soleiðis: - Ja, eg tími hetta ógvuliga væl - eg elski lívið í bátinum, og hetta er mítt dreymaarbeiði. Eg haldi, at tað er nógv hugaligari at rógva út enn at ganga í skúla, men eg veit, at skúlin er neyðugur [...] egningaskúr við øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið tað tyngra takið við línuni - og onkuntíð [...] fyri, at hugabetri er at fara til útróðrar við línu ein vakran morgun heldur enn at seta seg á skúlabonk, nú skúlin er byrjaður aftur. Mamma Løðar, Barbara Djurhuus, sigur brosandi, at tað er munur at vakja
í MEGD og forkvinna í Hoyr. MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið. Gjøgnum árini eru fleiri týdningarmikil [...] partarnar, og MEGD ynskir, at hetta samstarvið heldur fram. -Vit fáa bestu og mest haldføru úrslitini, tá ið vit lurta eftir teimum, sum tað snýr seg um, og arbeiða saman um loysnirnar. Eg fegnist tí um fundin [...] fundinum greiddi MEGD frá sínum virksemi og hvørji mál felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina. Ása Olsen er á sínum fyrsta ári sum forkvinna í MEGD. Hon hevur tó drúgvar royndir á økinum
okkarnar á 46,9 prosentum. Tað vísir, at nógv enn kann broytast teir seinastu vikurnar undan valinum. ##med3## Kristersson gevst ikki Ulf Kristersson hevur eisini mint á, at borgarligu flokkarnir lógu [...] og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning hjá Verian fyri SVT vísir, at andstøðan hevur [...] Sverigedemokraterna fingu meiriluta. Nú kann hon vera á veg aftur. ##med2## Liberalerna kann fella úr Ríkisdegnum Ein serligur trupulleiki hjá stjórnarsamstarvinum er Liberalerna. Flokkurin hevur í fleiri kanningum
síðan hann fór úr Malaisia. – Sigurin umboðar alt tað harða arbeiðið og alt tað, eg havi lært, síðan eg fór úr Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri [...] mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum. Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møguleikarnar í føroyskum rávørum. – Eg vóni at skapa fleiri pitsur, sum sameina natúrligu smakkirnar úr [...] – Eg eri errin av at sameina mína malaisisku bakgrund við føroyska matmentan. Malaisisk matgerð hevur lært meg at virðismeta kraftmiklar smakkir í góðari javnvág. Føroyar hava hinvegin lært meg at virða
m og dronum. Manningin hevur funnist at, at hon ikki hevur fingið eitt yvirlit yvir lutirnar, sum hald er lagt á. Skúli Jónsson sigur, at eitt slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av [...] tveir løgreglumenn vakt við skipið. Hann sigur, at einki bendir á, at manningini manglar nakað. – Tey hava vatn umborð, og um meira skal til, verður tað veitt. Umboð fyri sendistovur hava vitjað skipið [...] eisini hildið upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur. – Fríggjakvøldið fekk løgreglan dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum
Næstan øll upprunaliga manningin er farin úr landinum eftir at hava verið útvíst. Nýggjur skipari er komin til Íslands, men trupulleikin við maskinmeistaranum ger tað torførari at fáa Bandero avstað. Skipið [...] grundgevingin, at maðurin ikki hevði arbeiðsloyvi. Sakførarin, Helgi Þorsteinsson Silva, heldur avgerðina vera skeiva, tí maskinmeistarin ikki skuldi arbeiða í Íslandi, men bert manna skipið, meðan tað varð siglt [...] Paul Watson-felagsskapinum um at taka avgerðina um afturhaldið uppaftur varð víst aftur. Málið skal tí væntandi fyri héraðsrættin í Vesturlandi. Sakførarin vónar kortini, at ein loysn verður funnin fyrr
medisinsku seingjadeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu. Eisini verða nýggjar isolatiónsstovur tiknar í brúk, ið er eitt týdningarmikið ískoyti at brynja sjúkrahúsverkið til [...] eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið koma at vera innlagdir á eystursíðuni. Á H1 seingjadeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir [...] Landssjúkrahúsið skrivar, at sjúklingar, ið áður hava verið innlagdir á B7 og B8, verða nú framyvir innlagdir á H1 eystaru megin. Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins
u vísir á, at umsitingarætlanin í løtuni er til ummælis hjá ICES, og at fleiri hoyringarpartar hava mælt frá at víkja frá henni. Vandi kann vera fyri, at hetta ger tað truplari hjá ICES at viðmæla ums [...] sigur hann, at eisini teir 750 eyka dagarnir eru brúktir, áðrenn september er farin. Minnilutin heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum bólkum fleiri fiskidagar, um grundgevingin fyri at lata bólki [...] fleirfalt størri – og tað kann raka ár eftir ár. Minnilutin tekur tó undir við meirilutanum í, at skipanin fyri bólk 5 eigur at dagførast. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur eigur at gera eina varandi
– Eg haldi ikki, at tingini skulu vera, sum tey altíð hava verið. Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin [...] trý – er fullkomiliga broytt samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen. Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at rík [...] endurnýggja seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur mál fylt mest á einum ríkisfundi. Á hesum ríkisfundinum
fantastiskar groovandi funky tónleikarar, ið heiðra íslendska superbólkinum. GG! Hetta kvøldið er eitt gott kvøld at spæla tónleikaløgreglufólk. Fagnaðarbólkur Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá [...] 1983 við lagnum Garden Party, og í Føroyum kenna fólk løgini EG. Blues, High Season, Night Fall, Daybreak, og ja, ein kundi hildið áfram at nevnt meistaraverk omaná meistaraverk. Brekkufeðgarnir - Hans