vanligt at síggja í føroyskum matvøruhandlum. – Eg kenni fólk, sum keypa íslendsk høvd í staðin fyri at keypa føroyskt frá mær. Ísland og New Zealand levera, sjálvt um vit hava eina rúgvu í boksini. Tað er [...] til síni starvsfólk. Men har er næstan onki føroyskt í. Í staðin eru íslendsk ryggjastykki og bógvar úr New Zealandi. Hví er ikki meira føroyskt í? spyr Elisabet Dalsgaard. – Vit kundu verið nógv raskari [...] stuðlað okkum sjálvum. Her er so nógvur seyður í Føroyum, so tað skuldi ikki verið so ringt, sigur hon. Elisabet Dalsgaard saknar meira fokus á føroyskan mat í almenna rúminum. – Eg haldi, tað verður gjørt
nakrar tankar um, hví næstan eingin vloggar í Føroyum. – Føroyingar tora ikki at vlogga, og orsøkin til tað er ivaleyst tí, at landið er so lítið, og at fólk í Føroyum hugsa so yvirdrivið nógv um, hvat onnur [...] einsligt at vera tann einasti vloggarin í Føroyum, og Bjørn vónar, at hetta broytir seg. – Tað hevði verið stuttligt, um tað vóru fleiri, sum vloggaðu í Føroyum, tí so kundi mann samstarvað við tey. Tað [...] sum fer fram á video, og tað er ógvuliga populert at vera vloggari - bara ikki í Føroyum. Men ein aktivur vloggari er í øllum førum um okkara leiðir, og tað er vloggurin Bamsesovs, sum er populerur millum
blíva útfluttan. Men tað gongur ikki altíð so gott. Ein brøkpartur av tí, sum eg fiski, selji eg í Føroyum, sigur hann. – Fólk vilja hava eitt raspað hýsuflak og ikki eina heila hýsu. Vit eru ikki komin [...] tíma ikki at geva okkum tíð at flaka ein fisk og gera frikadellur. Tað er jú eisini skjótari at fara í Bónus og keypa liðugtgjørdar frikadellur har, sigur Ragnar Groth Mortensen. Útróðrarvinnan er ein serlig [...] hvørt kilo. Men tað er ringt at fáa fólk at skilja og vera við uppá tað, sigur hann. Brot úr grein í Sosialinum
Johannesen sær møguleikar í filmsvinnuni, tí tað gevur eitt stórt avkast av sær, tá filmslið koma hendan vegin, og her vísti hann til James Bond, sum hevur verið upptikin í Føroyum í fjørheyst. Samstundis [...] filmsvinnu í Føroyum. Hann samanbar við grannalond okkara, sum brúka lutfalsliga nógv meira pengar til filmsvinnuna, og tí heldur hann, vit eiga at spýta væl meira pening í filmsvinnuna. – Úti í heimi er [...] soleiðis at Føroyar vera eitt filmsland á altjóða støði. Tað er endamálið í einum uppskoti til samtyktar, sum beint nú er til fyrstu viðgerð í løgtinginum, sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hevur lagt fram. Tingfólk
tað fer ein hernaðardubbing fram í arktiska økinum. Føroyar skulu ikki brúkast í hernaðarligum endamálum. Og um mann enntá ætlar sær at hava hernaðarútgerð í Føroyum í sambandi við krígsskipini, so krevur [...] púra burturvið. Soleiðis sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í samrøðu við Sosialin, har vit hava avdúkað, at umboð fyri USA hava verið í Føroyum fyri at kanna, hvørjar havnir eru egnaðar til skip hjá [...] at grulva fyri Danmark. Danmark brúkar enn einaferð Føroyar sum eitt kort í einum stórpolitiskum spæli fyri at sleppa bíligari í NATO, sigur Høgni Hoydal. – Føroysku myndugleikarnir eiga at tosa beinleiðis
bera til hjá Føroyum at fáa okkurt burturúr amerikanska áhuganum fyri Føroyum. Tað meinar danski militergranskarin Steen Kjærgaard, sum arbeiðir á Forsvarsakademiet. Hetta sigur hann í grein í seinasta V [...] Verjumálaráðið sigur soleiðis í skrivligum svari til okkum, tá vit spyrja um málið: – USA er okkara tættasti sameindi. Amerikansku ætlaninirnar um at brúka logistisk stuðulspunkt í Føroyum og Grønlandi eru ikki [...] ikki nýggjar. Vit í Danmark eru til reiðar til at samráðast um hetta í tættum dialogi við Føroyar og Grønland. Soleiðis verður tað eisini, um har kemur ein ítøkiligur fyrispurningur frá USA.
verið stjóri í Norðurlandahúsinum, er vorðin eitt kent navn og andlit í føroyska samfelagnum. Men vit eru kanska ikki heilt so von at síggja hana í fótbóltsklæðum, skrivar Fótbóltssambandið í greinum he [...] skapar trivnað Áðrenn hon tók við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum, búði Gunn í Íslandi, har hon var framleiðsluleiðari í Norðurlandahúsinum í Reykjavik, og har upplivdi hon eisini, at ítróttur var [...] eisini eitt netverk og vinarbond, sum eg annars ikki hevði fingið í Føroyum, sigur Gunn Hernes við heimasíðuna hjá FSF. Hóast hon sum smágenta í Noregi spældi nógvan fótbólt og hevði nógvar kvinnuligar fót
og Reimund Langaard í dag valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni, sigur Lisbeth L. Petersen. Fyrrverandi floksforkvinnan hjá Sambandsflokkinum er alt annað enn nøgd við gongdina í tollmálinum – og s [...] serstakliga leiklutin hjá Sambandsflokkinum í hesum máli. – Kaj Leo Holm Johannesen er jú formaður í Sambandsflokkinum, og hann eigur at tora at stýra flokkinum eisini, sigur Lisbeth L. Petersen. Hon vísir [...] vísir á, at hetta tollmálið, sum seinastu mánaðirnar hevur skapt stóra politiska órógv í Føroyum, ikki er eitt mál, sum Sambandsflokkurin skal hava ábyrgdina av. – Fólkið hevur einki álit á politisku skipanina
ungdómspolitikararnir, at kjakið verður tikið upp, soleiðis at kvinnur í Føroyum í framtíðini eisini kunnu fáa fría fosturtøku, eins og kvinnur í restini av ríkisfelagsskapinum kunnu. – Av tí at Føroyar hava yvirtikið [...] Venstre Ungdom, í lesarabrævi á Jyllands Postinum. – Fyrst og fremst halda vit tað vera fullkomiliga ósømiligt, at føroyskar kvinnur ikki kunnu fáa fría fosturtøku. Tað er at gera mismun á kvinnum í ríkisfel [...] sum halda tað vera viðkomandi at taka Føroyar og Grønland við, tá kjakast verður um fosturtøku í Danmark. Í Grønlandi er frí fosturtøka, men har eru tað for nógv, sum fáa sær fosturtøku, meina tey og vísa
Bústaðir hevur í fleiri umførum víst á, at felagið ikki einsamalt megnar at nøkta allan bústaðatørvin í Føroyum. Tí er umráðandi at eggja privata kapitalinum at halda fram við og økja um íløgurnar í føroyska [...] føroyska bústaðamarknaðin. Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hetta sigur hon í sambandi við nýggjar ætlanir hjá Almannamálaráðnum um bústaðarætlanina hjá Landsstýrinum [...] betra um møguleikarnar hjá Bústøðum at taka lut í samstørvum við privatum virkandi og stovnsligum íleggjarum og harvið økja enn meira um útboðið, verður sagt í tíðindaskrivi frá Almannamálaráðnum. Fíggingin