vegnum og hevur ligið í bønum, til hann varð funnin. Umleið ein metur er niðurav gongubreytini og niður á bøin. Maðurin hevur ligið fjaldur, tí hann lá tætt inn ímóti garðinum. Tískil hevur verið ringt [...] Løgreglan leggur afturat, at maðurin var væl ílatin. Løgreglan veit ikki, hvussu leingi maðurin hevur ligið, hvør deyðsorsøkin var, og hon kann heldur ikki siga nakað um, nær hann varð sæddur seinast
í kappríðingini, og kappast verður um ferðasteyp, sum Føroya Sparikassi hevur latið. Eisini verður kappast um steyp, sum ÍSF hevur latið til FM kappingina. Kappingin við Leynavatn er onnur FM kappingin [...] tríggjar ferðir í einum fimmáraskeiði, eigur tað til ognar. Í ár hevur Lokkur hjá Rólanti Reinert í Havn hendan møguleika, tí hann hevur vunnið bæði í 1998 og 2000. Sum vera man er eisini okkurt at fáa
JK Rowling, sum hevur skrivað tær væl umtóktu bøkurnar um Harry Potter, hevur stevnt amerikanska blaðnum New York Daily News, tí blaðið hevur prenta brot úr teirri fimtu Harry Potter-bókini, sum kemur [...] stórur í USA. Amerikanarar hava bílagt meiri enn eina millión eintøk av nýggju bókini, og forlagið hevur prentað átta milliónir eintøk til tann amerikanska marknaðin.
Páll Sólstein hevur spælt sum solistur við Føroya Symfoniorkestur og spælt við Jerusalem Symfoniorkestur áðrenn hann fekk starv í Tí Kongaliga Kapellinum í Kjøpinhavn. Í nógv ár hevur hann eisini spælt [...] Breiner var organistur í Fuglafjarða Kirkju í ungdómsárunum og hevur lisið bæði á Musikkonservatoriunum í Århus og Kjøpinhavn. Síðani 1998 hevur hann verið organistur og kantor í Frederiksberg Slotskirkju
slaturin gongur um í hesum døgum. Sambært enskum keldum hevur ætlanir um at keypa danska Per Frandsen, sum vanliga húsast á miðvøllinum hjá Bolton. Bolton hevur just tryggjað sær uppflytan til bestu ensku deildina [...] Danmark Aðrastaðni á hesum síðum sæst, at tað tykist sannlíkt, at FCK ikki hevur verjuálitið, Jacob Laursen, í hópinum komandi kappingarár. Eisini hóast Laursen sjálvur avvísur hesi tíðindi á heimasíðuni [...] teimum bestu, og tí verður tað mett sum neyðugt at selja leikarar av og á. Sambært miðlunum í Onglandi hevur FCK boðið á leið seks mió.kr. fyri miðvallaran.
Atlantsflogi hevur um dagarnar fundast við fólk, sum komu til Føroya við eini bretskari tyrlu mikudagin. Hóast stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, ikki vil siga nakað um, hvat fundast hevur verið um, er [...] at samband hevur verið millum Atlantsflog og hesar menninar síðan 1996, og ein avkláring er nærri nú enn nakrantíð. Hann vil tó ikki siga, hvat tann avkláringin er, ella hvat tosað hevur verið um. Tó
Svenning av Lofti hevur síðani 1967 skrivað andaktsorð í bløðunum. Í fororðunum sigur høvundurin, at hann alla tíðina hevur roynt at havt fyri eyga at skriva hesi andaktsorð so greið og gerandislig sum gjørligt [...] Svenning av Lofti hevur á forlagnum Leirkerið givið út bókina "Dagsins orð". "Dagsins orð" er andaktsbók, har høvundurin bindur saman lívslagnur og lívsroyndir menniskjans við skriftorð í Bíbliuni. Svenning [...] heimligari grund og hava hug at lesa andaktsorðini. "Dagsins orð" er úrval av andaktsorðum, Svenning hevur havt í bløðunum. Eitt til hvønn dagin í árinum.
sett upp í Syðrugøtu, og tá tað er gjørt, hevur kommunan brúkt uml. 2,5 mió. krónur til vatnverkið. Tað her J. A. Smíð, sum hevur gjørt bygningin, Nomatek hevur gjørt sóttreinsiverkið og brunnurin er gjørdur [...] num og so tann veruleiki, at vatnið um heystið, ofta er ógvuliga skitið, sum ger, at kommunan nú hevur valt at fara undir hetta arbeiði. ? Samstundis hava vit eisini gjørt nýggjan vatnbrunn, sum tekur
Toftum hevur gleðin ikki lagt seg, eftir at toftafólk vunnu niðurflytingar dystin móti NSÍ, og eftirfylgjandi hoppaðu borg og endaðu á sætta pláss frammanfyri bæði 07 Vestur og AB. Felagið hevur gjørt nýggjan [...] gjørdi hann við sannførandi avrikum í miðverjuni. Nú hevur felgið eisini longt sáttmálan við síðhærda miðverjan, sum er uppvaksin í Víkingi og hevur í millum tveir túrar á Svangaskarði spælt við Skála,
sjógv. Sambært útlendskum miðlum hevur illa uppmerkta sjómarkið út fyri vesturstrondini hjá londunum áður verið orsøk til samanbrestir. ##med2## Seinastu tíðina hevur stórur spenningur verið landanna millum [...] Reuters veit í kvøld at siga, at Suðurkorea í dag hevur skotið ávaringarskot. Orsøkin er, at eitt skip úr Norðurkorea var komið inn um sjómarkið hjá Suðurkorea. Reuters endurgevur suðurkoreanska herin [...] millum, har Norðurkorea eitt nú hevur havt fleiri royndarskjótingar við rakettum. Í Norðurkorea verður sagt, at teirra royndarskjótingar eru svar upp á felags hernaðarvenjingar hjá Suðurkorea og USA.