lið koma víðari í endaspælið og tey fimm fremstu liðini liggja næstan púra jøvn. Bara fýra stig eru millum tey, og Fortuna og HIK liggja púra jøvn við 14 stigum á fjórða og fimta plássi. Hetta merkir í [...] Gudrid og Fortuna skulu vinna dystirnar sum eftir eru fyri at tryggja sær pláss í endaspælinum, og so kann tað vera fullkomiliga líkamikið hvørjum tær spæla ímóti. Bara æran eftir Hjá Bárði og mansliðnum [...] teir í Ålborg, og enn einaferð taptu teir 2-0. Kortini var dysturin ikki so ójavnur, sum úrslitið sigur, tí báðir hálvleikirnir endaðu við javnbrótarum, og í báðum førum vann HIK javnbrótaran 7-5. Bárður hevur
tók 4 kleyvarastikk og skifti til spaðara. Tá Torkil hevði meldað inn 1hj, og Øssur longu hevði víst AKQ í kleyvara, var eingin ivi í, at Torkil hevði spK. Eg tók tí við essinum og spældi hjartara til [...] siga, at bridgespælarar kring landið sita og spæla tey somu kortini samstundis. Hetta kann lata seg gera við, at kortini verða blandað frammanundan, kopieraði og send út til tey ymsu spælistøðini. Tá ka [...] spælistøðunum er lidnar, verða úrslitini savnað saman á einum stað, og vit fáa eitt úrslit fyri alt landið. Páll Sigmund Sørensen og Debes Christiansen úr Klaksvík vunnu greiðan sigur í tí samlaða úrslitinum
tónleiki? Tað var áðrenn eg dugdi at grulva 6) Nær byrjaði tú so at spæla tónleik? Sum 5-6 ára gamal 7) Hvørjum slagi av tónleiki lurtar tú eftir? góðum popp tónleiki 8) Hvør er heimsins besti tónleikabólkur [...] dóttrini, tá hon kom í heimin 17) Størsta vónbrot? At dagurin bert er 24 tímar 18) Besti matur? Føroyskur og afrikanskur matur 19) Besti drykkur? Onki er so gott sum ein koppur av te um morgunin 20) Hevur tú
vinnumálum og Landsverksfrøðingurin skulu hava eftirlitið við tunnilsarbeiðinum. Drúgv viðgerð Tað skuldu kortini nógvir fundir og nógv hørð orð fella áðrenn nevndin varð samd um eitt álit, og tá tað kom [...] landsstýrismaðurin sjálvur og landsverksfrøðingurin skulu hava eftirlit við tunnilsarbeiðinum. Semjan er styrkin Tá fundurin í Vinnunevndini var av, fingu vit orð á Heina O. Heinesen, og hann staðfesti tá, at [...] Hendrik Old og Katrin Dahl Jakobsen, sum møtti fyri Dan R. Petersen, halda kortini, at nevndarformaðurin hevur lagt kongin, so at siga. ? Henda lógin leggur upp til, at arbeiði verður boðið út og tað merkir
døpur og ræðandi tøl, sum tað enn í Føroyum ikki hevur borið til at broyta, og eg stúri fyri komandi ári við somu ferðsluvannlukkum, somu unglingum og somu foreldrum, sum vit ikki kunnu hjálpa og ugga. [...] Landslæknanum og hetta vita vit, sum arbeiða við hesum vanlukkum eisini. Um náttina og tíðliga um morgunin eru tey móð og ikki væl fyri, eisini eru umstøðurnar ikki góðar at koyra í, tað er myrkt, og um tað hevur [...] verður gjørt upp hvussu nógv eru deyð, og hvussu nógv hava fingið skaðar av ferðsluávum seinasta árið. Tíanverri sæst eingin broyting í mynstrinum og talinum enn (7 deyð harav 4 átjan nýtjan ára gomul).
tvey seinnapartin, var fyri tað mesta merktur av fyrispurningum. Á dagsskránni fyri fundin vóru 7 mál, og var tað fyrsta teirra ófráboðaðir fyrispurningar. Tá rundan við ófráboðaðu fyrispurningunum var [...] 100-28/1000 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin. Hesin fyrispurningur varð fráboðaður á fundinum týsdagin. Fjóðra málið á skránni var [...] løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum. Hesin fyrispurningurin varð fráboðaður 8. desember í fjør. Seinast á
Ísland, Noreg og Liktinstein, hava felags lóggávu við ES fyri innmarknaðin, men hava sínar egnu stovnar á politiskum og fyrisitingarligum stigi. ES og EFTA londini hava hvør sína eftirlits og dómstólsskipan [...] eru Ísland, Noreg og Liktinstein við. Løgmaður sigur, at grundsjónarmiðið við EBS sáttmálanum er at skipa eitt virkið og einsháttað búskaparligt samstarv, ið skal fremja eins reglur og kappingartreytir [...] kunningartænastur, útvarps- og sjónvarpsmál, umhvørvi, útbúgvingar, íbúgvavernd, hagtøl, vinnuútbúgvingar, vinnulívsrætt, ungdómsviðurskifti, gransking og stuðulsskipanir fyri smáar og miðalstórar fyritøkur
veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og eystri og stundum regn. Seinnapartin hvassur vindur ella skrið av útsynningi og ælingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið leygardagin: Skrið ella stormur [...] landnyrðing. Ælingur, partvís kavi og hitin millum 1 og 4 stig. Um kvøldið hækkar hann upp í norðan og minkar vindin. Veðrið sunnudagin: Lítið lot av ymsum ættum, og sólglottar, men eisini okkurt kavaælið [...] um frostmarkið. Veðrið mánadagin og týsdagin: Fyrst stívt andøvsgul av suðri og regn. Seinni upp í hvassan vind av útsynningi og támut veður. Hitin kemur upp í 3 til 7 stig. Í gjár: Lágtrýstið eystanfyri
tá dysturin hóskvøldið varð settur. Spæl teirra hekk als ikki saman, og vestmannagenturnar gjørdu sær beinan vegin dælt av hesum, og tá máltalvan lýsti 3-6, mundu fleiri áskoðarar helst halda, at tey upplivdu [...] meginpartin av hálvleikinum vóru tað vestmannagenturnar, sum høvdu munin. Fyrst og fremst var tað Ioana Rápa, sum gjørdi um seg, og hóast klaksvíksgenturnar mansvardu, megnaði hon framhaldandi at fáa bóltin [...] fatinum, og tá klaksvíksgenturnar sjálvar sendu níggju stjørnuskot í málið hjá Marjuni, var alt avgjørt hesa løtuna. Eftir tí vit frætta úr Klaksvíkini, riggaði verjan nærum perfekt hesa løtuna, og komu
i í útvarpi og bløðum. Skipasýnið og løgreglan vóru eisini møtt. Fartscertifikatið varð tikið av skipinum, skiparin varð lagdur í hondjørn og fluttur á løgreglustøðina til avhoyringar, og har varð hann [...] tonsara, og skiparin á Norðvíkingi heitti á teir um at hyggja at botninum. Leygarmorgunin 5. juni varð sjónbandsfilmur tikin av botninum, og tað var týðuligt, at skipið var heilt illa farið, og at fleiri [...] hvussu leikur mundi fara. Bæði sunnudagin 6. og mánadagin 7. juni royndu teir at kava, men úrslitini vóru eingi. Týsdagin 8. juni var so nógvur vindur, og hann sveiggjaði so mikið fyri akkerinum, at tað