kið út. Talan er um eitt øki, sum er 4.800 fermetrar til støddar. Sambært útboðnum skal arbeiðið vera liðugt í seinasta lagi 31. oktober í ár. Freistin at seta spurningar um arbeiðið er 18. september klokkan [...] klokkan 14, meðan tilboðini freistin er 23. september klokkan 14. Tilboðini verða latin upp samstundis. Eftir ætlan verður vinnarin av útboðnum kunngjørdur 14. oktober. Útboðið sæst á Keypsportali landsins
Trygd á sjónum er alneyðug fyri okkara samfelag. Tí mugu vit vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni [...] sum t.d. Jákup Sverri og donsku verjuskipini. Men høvuðstrupulleikin er, at okkum tørvar nýggj vaktarskip – og tey kosta. Men talan er um eina neyðuga íløgu. Verjusemjan Danmark hevur formligu ábyrgdina [...] verjusemjuni. Talan er ikki um biddaragongd, men ein staðfesting av, hvørja ábyrgd Danmark hevur av trygd okkara, umframt ein viðurkenning av stóru útreiðslunum, sum trygd og verja kosta. Hetta er ikki ein spurningur
tað verður hjá NSÍ er meiri ivasamt. NSÍ er á sjeynda plássi við 22 stigum, og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er undir strikuni. Um eina viku fær TB vitjan av Víkingi, sum er næstovast, og NSÍ [...] NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin ber við sær, at TB nú er á fimta plássi við 29 stigum, og nú er tað heilt greitt, at TB [...] NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er botnlið við 8 stigum. Hóast NSÍ legði rygg til stórt tap, so vóru tað gestirnir, sum beinanvegin løgdu seg á odda. Málskjútti var 17 ára gamli Markus Klein Danielsen
Talið av fólki í arbeiði er vaksið við umleið 1,2 milliónum, meðan arbeiðsloysið er komið niður um seks prosent. Eisini talið av óregluligum tilflytarum, sum koma til Italia, er minkað munandi. Í 2023 vóru [...] hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika og skiftandi stjórnir. Italia hevur havt 68 stjórnir [...] Meloni gjørdist forsætisráðfrúa 22. oktober 2022, eftir at høgrasamgongan vann tjóðartingsvalið. Hon er samstundis fyrsta kvinnan, sum hevur verið stjórnarleiðari í Italia. Sambært World Visualized hevur
hvussu komið er fram til eina niðurstøðu. Aðrir granskarar skulu kunna eftirkanna hana, finnast at henni og royna at vísa, at hon er skeiv. Vísindaligi arbeiðshátturin er ikki feilfríur. Men hann er júst bygdur [...] Hvussu vita vit, um ein kelda er álítandi? Hvat er munurin á samanhangi og orsøk? Hví kunnu tvær kanningar koma til ymiskar niðurstøður? Hvat merkir vísindalig óvissa? Og hví er tað tekin um styrki - ikki [...] lesiførleika er álvarsamt. Men lesiførleiki er at enda eitt amboð. Tað hjálpir lítið at duga at lesa eina vísindaliga kanning, um tú longu hevur avgjørt, at tín egna kensla vigar meira enn úrslitið. Tí er 59 prosent
úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum. Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini til leygarkvøldið á midnátt. HB byrjar annars fremst í ovara bólki í endaspælinum við 34 stigum, meðan KÍ er á øðrum plássi [...] sum er flutt upp í ovara bólk, eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, byrjar endaspælið við tíggju stigum. Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin
í dag, og tað er ikki hent í USA síðan 2010, at trý fólk eru avrættað sama dag. Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina reingerðarkvinnu á einum motelli í 1985. Ein er avrættaður í [...] amerikanskum statum vórðu 47 fólk avrættað í 2025, og hetta er størsta tal í eitt ár síðan 2009. Higartil í ár eru 21 fólk avrættað, og væntandi er, at nakrar avrættingar aftrat verða í hesum árinum. At enda [...] neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini
Samrøðan er partur av eini røð, har Veðurstovan savnar staðkenda vitan um veðrið kring landið. Árnafjørður er 43. bygdin, sum er við. Sambært Mikkjali er lítil vindur í bygdini, tá hann er av norði og [...] Áarskarð og sláa niður í bygdina. – Tá kunnu tey liggja svøvnleys, verður sagt í samrøðuni. Kortini er vestan eisini besta summarættin, tí hon gevur bæði vind og terra. Mikkjal Mikkelsen hevur búð alt lívið
teimum trimum kommununum. Skuldarparturin er sostatt nakað størri enn parturin av fólkatalinum. Klaksvíkar kommuna hevur størstu nettoskuldina í krónum. Hon er komin upp á 87 prosent av inntøkugrundarlagnum [...] kommuna er tó nærri skuldarloftinum. Har svarar nettoskuldin til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum. Tórshavnar kommuna hevur eitt munandi størri skatta- og inntøkugrundarlag. Hóast skuldin er 331,4 milliónir [...] Ein stórur partur av føroysku kommunuskuldini er savnaður í trimum av teimum størstu kommununum. Við árslok 2025 hevði Klaksvíkar kommuna 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Tórshavnar kommuna hevði 331
hjá Spinnarínum er at undirvísa í ull, og tað er stórur áhugi at læra seg handverkið. - Tá tú byrjar heldur tú at ull er ull, og tógv er tógv, men tað er ikki so einfalt. At spinna er sum at taka koyrikort [...] vaskast. Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein. - Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi [...] hetta ger tað persónligt fyri tey. Tá ullin er vaskað verður hon løgd í kurvar har hon tornar. - Onkur ull er framvegis full í grasið og mosa, onkuntíð er hon tøvd nakað, og má hálast sundur. Tú skalt