hann upplýsti í tinginum í gjár, at verkætlanin nú er liðug, og at hesi fólkini tískil ikki longur fáa avsláttur við flogleiðini. Fleiri tingmenn hildu tað vera løgið, at ein ávísur bólkur skal fáa avsláttur [...] gjalda fullan prís fyri at ferðast. Svarið hjá landsstýrismanninum var bert fýra reglur, og fleiri tingmenn sóknaðust tí eftir fleiri upplýsingum um avsláttarskipanina. Onkur helt fyri, at svarið setti fleiri [...] i. Tingmenn hildu tað eitt nú vera løgið, at skipanin helt uppat aftur, júst sum Jóanis Nielsen setti fram fyrispurningin, og onkur teirra vildi vera við, at hetta ikki er tann einasta avsláttarskipanin
hóast hetta, so sluppu vágbingar at sita á pínubeinkinum eina løtu. B36 minkaði nevnliga um munin, tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, og hóast VB hevði møguleikar at avgera dystin, so forðaði Tróndur [...] teir vágbingar, sum hava sína dagligu gongd í høvuðsstaðnum. At kalla allan leygardagin settu teir dám á býarmyndina, og tá klokkan var farin at líða nakað væl út ímóti fýra, fingu teir eisini løn fyri stríðið [...] fleiri vildu vera við ongan áhuga høvdu í at vinna dystin, gav vágbingum ein skarpan gang. Byrjanin til veitsluna kom úr Sumba, tá tað eftir 18 minuttir frættist, at sumbingar høvdu lagt seg á odda móti HB
brúk fyri at slappa av, eftir harðan dag. Jens Melgaard letur væl at fyrstu føroysku vøddamýkjarunum. Hann sigur, at sum næmingar hava tey verið væl fyri og seriøs. Hetta metir hann borgar fyri, at tað eru [...] mýkjarar, ið føroyingr nú hava møguleika at vitja. Jens Melgaard sigur, at sjálvsagt skal ein ávís siðvenja arbeiðast inn. Í Danmark eru tey von við vøddamýking og at leita sær til slíkar serfrøðingar. Í Føroyum [...] gjørligt og tí ikki vanligt. Men Jens Melgaard væntar, hetta óivað verður øðrvísi nú. Jens Melgaard sigur, at møguliga verður tikið ímóti nýggjum liði av mýkjarum á skúlabonkin um eitt ella tvey ár. Nýggju mýkjararnir
Tað er ikki ein treyt at man fer á skeið fyri at fáa teldukoyrikort. Tað ber til at vera sjálvlesandi og bert fara upp til roynd. Sambært heimasíðuni hjá Dansk Dataforening eru tað 5 góðkend virkir [...] undirvísingartíma vísir tað seg eisini at verða bíligast at taka teldukoyrikort í Klaksvík, meðan tað er nógv dýrast hjá Formula.fo. Til seinast kunnu vit nevna at tað sambært heimasíðuni hjá Dansk Da [...] heimasíðuni hjá hesum góðkendu virkjum og skúlum er prísurin fyri at taka skeið og roynd sum niðanfyri. Sum vit síggja so er bíligast at taka skeið og roynd á Tekniska Skúla í Klaksvík, meðan tað er dýrast
forvitnisligt er, ateisini stendur á lýsingarlepanum, at Faroe Boys leika fyri dansi. Faroe Boys tóku í sekstiárunum íslendingar á bóli. Umframt at vera millum kendastu bólkar í Føroyum, so vitjaðu teir [...] hann gav út plátu. Men annars er ikki ofta, at Ísland og Føroyar vitja hvør annan í tónleikasamanhangi. Ikki mangir føroyskir bólkar hava vitja í Íslandi, tó at nakrir føroyingar nú fáa sær tónleikaútbúgving [...] r eru tónleikavitjanir millum grannatjóðirnar ikki. Ikki sama manning Tað er tó ikki heilt at skjóta beint at nevna bólkin, sum nú vitjar á Broadway, fyri Faroe Boys, tí manningin er ikki júst hin sama
teimum, ið kann sigast at vera gamal í garði. David Bowie hevur verið við síðani í sekstiárunum. Bara tað er væl klárað, nú vit brátt skriva ár 2000. Tað stuttliga við David Bowie er, at eingin nakrantíð hevur [...] ið broyttist. Maðurin við 1000 andlitum, varð hann einaferð róptur. Jú, honum dámdi væl at klæða seg í, og at spæla við tí, ið nevnist image. Soleiðis kallaðist hann eisini einaferð Ziggy Stardust. Maður [...] skuldsettur fyri at vera) elskari hjá Mick Jagger. Men ein tilkomin Bowie er komin heilur ígjøgnum hetta, tykist. Nýggja fløgan er kanska ikki tann mest áhugaverda. Ein av teimum, ið eru lættar at svølgja. Nakað
ígjøgnum Ung í arbeiði, at Kristina er komin í Sjónvarp Føroya at arbeiða. Og hon hevur rættiliga fingið blóð á tonna. - Mær dámar ógvuliga væl, og tað er akkurát nakað fyri meg at arbeiða kreativt. Eg eri [...] eri rættiliga sloppin at royna meg, serliga á verkstaðnum, har eg havi gjørt lutir til ymiskar sendingar, og tað er helst har tey hava sæð, at eg havi evni fyri at gera ymiskt saman við børnum, greiðir [...] Kristina ger. - Tað verður lætt jólaprýði og klipp, sum børnini kunnu gera heima. Brotini, vit fara at vísa, eru úr Dólgunum, Vættrunum á Galdralondum og øðrum kendum og væl umtóktum sendingum, sum hava
jólum, tá ið farið var avstað í russiskt øki í Barentshavinum. Og annað var tá ikki at gera, enn at beina fyri øllum dunnunum. Jóladøgurðin gjørdist tí ikki dunna, men gott føroyskt ræst kjøt, sum eisini [...] fyri jól. Tað hoyrdist eisini, at manningin umborð á Ljósafellinum heldur ikki fekk dunnu á jólum, tí keyptar vórðu eisini dunnur úr Onglandi, áðrenn farið var avstað. Men tó at jóladøgurðin ikki gjørdist [...] eystanfyri í løtuni, meðan Skálaberg og Akraberg eru farnir at sigla heim. Og hinir trolararnir hjá Pf. Vesturvón, Akraborg og Varðborg, verða klárir at fara til fiskiskap aftur fyrst í nýggju øldini. Teir eru
ikki altíð, at eydnan er við tær í lutakasti, og tað má vera niðurstøðan hjá Kevin Keegan og Graig Brown, sum eru landsliðsvenjarar hjá Onglandi og Skotlandi. Tað er neyvan ov nógv sagt, at hetta júst var [...] verðini, vildu sleppa undan. Orsøkin er tann einfalda, at tað millum londini í ítróttarligum samanhangi í øllum førum, er eitt so stórt »hatur«, at tað hálva so ruddiliga hevði verið nóg mikið. Og nú skulu [...] eingin loyna, at allir leikararnir geva alt tað teir eiga í sær, og so eitt sindur afturat, tí her er veruliga talan um »prestigudystir«, og tað í ólukkumát. Við hesum úrslitinum er so greitt, at tað í mesta
í lutakastinum fer at vera. Í ásetingunum um kappingina verður einki sagt um, at londini skulu flokkast eftir styrki, áðrenn luturin verður kastaður, men tað er komið fyri áður, at bæði UEFA og FIFA í [...] verið nógv tosað og skrivað um hetta. Ætlanin var, at UEFA longu mánadagin skuldi taka endaliga støðu um mannagongdina í lutakastinum, men tá valdu teir at bíða inntil fyrrpartin í dag. Tað eru nøvnini á [...] Á middegi í dag fæst at vita, hvørjum hvørt av teimum átta londunum, sum framvegis stríðast um fýra pláss í EM endaspælinum, skal spæla ímóti. Lutakastið verður í Aachen í Týskalandi, og fram til tað síðsta