miðlar í dag at siga, at Jorge Messi, pápi fótbóltsúrmælingin, Lionel Messi, doyði í gjárkvøldið, 68 ára gamal. Sambært miðlinum, Marca og Gazzetta Dello Sport, doyði hann á sjúkrahúsi í Rosario í Argentina [...] Argentina, eftir at hann í eina tíð hevur havt heilsutrupulleikar. Í juni upplýsti familjan, at Jorge Messi var í viðgerð við heilivági, men at støðan hjá honum var vorðin betri. Familjan læt eisini miðlarnar [...] Messi til ein av tíðarinnar størstu fótbóltsúrmælingum. Sum tíðin leið, fekk Jorge Messi ein týdningarmiklan leiklut uttanfyri fótbóltsvøllin, og hann gjørdist í ymiskum viðurskiftum partur av yrkisleiðini
við fylgi til landið í gjár, og tey hava havt onkrar løtur at njóta føroysku náttúruna, meðan tey hava verið her. Í gjár vóru tey útferð í Tindhólmi, og Odbjerg var stórliga hugtikin av upplivingini har. [...] aldrin hava upplivað nakað líknandi. Andreas Odbjerg, sum er ættaður úr Odense, fekk stóra gjøgnumbrotið í 2022 við sanginum "Stor mand", sum hann skrivaði og framførdi saman við Tobias Rahim. Síðani hevur hann [...] for evigt", "Jeg ka' rigtig godt lide dig" og "Hjem fra fabrikken". Andreas Odbjerg spælir á Vágsbø í kvøld klokkan 22:30.
Klokkan er farin av 15, og sambært tímaprognosuni hjá Veðurstovu Føroya verður ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin [...] niður í um 11 stig. Nakað av vindi verður tó. Vindurin liggur um 9-10 m/s seinnapartin, men hann minkar so líðandi út á kvøldið. Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s [...] samstundis sum vindurin minkar. Tí eru útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður
fiskivinnan er ein av stóru forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan í ES-limalondum [...] 53 prosent av teimum, sum ætla sær á fólkaatkvøðu, ætla at siga ja til at taka ES-samráðingarnar uppaftur. Størsta undirtøkan er millum fólk í aldrinum 40 til 49 ár og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturlandinum [...] um limaskap í ES uppaftur. Bárður á Steig Nielsen heldur, at íslendska fólkaatkvøðan er serliga áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við
vitjan av Víkingi. Jarnskor er eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra [...] teimum næstbestu víkingunum. Í dag vóru teir hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð. Nú annar triðingur av kappingin er liðugur, hevur [...] og Fríði var aftur upp á spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað 11 mál í næstbestu deildini higartil í ár. Rani Hansen økti 10 minuttir undan steðginum
kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava tó onga orsøk til at halda, at dronan varð send inn í Bulgaria við vilja. Ein talsmaður hjá [...] Leveringin av framkomnum radarskipanum til bulgarska herin er seinkað, men sambært Radev fara myndugleikarnir nú at seta ferð á arbeiðið. Vesturlendskar stjórnir hava sett fleiri dronuhendingar í samband [...] Dronan brast umleið ein kilometur frá einari bulgarskari kompressarastøð, sum er partur av einari gassleiðing úr Turkalandi til Ukraina. Sprongistaðið var eisini bert 200 metrar frá einari rumenskari
verða uppaftur fleiri lýs í framtíðini. Men, her er ein annar viðmerkjari ikki samdur: - Toskalús á hvørjum fiski sær stendst av, hvussu tætt fiskurin stendur - og ikki av hitanum í sjónum. Syðri, har sjógvurin [...] sjógvurin er nógv heitar, hevur toskurin ongar trupulleikar av lús. Viðkomandi vísir eisini á, at sjógvurin er kaldari í ár enn í fjør. - Einasta broyting er, at fiskurin stendur tættari, og lættari er hjá [...] lagt hetta til merkis í summar. Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki, og tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum vita um lús á toski at siga í summar. Ein viðmerkjari
fótbóltsdeildinin. Talan var um dyst í fyrsta umfarinum í Carabao Cup steypakappingini. Blackpool legði seg á odda longu í triðja minutti, og teir øktu til 2-0 í 58. minutti. Í 92. minutti minkaði Harvey Rodgers [...] vøllinum í 92 minuttir í fyrsta kappingardystinum hjá Grimsby Town í hesum kappingarárinum. Á heimavølli tapti Grimsby 1-3 fyri gamla liðnum hjá Stanley Matthews, Blackpool City, ið spælir í triðbestu [...] Grimsby var effektivari. Geza fekk besta karakterin frá Soccerstand av øllum leikarunum hjá Grimsby. Har fekk hann karakterin: 7,0 (av 10 møguligum). Hann fekk eisini besta karakterin frá Sofascore. Har
letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað endaði [...] bóltin framvið 17 ára gamla Markusi Johansen í FC Hoyvík málinum. Hetta var 12. ferðin í ár, at hann vardi málið í 1. deild, og hetta var triðja ferðin, at hann fór av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið skoraði [...] so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður
sigri til gestirnar, tá ið Karl Løkin og hansara menn í ÍF seinnapartin vóru gestir hjá TB í Trongisvági. Úrslitið ber við sær, at ÍF, nú tveir triðingar av kappingini eru lagdir aftur um bak, hevur 17 stig [...] spæla á útivølli ímóti B36, og tá fer ÍF at eiga heimadyst ímóti Víkingi. Øll málini í Trongisvági í dag vórðu skorað í seinna hálvleiki. Ein lítil tími var farin, tá ið ÍF setti hol á. Málskjútti var Atli [...] sum eitt korter undan leikloki fyri fyrstu ferð í ár varð skiftur inn. Hetta var fimti ÍF sigurin, síðani Karl Løkin mitt í apríl tók við venjarastarvinum í Fuglafirði. Fimm ferðir er tað endað javnt, og