bøn og ung, sum onkursvegna uppliva harðskap. - Tað er umráðandi at hava í huga, at eingin er føddur soleiðis, at viðkomandi vil fremja ella góðtaka harðskap. Tað er altíð ein orsøk, ið liggur aftanfyri [...] tann sosiali arvurin sum oftast ger seg galdandi, tá ein persónur fremur harðskap, heldur hon ikki, at til ber at tosa um eina ávísa týpu, ið fremur harðskap. - Tú kanst ikki siga, at ein persónur, ið fremur [...] monnum. - Í teimum førum er ikki talan um tilrættalagdan harðskap, tí sum ofta er tað nakað, ið hendir spontant, sum til dømis at tær geva ein lúsing. Men líka mikið hvussu víkur og vendir, so er tað ikki nakað
eisini ein leitingarbrunn í loyvi 002 í 2003. ENI Føroya Deild hevur øll hesi árini havt skrivstovu í Vágsbotni í Tórshavn. Sum operatørur í leitiloyvi 005 hevur ENI bundið seg til at bora ein leitingarbrunn [...] óhappi. Sum úrslit av hesum arbeiði, er Anne Marie brunnætlanin øll sum hon er endurskoðað og góðkend av boriserfrøðingum á ENI høvuðsskrivstovuni og við einum óheftum boriserfrøðingi, sum triðja persóni [...] italska felagnum ENI, sum stendur fyri hesi stóru verkætlanini. Í tí sambandi hevur Sosialurin hitt oddamannin aftan fyri boringina, Eugenio Antonielli. Hann vísir á, at ENI er í Føroyum sum operatørur/ fyr
Amariel verið ógvuliga góður við motivini, sum hann so at siga hevði við sær sum førning, tá ið hann tók fyrstu fetini inn í listarheimin. Pápin átti deksbátin Norðan, sum hoyrdi til myndina á vánni í Klaksvík [...] máli nógv annað, men tað, sum eg upplivdi sum barn og ungur, kann eg ikki sleppa, sigur Amariel. -Tað er nokk so undarligt við hesum, tí hetta hevur ongantíð verið so sterkt sum nú. Hetta kemur aftur og [...] eg havi verið ein stórur baptistur alt mítt lív, eisini um eg ikki komi so nógv á møti longur. Tað er ein millummaður millum Gud og menniskjað, og tað er Jesus Kristus, og tað er hann, sum offraði seg fyri
tíð, eins og hon hevði havt, um tað ikki var Norðoyastevna. Bernhardina sigur, at tað loysir seg best at hava opið tá hinir handlarnir í býnum hava opið. Orsøkin er, at lítli skáli hennara liggur í einari [...] Klein í sínum egna framsýningarhøli og sýnir fram og selir føroyska list. Kamarið hjá Bernhardinu er ein gomul vevstova hjá einari konu, ið kallaðist Carolina. Tí hevur Bernhardina nú valt at kalla hetta [...] Føroyar. Og sambært Bernhardinu Klein, verður nógv keypt av myndum hansara. Hon sigur, at samstundis, sum hann er tað listafólkið, ið hevur nógv flestar myndir hangandi í listaskála hennara, so er hann eisini
Hjá Kyndli hevur árið roynst stak illa, og liðið liggur niðast á stigatalvuni við bert tí eina stiginum. Av somu orsøk høvdu tey flestu óivað væntað ein tryggan sigur til Neistan, tá ið grannauppgerð var [...] hálvleik gjørdi Neistin tó ein vørr og skeyt ikki færri enn fimm mál í slag, soleiðis at liðið fór frá at verða eitt mál afturút til at verða á odda við fýra málum! Hesa løtuna var tað, sum um Neistin fekk verjuna [...] pørtum. Sjálvt um báðar blivu mansvardar, dugdu tær tó at blanda seg upp í spælið, og eftir at Kyndil, sum áðurnevnt, hevði minkað til 13-14, vísti Simona av álvara sína styrki og skeyt trý mál á rað, so at
síðum, verður Paul Watson og hansara virksemi lýst. Sum heild er hetta ikki ein so negativ lýsing. Hetta, hóast Watson lutvíst verður settur fram, sum ein, ið setur mannalív í vága, við tí fyri eyga at verja [...] víðari...« Men tað, sum lesarin av greinini, í staðin situr eftir við, er ein mynd av einum ævintýrhugaðum, vágadjarvum og ikki minst útspekularaðum serlingi. Eitt slag av outsidara, sum hóast hansara villa [...] hevur Watson »celebrity-stuðlar«, sum t.d. Mick Jagger, sangarin úr The Rolling Stones, og sjónleikarar sum Pierce Brosnan, sjónleikarin ið hevur havt leiklutin sum James Bond, Sean Penn, Edward Norton
Gudadrykkin, sum kann vera so fantastiska góður. Aðrastaðni kennist tað meira sum, at caféeigararnir spekulera meira í, hvussu teir kunnu selja ein kopp av brúnligum kakaolíki við so stórum vinningi sum til ber [...] neyðugt er við einum glasi av køldum vatni afturvið. Útgangsstøðið skal vera ein góð sjokoláta, kókað upp við mjólk. Oman liggur ein ordans skeið av frískum, nýpískaðum róma. VikuskiftisSosialurin hevur slurpað [...] postalíni og silvurskeiðum. Og so hóskar heitt kakao sum hond í vøtt ein kaldan, hvítan ”kakaoveðursdag” við stórkava og fótakulda. Gott kakao, ella sjokoláta, sum vit siga her í Havn, hevur eisini tann serliga
At fara undir at skipa Føroyar sum fullveldi er ikki ein spurningur um at enda nakra søgu. Tað er ein spurningur um at byrja eina søgu og at seta nakað í verk. Tað er ein spurningur um at seta sær nøkur [...] partinum og ikki roynir at reka hann í ein bás, sum tú sjálvur hevur sett upp. Tað er jú lætt at leggja fólk undir at vilja gera bæði líkt og ólikt og síðani finnast at tí, sum tú sigur at tey vilja. Tíverri haldi [...] ikki heldur sum búskaparfrøðingur vísa á, hvussu vit skapa størri inntøkur og ein tryggari búskap? Jóannes Eidesgaard hevur almannakunngjørt sína røðu til danska Javnaðarflokkin, ið jú sum kunnugt er
nógv at sagt um tykkum bæði, sum liggur mær á hjarta, men eg veit, so lítilátin tit eru, so ynskja tit ongan háva gjørdan burturúr í dag. At útgreina nærri hvørji tit eru, er ein torfør uppgáva, tí í dagligari [...] ja pápi, sum tú plagar at taka til, fær ein ábyrgd - so má álit vera í. Eg kundi hugsað mær at hildið fram at hugleitt um tykkum bæði, mamma og pápi. Tað hevði blivið til nógvar síður, eldri ein verður, [...] ella Símun koyrilærarin og Lína á vaskarínum ella bert Lina hjá Símun. Vit eru 5 dreingir sum allir uttan ein, búgva uttan fyri Klaksvíkina. Manni býr í Klaksvík, Ólavúr í Havn, Høgni á Toftum, Ingi í
kvinnum. Ein kvotuskipan broytir tingini her og nú, men tekur ikki atlit til langtíðar menning sum so. Meðan útbúgving, sum her, ikki við vissu kann tryggja broyting, men er ætlað sum ein langtíðarmenning [...] gomlum eins og kvinnum og monnum skrivar Bogi Eliasen í hesi Tinghelluni Ein betri valskipan Ein av hornasteinunum í einum fólkaræði, demokratii, er val. Valið er fólksins vald. Men hátturin vit brúka at [...] geografiskt. Ein spurningur, sum er nógv frammi í dag, er kvinnuumboðan og hvussu fleiri kvinnur fáast á Ting og í hægri politiskar álitispostar. Skal tað vera við lóg, soleiðis at t.d. minst ein triðingur