ferð til Týsklands Álvarsama støðan hjá konginum hevur eisini fingið avleiðingar fyri politisku leiðsluna í Noregi. Jonas Gahr Støre forsætisráðharri hevur avlýst eina ætlaða ferð til Týsklands í dag. Hann [...] Hansara Hátign Konginum er sera álvarslig, sigur kongshúsið í stuttu fráboðanini. Haraldur kongur hevur verið innlagdur á Rikshospitalet í Oslo síðani 17. august. Sunnudagin varð upplýst, at støðan var [...] millum annað hitta týska samveldiskanslaran Friedrich Merz. Stórtingsformaðurin Masud Gharahkhani hevur somuleiðis avbrotið eina ferð í Íslandi og fer heim til Noregs, og uttanríkis- og verjunevndin hjá
uttaná er 5,4 tummar. Telefonin hevur eisini fleiri myndatól og kann brúkast saman við Apple Pencil. Tá hon er latin upp, er hon tann tynsta telefonin, sum Apple hevur framleitt. Sambært donsku heimasíðuni [...] in, sum setti eina faldsnildtelefon á marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019. Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir, ið eru settar [...] natúrlig og einføld at brúka sum ein iPad. Tá iPhone Duo er samanløgd, er hon á stødd við eitt pass og hevur avrundað horn. Uttaná er ein skíggi, sum kann brúkast sum á einari vanligari telefon. Tá hon verður
gjárkvøldið klokkan18, og fór avstað í dag klokkan 13. Sostatt var hetta eisini fyrsta ferðamannaskip, ið hevur ligið nátt í Vági. Við skipinum vóru 95 ferðafólk úr 7 ymiskum londum: 3 úr Fraklandi, 3 úr Týsklandi [...] Týsklandi, 2 úr Írlandi, 3 úr Italia, 2 úr Svøríki, 81 úr Bretlandi og 2 úr USA. Hebridean Sky hevur vitjað Vág nakrar ferðir millum ár og dag.
Suðuroynni byrjaði sítt virksemi í Vági fyri 10 árum síðani, hevur verið venjing saman við tylumanningini. Til gagns fyri báðar partar hevur hetta verið afturvendandi táttur. Tyrlumanningin fær venjing
Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur verið trupult at manna sjúkraflutningsdepilin [...] ein sjúkraflutningshjálpari. Men seinasta árið hevur støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur [...] aðrastaðni frá. Men Sjúkrahúsverkið staðfestir, at vantandi sjúkrabilur í Vágum undir vanligum umstøðum hevur við sær longri responstíð – tað vil siga longri tíð frá neyðkallinum, til heilsufakliga hjálpin er
Av tí at nógvar seinkingar vóru í flogferðsluni fyrr í vikuni hevur ólag verið á farmaflutninginum til Føroya við Atlantsflog. Og tí hevur Posta ikki borið haldarunum bløðini enn. Bløðini eru eisini seinkað
18 ára gamli Aron Benjaminsen hevur gjørt fýra ára sáttmála við skotska Premier League felagið, Heart of Midlothian, best kendir sum Hearts. Í samrøðu við YouTube-rásina hjá Hearts sigur Aron, at talan [...] aðrar dygdir, ið kunnu gera mun. HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna YouTube-rásin hjá Hearts hevur gjørt við Aron Benjaminsen: ##med2##
fortreytir at verða sagdar og at menna føroyska filmsvinnu. – Stuðulin hevur havt stóran týdning fyri føroyska filmsumhvørvið. Hann hevur verið við til at styrkja menningina av nýggjum føroyskum filmsverkætlanum [...] Betri samtakið heldur fram sum týðandi stuðul hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028. Hetta skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi. Við avtaluni [...] víðari á samstarvið, sum byrjaði í 2023, um menning av føroyskum filmum og filmsverkætlanum. Síðani tá hevur stuðulin verið við til at skapa nýggjar møguleikar fyri føroysk filmsfólk og fingið fleiri filmsv
ber við sær, at NSÍ – í fyrstu atløgu í hvussu so er – er leyst av hóttanini av niðurflyting. NSÍ hevur 22 stig og er á sjeynda plássi. HB er undir niðurflytingarstrikuni við 17 stigum, og EB/Streymur er [...] aftast við sjey stigum. Spenningurin um plássið undir strikuni stendur millum HB og FC Hoyvík, sum hevur 19 stig. Um eina viku hittast HB og FC Hoyvík í Gundadali. Í dag legði HB seg á odda beinanvegin. [...] deildini í ár. Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið Jonn Mortensen legði NSÍ framum 2-1. Hann hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár. Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men so koppaði tað heimaliðnum
arbeiðsmarknaðinum verða nú tiknar upp aftur eftir summarsteðgin. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt sáttmálar fram til 1. oktober 2026 við Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið, Havnar Arbeiðarafelag [...] fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87 prosent. Arbeiðsgevarafelagið hevur avtalað innleiðandi samráðingarfundir um komandi sáttmálaskeið við trý fakfeløg. Heilsurøktarafelagið [...] og Landsfelag Handverkaranna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Felagið hevur boðað pørtunum frá, at tað er til reiðar at taka samráðingarnar upp aftur, og uppskot um fundartíðir