánadagin, at endamálið við handilssamráðingunum altíð hevur verið at tryggja kanadifólki bestu avtaluna – og ikki eina avtalu fyri ein og hvønn prís. – Undir samráðingunum sóu vit, at am
Universitetinum í Darmstadt í Týsklandi frá 1999 og gjørdist í 2006 Dr. Tech. í alisfrøði á Tekniska Universitetinum í Helsinki, sum nú eitur Aalto University. Karin Habermehl-Cwirzen hevur meira enn 20 ára [...] lektari á Fróðskaparsetri Føroya í august 2023 og arbeiðir í løtuni sum granskingarleiðari á Náttúruvísindadeildini og útbúgvingarleiðari í Verkfrøði. Hon er útbúgvin Dipl.-Ing. í Materials Science frá Tekniska [...] Gransking hennara hevur serliga snúð seg um burðardygg og endurnýtslubyggitilfar. – Eg fegnist um, at Fróðskaparsetrið hevur fingið ein kvinnuligan professara í verkfrøði. Karin hevur verið eitt sera virkið
favorittunum í B71 fer at flyta upp.’TB tapið í dag ber við sær, at TB eftir 18 umfør hevur 22 stig, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss. HB er á níggjunda plássi við 17 stigum. Um eina viku [...] Øll málini í Trongisvági í dag vórðu skorað í seinna hálvleiki. Ein lítil tími var farin, tá ið ÍF setti hol á. Málskjútti var Atli D. Petersen, sum skoraði annað vikuskifti á rað, og nú hevur skorað fimm [...] fyrstu ferð í ár varð skiftur inn. Hetta var fimti ÍF sigurin, síðani Karl Løkin mitt í apríl tók við venjarastarvinum í Fuglafirði. Fimm ferðir er tað endað javnt, og tríggjar ferðir hevur ÍF tapt.
Quasimodo. Hann býr í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París, ferðin, ið broytir [...] toriinum í Keypmannahavn Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag Borgfríð [...] broytir alt. ”Vit ynskja at geva øllum føroyingum eina stóra og serstaka uppliving, ið ikki er sædd áður í Føroyum”. siga fólini handan leikin. Sangleikurin snýr seg um kærleika, og er fullur av fantastiskum
skrivar Kringvarpið. Í staðin eigur kommunan at kanna, um hon sjálv skal keypa økið fyri marknaðarprís, so grønu og rekreativu virðini í økinum kunnu varðveitast. Tað er høvuðsniðurstøðan í hoyringarviðgerðini [...] afturat. Til samans hevur kommunan sostatt fingið níggju hoyringarskriv. Ætlanin er at broyta byggisamtyktina, so tað verður møguligt at byggja 84 íbúðir í upp til trimum hæddum í nýggja býlinginum Ternutúni [...] víst á, at uppskotið ikki hevur greiðar reglur um byggitættleika, umhvørvisávirkan, ferðsluviðurskifti, parkering og náttúruvernd. Verður kortini farið víðari við ætlanini, hevur Umhvørvisdeildin átta ítøkilig
sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Um middagsleitið varð ein bilførari tikin fyri at tosa í handhildnari telefon undir koyring. Tað gevur bót og klipp í koyrikortið. Beint eftir klokkan [...] Løgreglan metir, at bilførarin hevur verið óansin í ferðsluni. Viðkomandi var ikki ávirkaður av rúsdrekka og fær væntandi bót fyri óansni. Á staðnum verður arbeitt við at gera eina ferðsluforðing, sum skal fáa [...] á Argjum, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. Ferðin varð eftir frádrátt minkað niður í 70 kilometrar um tíman, og bilførarin fær bót fyri tað. Eitt lítið ferðsluóhapp var eisini við nýggju