hjá VEKS vera spennandi. Hon kann viðvirka til, at fleiri fólk fáa góð ellisár, sigur nýggi leiðarin. Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu kunnu vera búgvandi í egnum heimi, um [...] bæði í viðgongd og mótgond. Tað umráðandi at menna økið innan heilsustimbran, endur- og viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjan av sjúku, og tað er eisini umráðandi at leggja dent á einsemi, heldur hon. Í nýggja [...] Skálum skal leiða. - Eg vóni og vænti, at fleiri ergo- og fysioterapeutar halda okkara øki vera áhugavert, so toymið kann liva upp til grundsjónarmiðið, teimum eldru at frama, sigur Rannvá í Skálum. Tær fýra
dømdur fyri harðskap. Dómarin helt ikki, at ákærumyndugleikin í nóg stóran mun kundi prógva, at Teitur Skoubo hevði havt kynsligt samband við kvinnuna, eftir at hon hevði tikið samtykkið aftur. ##med2## [...] Eystari Landsrættur dømdi hann tí ein treytaðan dóm upp á tríggjar mánaðir, tá dómarin segði, at tað var prógvað, at kvinnan ikki hevði givið nóg nógv samtykki til tey sløg, sum hon fekk frá honum undir kynsliga [...] Føroyingurin Teitur Skoubo hevur fingið 90.450 krónur í endurgjaldi umframt rentur fyri at hava sitið varðhaldsfongslaður longri enn endaligi dómurin, hann fekk í rættinum. Tað skrivar danska blaðið B
støða fyri meg, tí eg síggi tað at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum mítt lívsstarv. Tað er ein hjartasak. Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú. Eg má drýpa [...] Jensen frá, at hon fer í farloyvi úr rektarastarvinum, tí hon fer aftur í tingið. Hanna Jensen skrivar soleiðis á facebook í kvøld: TIKIÐ SÆTI AFTUR Á TINGI Støða og lutur mín eru tey, at eg kenni meg [...] góðum ráðgevum. Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur í gjár 13. september og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22
gleði at vera við til at menna StÍF saman við nógvum eldsálum. Ein av stóru og minniligu løtunum í var, tá ið okkara besta kvinnulið tók øll á bóli í 2021 og gjørdist føroyameistari. Eg fegnist um, at Sjóvar [...] Sjóvar kommuna nú fer at byggja nýggja og nýmótans ítróttarhøll á Strondum. Eg ynski Ega góða eydnu í hansara spennandi uppgávu at mynda og leiða StÍF saman nevnd og StÍF-stuðlum.” Nýggi formaðurin sigur [...] sigur um síni í mál í formanspostinum: “Mítt mál er at fáa hondbóltin á vestara armi meira sjónligan og at fáa fleiri fólk við í familjuna StÍF. Her hugsi eg um bæði ung sum eldri, spælarar, hjálparfólk og
eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2024 fyri gentur í trimum ymiskum aldursbólkum. Talvsambandið vónar at kunna senda tvær gentur í hvørjum aldursbólki avstað at umboða Føroyar [...] máltíð Tilmelding: Til ber at melda til FM fyri gentur 2023 við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Viðmerkjast skal navn og føðingardagur hjá luttakara. Freistin at tekna seg er fríggjadagin [...] fyri gentur var fyri fyrstu ferð í mong ár fyriskipað aftur í 2022 – hettar í eini roynd at eggja fleiri gentum til at telva. Tá vóru 14 gentur við í kappingini. Í 2023 luttóku tvær av hesum gentunum í NM
Caraballo, við The Guardian. Hetta er ikki fyrstu ferð, at oyggjaparadísið í Karibiska Havinum fær uppmerksemi. Veðurlagsbroytingar hava ført til, at fólk, sum vilja vitja oyggjarnar, ikki hava óendaliga [...] u oyggj, Santa Cruz del Islote, og her skal ógvuliga lítið vatn til, at trongu gøturnar í býnum floyma yvir. Roknað verður við, at vatnstøðan um hesar leiðir kann gerast einar 30 sentimetrar hægri í 2050 [...] Bernardos veruliga hótt. Tvær av oyggjunum, Ceycén og Panda, eru í ferð við at søkka í havið, og íbúgvar á San Bernardo vænta, at oyggjarnar eru heilt burtur um 10 ár. Eisini størsta oyggin í bólkinum, Múcura
um bíligari gerandisvørur og styttri arbeiðsviku eru ei heldur at síggja. Heldur síggja vit, at plenuklipparin er tikin fram, og man ætlar at fremja smáar sparingar, ið raka meint hjá summum av okkara borgarum [...] Tá bóru hesir flokkar fram, at: - Yvirskotið var ov lítið - Útreiðslurnar ov høgar - Skattalættin var ikki góður nokk Nú tey leggja sína fíggjarlóg fram, so er støðan tann, at: - Yvirskot farnu árini er [...] betra um haldførið. Tað einasta, ið semja helst er um er, at vinnan skal gjalda meir og gerast minni kappingarfør, og tískil eisini minni før fyri at veksa um okkara búskap, ið er grundarlagið undir vælferð
Í síðsta umfari fer Skála fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti grannunum í NSÍ. Felags fyri Skála og NSÍ er, at bæði feløgini í Runavíkar kommunu í 2024 fara at spæla í bestu deildini. HB er og verður [...] Skálamenn eru av álvara í hopla, nú teir fyrireika seg at siga farvæl við næstbestu deildina fyri at flyta aftur í fremstu røð, sum teir í fjør fluttu niður úr. Leygardagin vann Skála sætta dystin á rað [...] Egeberg Jacobsen. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at evnaríki Andreas Egeberg Jacobsen var málskjútti. Hann er fyri stuttum aftur farin av spæla, eftir at hann tað mesta av árinum hevur sitið uttanfyri,
vitjan í Vága kommunu. Tað var mikudagin í síðstu viku, at borgarstjórin, Bjarni Prior, tók ímóti landsstýrismanninum við fylgi. - Tað er ein sannroynd, at bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, eins og tørvurin [...] umlætting og øðrum eisini er stórur, sigur borgarstjórin. Í Vága kommunu meta tey, at kommunan er sera væl egnað og klár til at lyfta slíkar uppgávur saman við landsstýrinum og landsstýrismanninum í almannamálum [...] ynskir nevniliga at bjóða til samstarv, og við nøkrum ítøkiligum dømum, sum borgarstjórin vísti á, er hetta gjørligt, meta tey í kommununi. - Eg haldi, tað er okkara skylda sum kommuna at geva okkara íkast
doyðu. Liverpool sigur í skrivinum, at felagið ikki vil finna seg í ákærunum frá fronsku stjórnini og løgregluni, um at viðhaldsfólk hjá Liverpool hava nakað við hetta at gera. [...] Hetta er 14. ferð, at kongafelagið úr Madrid vinnur steypið og tað er tvær ferðir so oftani, sum AC Milan, ið hevur vunnið tað næstflestar ferðir. Sermerkt við sjálvari finaluni er, at hon er bæði flutt [...] Liverpool og Real Madrid hava sagt. Nú boðar UEFA frá, at tað verður gjørd ein óheft kanning. Liverpool hevur í almennunum skrivi, heitt á viðhaldsfólk, um at geva seg til kennar við sínum upplivingum. Liverpool