Tað var Eydna Justinussen, sum ringdi úr Leirvík, ið fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum í gekka-spælinum í kvøld. - Ja, eg eri ógvuliga spent. Vit eru øll líka spent, segði hon og gjørdi greitt [...] seinastu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum. - Tú ert sum hvalur, ið melur aftur á blóðið, segði gekka-verturin, Magnus Magnussen, skemtandi, tá allar royndirnar vóru endaðar á 20.000 krónum. Verturin [...] vinningur beint uppundir jól. - Tað er púra vist, segði Eydna Justinussen, sum takkaði fyri vinningin í gekka-spælinum í kvøld.